Nógv fólk hevði leitað sær til Nesvíkar, tá ársmøtini hjá Heimamissiónini vórðu sett av Leo Hans Mikkelsen í Leguhúsinum fríggjakvøldið.
Evnið á møtunum fíggjakvøldið var Heimamissiónssøgan, har farið var aftur í tiðina og litið at, hvussu gongdin hevur verið hesa øldina, Heimamissiónin hevur verið í Føroyum.
Sverri Steinhólm, prestur, talaði á møtinum, eins og eisini varð hugt aftur á søguna við einum leiki, sum vísti eitt sindur frá hvussu ymsar bygdir tóku í móti missiónsfólkunum, tá tey fóru at halda møtir kring landið.
Streingjakórið á Toftum mundi røra manga tilkomna sál, ið minnist aftur á kvøðuljómarnar í Útvarpinum í sekstiárunum og seinni. Eisini Ungdómskórið í Vágum sang fyri teimum heilt mongu, sum komin vóru til Nesvíkar.
Tað var skilligt, at fólk høvdu í huganum, at ársmøtini í ár vóru nakað serligt, nú ein øld er liðin, síðan fyrsta missiónsmøtið varð hildið í Vági av danska prestinum Axel Moe.
Hóast hetta var um heystið, hevur Kirkjuliga Heimamissiónin valt at hátíðarhalda dagin nú, ársmøtini eru, tí nú savnast mest fólk. Men hátíðarhaldið verður alt ár kortini við ymsum tiltøkum gjøgnum árið. Og saktans fer okkurt at verða gjørt suðuri í Vági í heyst eisini, væntar aðalskrivarin hjá Heimamissiónini, Vagn Foldbo.
Fyrireiking
Sum við øllum øðrum stórum tiltøkum krevur tað eisini væl av fyrireiking at standa fyri einum slíkum tiltaki, sum væntandi fer at savna í túsundvís av fólki.
Heimamissiónin hevur ongan limalista at fara ígjøgnum, tá heitast skal á fólk um at taka eina hond í. Talan er ikki um ein felagsskap, men eina rørslu, har fólk sjálvboðin halda seg til, tá soleiðis er. Og ikki bilar, hvørki at fáa fólk at manna køkin ella at standa fyri legum ella øðrum tiltøkum, Heimamissiónin stendur fyri.
Kortini er sjálvur dagligi raksturin skipaður í fastar karmar við løntum fólkum. Ikki fær enn 17 starvsfólk eru í dag fast knýtt at Kirkjuligu heimamissiónini, greiðir Vagn Foldbo frá. Og tá verður ikki roknað við teimum, sum arbeiða á sjómansheimunum, sum Heimamsissiónin í grundini eisini stendur aftanfyri.
Tá ársmøtini vórðu sett í Nesvík fríggjakvøldið, høvdu tey væntað, at eini 200 fólk ella so, mundu fara at koma, søgdu tey í Nesvík. Men tá avtornaði vóru tey heldur umleið 500. So har gjørdist so mikið fult, at øll rúmtust ikki í stóra salinum. Latið varð upp, mestsum »út á geilar«, og fólk sat so í forhøllini eisini og lýddi á.
Næstan sum í oyðimørkini
Tey vórðu mestsum tikin á bóli í køkinum í Leguhúsinum í Nesvík fríggjakvøldið, tí tað kom so nógv meira fólk, enn tey høvdu roknað við. Tey noyddust at borðreiða til væl fleiri, enn tey høvdu gjørt klárt til.
Hóast tey ikki beinleiðis høvdu nakran á staðnum, sum fekk hvørt breyðið at røkka til túsund mans í part, varð kortini eingin, sum einki fekk í munnin, tá fyrstu møtini vóru liðug fríggjakvøldið.
Seks fólk vóru tey í køkinum, og tey høvdu væntað einar 200 gestir, men tað rakk ikki. Har komu eini 500 fólk til Nesvíkar hetta kvøldið.
So var bara at gera meira til, og tað gekk eisini. Eitt sindur strævið, men lagið var gott kortini.
Tey fyrstu, sum komu til Nesvíkar fríggjakvøldið, fingu nátturða. Seinni um kvøldið var kaffi til øll, sum komin vóru.
Tey flestu fóru heim aftur um kvøldið, men onkur varð verandi. Tey skulu so hava morgunmat leygarmorgun. Og seinni skal bæði døgurði og millummáli gerast til øll, sum koma á ársmøti.
So í køkinum í Leguhúsinum gekk tað við fullari ferð. Lagið var gott, og mestsum alt riggaði, sum tað skuldi, hjá teimum, hóast okkurt avlopsrør undir einum vaski hevði hug at arga eitt sindur.
?Soleiðis er tað altíð, tá mest er brúk fyri tí, er standard viðmerkingin, tá soleiðis er.