Tað er sera gleðiligt - sæð við føroyskum landsliðsbrillum - at Mattias H. Lamhauge í dag, annan dystin á rað vardi málið hjá FC Fredericia í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Í dag høvdu Mattias og lið liðfelagarnir torføra uppgávu á útivølli á MCH Arena leikvøllinum í Herning móti FC Midtjyllandi. Heimaliðið var stórur favorittur, men Fredericia megnaði at knógva eitt stig við javnleiki 3-3.
Tá 64 minuttir vóru leiktir økti FC Midtjylland til 3-1, men Fredericia megnaði kortini at svara tvær ferðir aftur, og fingu harvið ein flottan javnleik. Í steðginum var FC Midtjylland á odda 2-1.
Soccerstand gevur Mattias karakterin 6,8 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin hjá Fredericia-leikarunum er 6,9. Mattias hevði fýra bjargingar í dystinum.
9.307 áskoðarar vóru til dystin.
Fredericia hevur fýra stig fyri fýra dystir, og teir eru nummar níggju av 12 liðum í deildini.
Komandi leygarkvøld hevur Fredericia heimadyst móti Sønderjyske.
FC Midtjylland – FC Fredericia 3-3 (2-1)
1-0: Aral Simsir (5.)
1-1: Felix Winther (19.)
2-1: Djú Franculino (42.)
3-1: Denil Castillo (64.)
3-2: Oscar Buch (72.)
3-3: Anders Dahl (85.)