sjálvboðin halda seg til, tá soleiðis er. Og ikki bilar, hvørki at fáa fólk at manna køkin ella at standa fyri legum ella øðrum tiltøkum, Heimamissiónin stendur fyri. Kortini er sjálvur dagligi raksturin skipaður [...] fíggjakvøldið var Heimamissiónssøgan, har farið var aftur í tiðina og litið at, hvussu gongdin hevur verið hesa øldina, Heimamissiónin hevur verið í Føroyum. Sverri Steinhólm, prestur, talaði á møtinum, eins og [...] stendur aftanfyri. Tá ársmøtini vórðu sett í Nesvík fríggjakvøldið, høvdu tey væntað, at eini 200 fólk ella so, mundu fara at koma, søgdu tey í Nesvík. Men tá avtornaði vóru tey heldur umleið 500. So har gjørdist
álopsspælaran, og tá trýstu teir heimaliðið í løtum. Longu bóltarnir kundu havt givið úrslit, men hesaferð kláraði KÍ-verjan at rudda burtur hvørjaferð, hóast tað stóð á onkuntíð. KÍ royndi seg við mótálopum [...] hornaspørk, men mál fingu teir ikki. Frísk toftaroynd KÍ hevur ongan dyst tapt í steypakappingini ella landskappingini í ár, og hóast liðið ikki altíð hevur spælt sannførandi álopsfótbólt, so er liðið [...] himmalvíður munur á hesum B68-liðnum og tí, sum spældi fyrstu dystirnar í hesum árinum. KÍ sleppur næstu ferð at royna seg ímóti B36 í Gundadali, meðan B68 skal spæla fyrsta dystin á nýggja graslíkisvøllinum
man vera sjáldan, at fyrsta landskappingarumfarið verður avgreitt í so góðum líkindum, sum tað var hesaferð. Men tað var alla tíðina ? og serliga fyrstu trý korterini ? sum høvdu liðini bæði sera trupult [...] fótbóltsspæl, men kortini tóktust gestirnir at hava nakað væl meira av broddi í, tær ferðirnar, teir settu ferð á í kontra-spælinum. Tvær ferðir var eisini um reppið, at úrslit spurdist burturúr, men fyri tað mesta [...] dalaði niður í tóma málið. Og áðrenn gestirnir høvdu fingið eyguni uppaftur, stóð 2-0 á talvuni. Hesaferð var tað víkamaðurin, Ronnie Samuelsen, sum við kvikum 1-2 spæli fekk stungið bóltin inn um til Bárð
umhvørvismál, um CO2 útlátið og aðrar loftløgir, ið undir einum verða kallaðir vakstrarhúsloftløgir ella drivhusgasser. Hann nam eisini leysliga við fleiri møguligar varandi orkukeldur. Hjartamálið - vindorkan [...] ta stund framleiðslan er størri enn nýtslan. Her kom hann serliga inn á vetni, eisini kallað brint ella hydrogen, og talaði um fyrimunir og vansar, har ein vansi er, at tað rúgvar nógv upp, meðan ein av [...] Her nevndi hann serliga Týskland, ið hevði sett sær fyri at verða fremsta landið í heiminum at menna hesa tøkni. Og sum andsøgn til hetta nevndi hann Ongland, sum ikki fyrrenn nú hevur fingið hesi viðurskifti
eyguni leitaðu á Malpensa-flogvøllinum, so stóð »Viedeto fumare«, ella tað, sum tey í Onglandi kalla fyri »no smoking area«. Royking ella ikki, so koyrdi bussurin so skjótt, sum alt viðførið var fingið til [...] upp í hæddirnar. Áðrenn hópurin kom somikið langt, so máttu tær tó ígjøgnum eina hampuliga drúgva ferð. Eftir at tær síðani fríggjadagin í farnu viku hava verið á eini stuttari venjingarlegu í Danmark [...] fyrstu venjingina. Sum so mundi talan tó ikki vera um tað heilt stóra trýstið frá venjarunum báðum til hesa venjingina. Heldur ráddi um at fáa rørt bein og armar, sum nú í mest sum heilan arbeiðsdag høvdu sitið
