Toppskjúttin er aftur millum teir fyrstu ellivu

TB er í stinnastu útgávu, og hjá FC Suðuroy er vongverjin í høgru leikbannaður

Tað er rættiliga avgerandi grannauppgerð við Stórá í Trongisvági nú klokkan 15.

 

TB hevur vitjan av oyggjafeløgunum í FC Suðuroy, og í allari oynni er tað heilt stórur fyri dystinum.

 

Støðutalvan sigur, at tað stendur heilt nógv uppá spæl. FC Suðuroy er á níggjunda plássi við 9 stigum, og TB er á áttanda plássi við 10 stigum.

 

Í 17. umfari vann TB 2-0 á ólavsøku ímóti B36, meðan teir í FC Suðuroy iðraðu seg av røttum um, at tað á heimavølli íkki eydnaðist at vinna úrtøku ímóti HB, sum fór til hús við 2-1 sigri.

 

Hjá FC Suðuroy eru Alexander Holm Kilgour og Eliasu Champang ikki tøkir.

 

Hjá TB er vongverjin í høgru Torkil Holm leikbannaður. Samudeen Musah, sum er TB toppskjútti við sjey málum, er aftur millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann í sigrinum ímóti B36 varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin.

 

TB – FC Suðuroy: kl. 15.00

 

Dómari: Høgni Madsen

 

TB: Anders Tønnesen – Musah Armah, Amidou Diop, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Joel Sundström, Mattias Dahl Djurhuus  – Samudeen Musah, Aron Arnholdsen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Dánjal Godtfred, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo Olaf Godtfred (Teit Hjelm, 65.), Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm