Pól Sundskarð heiðraður

Pól setur sær altíð mál, og gerast tey størri og størri

Í gjárkvøldið varð skipað fyri eini móttøku fyri Pól Sundskarð í hølinum hjá Treysti eftir renningina. Røður vórðu hildnar, og boðin var ein kaffimunnur aftur við einum kakubita.

Tað er fleiri ferðir komið fyri, at lisið er á portalum og í bløðum við yvirskriftini um Pól: “Mítt størsta ítróttarliga avrik higartil”; men tað legst bara til við slíkum yvirskriftum.
 
“28. mai kom Pól á mál á Grenen í Skagen, eftir at hava runnið allar teir 525 kilometrarnar í 6 dagar framvið jútsku vesturstrondini frá marknasteini nr. 245 í Rudbøl í Suðurjútlandi til Grenen í Skagen í Norðurjútlandi.  Eitt fantastiskt bragd, sum vit bert standa gapandi og hyggja at – enn eitt bragd”!

 

Soleiðis tók Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini til í røðu síni fyri Pól og handaði honum eina heilsan frá borgarstjóranum.
 
Pól greiddi eitt sindur frá drúgva túrinum og treiv í onkrar av hinum ferðum sínum. Hann hevur fyrr runnið 7 maraton upp á 6 dagar. Men henda ferðin var annarleiðis, og var neyðugt at nýta GPS´ara fyri at finna. Umráðandi var at duga at nýta GPS´ara og ikki renna skeiva leið, sum onkur gjørdi.
 
Men av tí at Pól vanliga nýtir GPS´ara í fjøllunum í Føroyum, var eingin trupulleiki at renna røttu leiðina, men lendið var rættiliga ymiskt – stundum í tjúkkum sandi, so ferðin kom heilt niður í at ganga í summum førum.
 
Annars segði Pól við einum brosi, at mai í 2015 nokk hevði verið hansara besti mánaði nakrantíð – Hann hevði runnið tilsamans eini 800 km. Besta vikan nakrantíð við 525 km og besti dagurin við 120 km.
 
Fimtan menn og ein kvinna, byrjaðu hesa drúgvu og krevjandi ferð, og seks teirra kláraðu allan teinin. Pól hevði lisið á heimasíðuni hjá tí eina rennaranum nú aftaná, at hesin hevði skrivað: “Ham færingen, var jeg overbevist om med det samme, ville kunne gennemføre denne hårde tur – han planlagde godt og var vel disciplineret”. Hetta var Pól fegin um at hoyra frá einum so royndum rennara.
 
Tað er ein avbjóðing at eta rætt og drekka nóg nógva vætu á slíkari ferð. Pól helt, at tað mundi liggja um eini 10 litrar av vætu, ið drukkið varð hvønn dag. Eisini var neyðugt at hava ryggsekk við á ferðini, tí so langt var millum matgoymslurnar. Pól var ikki lættnaður eftir ferðina.
 
Pól setur sær altíð mál, og gerast tey størri og størri – ja, onkur tók til ørari og ørari. Tí vildu tey vita, hvat var næsta málið á skránni. Men tað vildi Pól ikki koma inn á. Hann vildi sleppa at hvíla seg eitt sindur fyrst.
 
Men hann takkaði konu síni hjartaliga fyri stuðulin. Hon hevði verið honum ein hollur stuðul á mongu drúgvu ferðum sínum. Hon er væl áleiðis at klára øll fjøllini í Føroyum og er farin um tey Topp-100. So nú ætlar Pól í fyrstu syftu at hjálpa konuni at koma longur á leið.