Føroyingar dansa í Keypmannahavn

Leygarkvøldið heldur føroyska dansifelagið Fótatraðk í Keypmannahavn 15 ára føðingardag

Dansifelagið Fótatraðk í Keypmannahavn hevur 15 á á baki, og fer at hátíðarhalda dagin leygarkvøldið, tá veitsla verður í Føroyahúsinum í Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn.
Fótatraðk sigur í tíðindaskrivi, at tekningin til borðhaldið er liðug. Men fyri tann skuld er ikki neyðugt hjá fólki at halda seg aftur. Tí klokkan 23.00 verða hurðarnar latnar upp fyri almennum føroyksum dansi í húsinuminum, sigur felagið.
Tey vænta sær gestir aðrastaðni úr Danmark eisini, siga tey. Eitt nú hevur føroyska dansifelagið í Odense boðað frá, at tey ætla sær til Keypmannahavnar at dansa á føðingardagsveitsluni hjá Fótatraðki. Vónandi fara eisini aðrir føroyingar at støkka inn á gólvið leygarkvøldið, siga tey, sum standa fyri hátíðarhaldinum hjá Fótatraðki.
Atgongumerkini til dansin fara at kosta 50,- krónur, sigur Fótatraðk í tíðindaskirvinum. Um náttina verður barrin í Føroyahúsinum opin, og eisini verður súpan at fáa einaferð, sum líður út.
Fótatraðk hevur verið sera virkið hesi 15 árini, felagið hevur verið til. Felagið hevur í dag einar 50 limir, men tey vóna og rokna við, at hetta tiltakið kann gera sítt til, at limatalið veksur. Nýggir limir eru sera vælkomnir í felagið, siga tey.
Tað hava verið nøkur feløg fyri føroyskan dans uttanlands, men ikki øll eru altíð líka virkin. Fótatraðk er kortini eitt teirra, sum hevur verið sera virkið og er eitt av teimum fáu dansifeløgunum uttanlands, sum rættiligt lív er í í dag.