nógv størri mun, enn tey gjørdu tað hesaferð. Av tíggju brotskøstum endaðu bara tey seks í meskunum, og tað er ikki víst, at ráðini eru til tað næstu ferð. Hesaferð bilti tað tó einki, og kanska kunnu [...] mál. Breiddin nógv at siga Belgia hevði tó ongan hug at geva skarvin yvir, og fyrsta góða korterið ella so var munurin lítil og eingin. Og tá skuldu okkara so eisini vera takksamar móti Helenu, sum byrjaði [...] Viðvirkandi til hetta var eisini, at breiddin á føroyska liðnum tóktist vera væl størri enn hjá Belgia, ella í øllum førum kom breiddin hjá teimum ongantíð til sjóndar, tí fyri tað nógva vóru tað serliga á
at seta ferð á, og líka mikið, hvussu rópini av føroyska beinkinum komu, so lótu dómararnir ikki við seg koma. Ísrael, sum heilt víst ikki treivst við nakrari ferð yvirhøvur, fekk hvørja ferð loyvi at [...] at leikarar vórðu spældar upp til skot, so varð valt at tveita bóltin inn móti strikuni ella út á vongin ? ella í ringasta føri bara beint til mótstøðuna, sum so aftur kundi fara spakuliga í nýtt mótálop [...] ikki minst sýndu tær móti Ísrael, at treiskni so heilt avgjørt er nakað, sum loysir seg í hondbólti. Ferð vs. styrki Tá farið varð til hálvleikssteðgin, sá støðan hjá føroyska liðnum nevnliga alt annað enn
syngja sangir ella søgur fyri mær, og mær dámdi tað so væl, sigur Maria Andersen við einum smíli. Onnur útgávan Í 1973 gav Maria út eina LP, sum kallaðist Maria. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at Maria gevur [...] tíð, sigur Maria. Tað er dóttirin, Lena og svigarsonurin, Niklas, sum hava eggjað Mariu til at geva hesa fløguna út. ? Tey hava staðið aftan fyri meg allatíðina hesum viðvíkj-andi, og tað verður eisini Niklas [...] er klárt viðvíkjandi útgávuni, so nú skal hon bara takast upp. ? Nú er bara at vóna, at forkølilsið ella nakað annað býtt ikki kemur í vegin, sigur hon spent á málinum. Maria fer sum sagt í upptøku-hølini
til venjing, so at fysioterapeauturin kann hyggja at tær. Og kemur tú ov seint til venjing bara eina ferð í eini viku, so missir tú tær tvær fríbillettirnar, sum tú annars fært til heimadystirnar hjá Arsenal [...] stórtrívist. At liva fótbólt Men er tað ikki skjótt at gerast troyttur av fótbóltinum, tá tað meira ella minni er einasta innihaldið í gerandisdegnum? ? Um eg skal vera heilt erligur, so dámdi mær betur [...] kvinnudeildini merkir munin. ? Eg var heilt ótrúliga yvirraskaður, tá eg sá okkara kvinnulið spæla fyrstu ferð. Tær eru heilt fantastiskar, og tær plaga eisini at liggja millum bestu liðini í deildini. Tær spæla
tað. Antin mást tú koyra í egnum bili í 2-3 tímar á vánaligum vegi ella sigla langa túrin við postbátinum, sum bert siglir eina ferð um vikuna. Stóra familjan, sum telur tólv fólk, hevur altíð úr at gera [...] ferðast og tíðin, tað tekur. Í dag gevur tú tær ikki stórvegis far um, hvørt tú skal til grannalondini ella um leiðin gongur til meira fjarskotin lond. Sjónvarpið og alnetið hava eisini gjørt heimin nógv minni [...] enska málkunnleika. Eisini skuldu oyggjabúgvanir vera tiltiknir blíðir. Til teirra, sum dáma meira ferð, er eitt hav av tilboðum at velja í millum, bæði á summri og vetri. Tveir ymiskir býir Á veg yvir