tørar, Hans Ole Nielsen og Torben Jensen, ið sjálvir hava dømt einar 7-800 dystir hvør og hava drúgvar royndir á økinum, vóru komnir frá Dansk Volleyball Forbund at leggja teimum føroysku lag á. Nýtt fólk [...] sjálvir spæla, og tí verður eisini gjørt nakað fyri at fáa útvegað teimum neyðuga útbúgving og vitan. Frá fríggjadegnum til sunnudagin skipaði flogbóltssambandið soleiðis fyri dómaraskeiði, samstundis sum [...] dómarar fingu prógv sum B-dómarar. Upprunaliga høvdu 15 teknað seg til skeiðið, men tveimum barst frá. At skeiðið var lagt, samstundis sum FK-kappingin var, hevði tann síðuvinning við sær, at nýggju dómararnir
menniskjum verða grødd av Gudi fyri allar sjúkur heilt frá krabbameini til migrenu. Hann greiðir frá, at tá hann bleiv doyptur, tá kendi hann megina frá Gudi í sær, og hann kundi ikki lata vera við at ganga [...] maðurin gekk upp ígjøgnum einar trappur, og tá hann var komin heilt upp, vendi hann sær og gav eitt hart sigursróp frá sær og takksemi lýsti úr hansara eygum, greiðir Christian frá. Og hann leggur afturat [...] greiðir evangelisturin honum frá, at tað er Jesus, sum er í ferð við at grøða hann. Og Christian tekur í hondina á honum, og hann reisir seg og fer til gongu. Christian greiðir frá, at summi undur eru størri
heldur hann. Tí tað er bíligt. Einar 8.000,- krónur fyri tvær vikur heldur hann ikki vera nógv at tosa um. Tá er ferðin úr Kastrup íroknað. Læknarnir á staðnum vilja halda, at einar tríggjar vikur munnu vera [...] Vatnskaði Lendið er lágt, og stórur vatnskaði hevur fleiri ferðir verið í økinum, greiðir ferðaleiðarin frá. Fyri eystan rennur Oder áin, og í hana fara aðrar smærri áir, sum, tá illa vil til, kunnu gerast í [...] sudetartýskarar, sum eru stóru partur av søguni hjá hesum landinum. Býurin er rættiliga gamal, frætta vit. Frá tíðliga í miðøld vita fólk um, at hann hevur verið til, og víst verður til eina brúgv í býnum, sum
er hin vegin ikki ein gamaldags yrkjari, hann hevur valt at halda seg eins langt frá t.d. Per Højholt sum Pól F. var frá Tóroddi Poulsen. Yrkingasavnið »Gud er danskari ? enn Guð« er 80 síður og kostar [...] »og lat okkum ikki gloyma at elska okkara dreymar sum sakleysar spírandi dagar (?)« Frá: Verðin. Alexandur Kristiansen 2003. ????????????????????????????????? Í sekstiárunum komu yrkjarar sum Guðrið Helmsdal [...] huga tykist tittulin »Gud er danskari« sum eitt stuttligt ískoyti til hetta kjak. Í savninum eru einar 46 yrkingar á 79 síðum. Tær eru ymiskar í longd og í góðsku. Fyrst kemur ein haikuyrking, ið hann
úr leiðslunum í ungmannafeløgun-um í Norðurlondum, har vit greiddu frá politisku støðuni og tosaðu um felags mál, greiðir Eyðólvur frá. Fyrsti stjórnarfundurin hjá nýggju stjórnini í 1986 varð hildin í [...] Socialdemokratiske Ungdomsforbund. Hetta starv varð virðismett so høgt, at hon segði ríkisdagssessin frá sær til tess at virka sum forkvinna hjá svenskum javnaðarungdómi. Norðurlendsku javnaðarungmannafeløgini [...] meira regluligt. Eitt sera virkið tíðarskeið hjá SU vóru áttatiárini. ? Stjórnarfundir vórðu hildnir einar fýra ferðir um árið, og tað gekk upp á skift hjá ymsu londunum at skipa fyri, og í juni í 1986 var
eisini viðført eina serliga rivalisering millum feløgini, og undir øllum umstøðum var greitt longu frá fyrsta bríksli, at menn vóru tendraðir. Tó at talan sjáldan gjørdist um rátt spæl, so varð ikki ein [...] Trýstið órógvar Um miðjan hálvleikin tóktist tó, at Kyndil var um at vinna sær greiða yvirvág. Í einar tíggju minuttir megnaðu strandingarnir als ikki at fáa bóltin fram við Johan Danielsen, og tá Kyndil [...] dystin framdi sera fáar útskiftingar, og tí máttu kreftirnar sparast onkra aðra staðni enn á beinkinum. Frá byrjan av seinna hálvleiki var eisini sjónligt, at nú hevði Kyndil eina heilt greiða ætlan. Spælararnir
90 Á framsýningini í Ribarhúsi í Fuglafirði í august høvdu brúkarar á Stíggi einar 90 myndir við sær. Av hesum vórðu einar 50 myndir seldar. Í fyrsta lagi eru tað tey avvarðandi sum keypa, men onnur hava [...] keyptu fleiri málningar á hesi framsýningini. Málningarnir, sum eru í dýrara endanum, kosta uppí einar 600 krónur, meðan teir í bíligara endanum kosta millum 100 og 200 krónur. Framsýning Á Stíggi hongur [...] eru 19 brúkarar, og starvsfólkini eru 6 í tali, harav tvey arbeiða hálva tíð. Opið er hvønn yrkadag frá kl. 8.30-15.30.
gestir aðrastaðni úr Danmark eisini, siga tey. Eitt nú hevur føroyska dansifelagið í Odense boðað frá, at tey ætla sær til Keypmannahavnar at dansa á føðingardagsveitsluni hjá Fótatraðki. Vónandi fara [...] út. Fótatraðk hevur verið sera virkið hesi 15 árini, felagið hevur verið til. Felagið hevur í dag einar 50 limir, men tey vóna og rokna við, at hetta tiltakið kann gera sítt til, at limatalið veksur. Nýggir
Tey stóru flogfeløgini fáa altsamt harðari kapping frá teimum sonevndu lágprísfeløgunum. Tað noyðist SAS eisini at sanna, og í gjár boðaði felagið frá, at tað fer at lækka ferðaseðlaprísin á summum rutum [...] ikki kenna seg serliga trygga í sínum stóli, og tað sama verður sagt um olju- og orkumálaráðharran Einar Steensnæs, fiskimálaráðharran Svein Gabrielsen og vinnumálaráðharran Ansgar Gabrielsen. Arbeiða- og [...] Desmond Tutu heldur, at fólk, sum gjørdust offur fyri apartheid-stýrinum, hava rætt til endurgjald frá fyritøkum, sum fingu ágóða av politikkinum hjá tí hvíta minnilutastýrinum. Ein amerikanskur sakførari
sigur, at á næstu fíggjarætlan ætlar býráðið at seta eina millión krónur av til at stongja seyðin úti frá býnum um veturin. Borgarstjórin sigur, at seyðurin hevur rætt til vetrarbit heilt oman í mølina og [...] alla kommununa. Borgarstjórin ásannar eisini , at tað verður ikki gjørt í einum, tí tilsamans skulu einar 12-15 kilometrar av stiki setast upp, skal øll kommunan friðast fyri seyð, samstundis sum avtala skal [...] ár, til eitt býarstik uttanum Tvøroyri. Hann sigur, at býráðið vónar at kunna stika Tvøroyri inni frá gamla grótbrotinum inn ímóti Ítróttarhøllini.