Evangelistur komin til Føroya at grøða fólk

Mikukvøldið kom danski evangelisturin Christian Hedegaard til Føroya á vitjan hjá Filadelfiasamkomuni. Danski evangelisturin er vorðin kendur upp á heilt stutta tíð í Danmark, tí at tá hann hevur møtir og annað henda sonn undur. Sjúk fólk verða grødd, og lamin eru farin til gongu

Christian Hedegaard, evangelistur, hevur nøkur heilt serstøk evni. Hann sigur, at frá tí degi fyri 18 árum síðani, tá hann sjálvur bleiv doyptur við Heilaga Andanum, hevur hann havt hesi evnini til at grøða fólk.
? Men tað er ikki eg, sum grøði fólkini. Tað er Grøðarin av teimum øllum, tað má ein minnast til, sigur evangelisturin, sum hevur sæð mangt undrið, síðani hann sjálvur varð frelstur.
Hann dugir ikki at siga, hví tað júst fall honum í lut at útinna hesi verk, men hann sigur, at tað hendi, eftir at hann varð frelstur.
? Gud tók meg úr einari ungdómstíð, har ongin vón var fyri framman. Og eg ivist ikki í, at hann vil nakað stórt og gott við mær, sigur Christian, sum hevur sæð túsundavís av menniskjum verða grødd av Gudi fyri allar sjúkur heilt frá krabbameini til migrenu.
Hann greiðir frá, at tá hann bleiv doyptur, tá kendi hann megina frá Gudi í sær, og hann kundi ikki lata vera við at ganga runt og boða Guds orð. Og á ein ella annan hátt visti hann bara, at Gud hevði nakrar heilt serligar ætlanir við honum.
? Ein dagin stóð eg bara inni í íbúðini hjá nøkrum fólkum, uttan at eg heilt visti, hvussu eg var komin higar, sigur hann.
Inni í íbúðini vóru tvey fólk. Ein kvinna, sum hevði svullir á rygginum. Christian bað saman við henni og fyri henni. Og so vóru svullarnir burtur.
? Við Guds megi hendi tað, sigur hann, sum sjálvur gjørdist stórliga bilsin av hesum.

Lamin fór til gongu
Hann greiðir frá, at einaferð fóru tey til ein lítlan bý í Danmark at hava grøðingarmøti. Prestarnir og leiðslan í kirkjuni í býnum vildu als ikki hava tey har, so tey leiðaðu ein skúla til teirra møti.
Nógv fólk kom, og á aftasta bonki sótu prestar og onnur frá kirkjuni, sum vóru komin at forvitnast.
Brádliga sigur ein av fólkunum hjá Christiani, at tað situr ein maður í millum fólkini, sum tekur nervaheilivág, tí hann er so keddur. Hesin maðurin reisti seg upp og kom haltandi við høkjum fram til Christian. Hann hevði sitið í koyristóli í fimm ár, og vónin fyri at koma aftur at ganga var lítil. Tí hann hevði verið í gjøgnum fimm skurðviðgerðir, sum onki hjálptu og fýra ferðir høvdu læknarnir roynt at sett protesur inn í knøini hjá honum, men onki hjálpti.
Hesin maður stóð nú framman fyri Christian Hedegaard, sum bað hann seta seg niður á eitt borð. Síðani spurdi evangelisturin hann:
»Trýrt tú, at Jesus kann grøða teg?«
»Ja, tað vóni eg, « svarar maðurin. Men Christian sigur við hann, at tað er ikki nóg mikið, so hann spyr uppaftur, um hann trýr, at Jesus kann grøða hann. Og hesuferð svarar maðurin sannførdur ja.
Alt í einum sigur kona henda sjúka mannin, at hon kennir, at hon verður so heit. Og so sigur maðurin tað sama. Christian spyr, um hann kennir hitan í beinunum, og tað sigur maðurin ja til. Og so greiðir evangelisturin honum frá, at tað er Jesus, sum er í ferð við at grøða hann. Og Christian tekur í hondina á honum, og hann reisir seg og fer til gongu.
Christian greiðir frá, at summi undur eru størri enn onnur. Men undur tað eru tey øll.
? Hesin maðurin gekk upp ígjøgnum einar trappur, og tá hann var komin heilt upp, vendi hann sær og gav eitt hart sigursróp frá sær og takksemi lýsti úr hansara eygum, greiðir Christian frá. Og hann leggur afturat, at øll grótu av gleði, sjálvt prestarnir og hini, sum ikki trúðu, tí nú noyddust tey at trúgva, tí tey høvdu sæð Guds megi við teirra egnu eygum.

Øll verða ikki grødd
Christian leggur allatíðina dent á, at tað ikki er hann, men Jesus, sum grør fólk. Og tí sigur hann, at tá tað ikki hendir, so kann hann ikki altíð greiða so væl frá, hvør orsøkin er til tað.
Hann sigur, at fyri tíggju árum síðani hendi nakað í teirra lívi, sum broytti alt. Teirra tá trý ára gamla dóttir fekk ein blóðpropp í heilan, sum hevði umfatandi skaðar við sær. Dóttirin kundi onki sjálv. Men í dag, sigur Christian, síggja fólk, sum ikki kenna hana, ikki, at hon er heilaskødd.
? Hon kann so nógv í dag, sum vit fingu at vita, at hon ongantíð fór at kunna, sigur Christian. Men hann sigur, at hetta fekk tey at vaknað. Alt tað, sum tey í teirra gerandislívi trúðu uppá, her hugsar hann um hús, bil, arbeið og so framvegis misti allan týdning. Hann var í holt við lesnað tá, men hann droppaði tað og fór undir at lesa gudfrøði ístaðin.
? Nógv fólk hava spurt meg, hví eg ikki kann grøða mína egnu dóttur. Eisini mistu vit vermóður fyri nøkrum árum síðani. Hon hevði krabbamein. Eisini um hana eri eg vorðin spurdur, sigur Christian.
? Eg sigi bara, at tað veit eg ikki, men eg spyrji Gud, tá vit einaferð hittast. Og tað ætli eg mær eisini. Men inntil tá spyrji eg ikki. Eg geri bara, sum hann vil og býður mær at gera. Eg havi fingið hesa gávuna fyri onki, og eg gevi hana gleðiliga víðari fyri onki uttan at seta spurnartekin við, sigur Christian Hedegaard.

Trúarveking
Flest øll munnu minnast Vald andanna sendingarnar í sjónvarpinum. Christian Hedegaard sigur, at hesar sendingarnar hava havt eina ógvusliga trúarveking við sær í Danmark. Fólk byrja at koma aftur í tær ymsu kirkjurnar, tí tey gjøgnum sendingarnar hava fingið eyguni upp fyri, at tað veruliga er nakað at trúgva uppá.
? Men Vald Andanna var jú ikki bara um kristindómin, so vit fara út at boða orðið, sigur hann. Hann heldur fram, at orðið frelsa á griskum merkir grøðing, so í grundini er tað ikki so løgið, heldur hann.
Og tað er eisini tað, sum hann er komin til Føroyar til. Christian Hedegaard skal hava grøðingarmøti hvørt kvøld í læraraskúlahøllini ? tað seinasta sunnukvøldið. Hann er spentur uppá, hvat fer at henda, men hann leggur dent á, at tað týdningarmiklasta er, at Guds orð verður boðað.
? Sjálvandi eru undrini stór, men tað sum hevur størsta týdningin er, at boðskapurin kemur út, sigur Christian Hedegaard, og hann leggur afturat, at hann vónar, at fólk koma fyri at síggja Jesus, og at orðið fer at lata eyguni hjá teimum hjástøddu upp.