vinnurekandi í Suðuroy at bjóða seg fram til arbeiði allastaðni í landinum. Men í løtuni er flutningurin av maskinum og stórum bilum so dýrur, at tað skerjir kappingarførið hjá virkjum og fyritøkum í Suðuroy [...] framskunda ann til klokkan seks. Tað er heilt burturvið, tí tá skulu fólk í summum bygdum upp klokkan 4.30 á morgni. Afturfyri eru tey so í Havn klokkan 7.40 á morgni, men tá er onki opið og skulu tey ganga og [...] nýggi Smyril kemur, hevur samgongan ikki tosað so nógv um ferðaætlanina. Vit hava heldur viðgjørt spurningin um kappingarførið hjá vinnulívinum í Suðuroy og í tí sambandi hava vit umrøtt spurningin um at lækka
eitt eyðkennið fyri sjómanskirkjuna í London, at har var altíð nógv fólk til guðstænastu. Nógvir London danir plagdu at flenna at sær sjálvum, at meðan teir búðu í Danmark droymdu teir ikki um at seta [...] hann var militerattaché á donsku sendistovuni, tók í hondina á okkum, og segði so hart, at tað rungaði eftir í: "Sonur mín skal konfirmerast, og tað er í lagi, men sjálvur trúgvi eg ikki á nakað sum helst [...] var ein festlig forsamling, og ein nýggj traditión var fødd í London. Tá ið eg nakrar vikur seinni prædikaði í kirkjuni sat miliermaðurin mitt í rokanum, og sá so æviga væl nøgdur út. Sum siður er, heilsaði
verða summi mestsum bara undirdýkt í gávum. Líggjas í Bø, størsta nýbrotið í føroyskum skaldskapi í seinnu helvt av síðstu øld (tað helt Chr. Matras eisini), eigur í klassikaranum: »maðurin og moldin« [...] undurfullan faðir«, og sama kynstrið bleiv enn meiri sjónskt í tí snøggu bókini: »Tann deiliga Havn« og longur á leið í abstraheraðu strikumyndunum í yrkingasavninum " - og dansurin gongur" eftir T.N. Djurhuus [...] at heiðurslima-heitið í listafelagnum eisini var í umbúnað? Lítillætnir báðir, so fólkaligir, so vitandi um kunst, so tráandi eftir tí fullkomna - hvør á síni leið - umenn ólíkir í stíli, tilfarsvali, kós
Jógvan giftust í Havn í 1955 og búsettust í Vestmanna, har tey búðu til 1989, tá tey fluttu til Kollafjarðar. Jógvan lærdi til el-installatør hjá Tofta Karl í Klaksvík. Í 1953 kom hann í starv hjá einum [...] einum elektrikara í Vestmanna, nevndur Petersen. Teir vóru við í arbeiðinum av stóru vatnorkuútbyggingunum hjá Sev í Vestmanna í 50-unum. Í 1954 kom hann í starv hjá Sev. Jógvan er fittur í hondunum, kreativur [...] Børnini hjá Jógvan og Elsu eru: Marna, sum býr í Danmark, Dánjal, sum býr í Kollafirði, Hergerð, sum býr í Gøtu, og Senøva, sum býr í Havn. Barnabørnini eru 9 í tali.
um, hvussu nógv viðgerð skal fara fram lokalt. Kanska hevði tað verið betri at havt eina nógv minni tilbúgving í Klaksvík, so at sjúklingurin heldur kundi verðið sendur á Landssjúkrahúsið, har nógv tann [...] rationalisera nógv meiri enn tað er í dag. Tað heldur Jóhan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Tað, sum eftir er av hesum árinum, eru ymsar broytingar verða settar í verk á [...] tá ið tað annars er brúk fyri teimum. Hann sigur, at tað er vanligt á sjúkrahúsunum, at nógv fólk sita til reiðar í eini tilbúgving um kvøldarnar og um næturnar fyri at vera til reiðar, skuldi okkurt hent
verið í sjey ár í tí landinum, sum hann og vinmenn hansara ikki funnu í atlasinum, tá Rabah skuldi vísa teimum, hvagar leið hansara gekk. Og við konu og trimum børnum hevur hann í Kovalág í Havn fingið [...] legði til merkis í Føroyum, var, at føroyingar fylgja ser væl við, hvat fer fram úti í stóru verð. Í Belgia upplivdi eg, at hvør hevði nóg mikið við sínum, men í Føroyum fái eg eyga á ein nógv breiðari og víðari [...] havi eg ikki brúk fyri í dag, tí eg trívist í Føroyum. Landið er trygt og gott fyri míni børn at vaksa upp í. Eg havi eitt arbeiði, sum mær dámar sera væl, og sum heild njóti eg lívið í Føroyum, slær 44 ára
hugna og samveru, sum annars sjáldan ferðast í fólkameingi, og er tað í sjálvum sær sera gevandi. Har hitti tú kenningar og fólk annars, sum tú ikki hevði hitt í áravís. Sjómannadagurin var eitt mentunartiltak [...] eindarmentan. Mentan er í mínum hugaheimi heilt einfalt mátin, sum fólk lívbjarga sær til likams, sálarliga, sosialt og andaliga. Gerandismørk av ymsum slagi hava lyndi til at stúva fólk saman í trongar og avmarkandi [...] heimføðisligheit. Latið bara fínkulturin í Havn um tað, men lokalpatriotisma kann so sanniliga eisini brúkast til nakað sum í hesum føri skapandi og positivt og sum so nógv onnur kunnu hava fragd og nyttu av
kunna samstarva við tveir aðrar prestar í Havn, tí annar er kvinna og hin er giftur uppaftur. So seint sum í bløðunum í gjár skrivaði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Klaksvík, at Jóannis Fonsdal hevði fingið [...] Prestastarvið í Emdrup Kirke verður eitt sindur øðrvísi, enn tað starvið, sum Jóannis Fonsdal hevur havt í Føroyum. Í Føroyum snýr tað seg nógv um gudstænastuna sunnudag og so onkrar jarðarferðir mitt í viku. [...] Væntar bleyta lending í Emdrup Tað er í øllum førum greitt, at tíðin hjá Jóannisi Fonsdal sum prestur í Føroyum er av fyribils. Hann hevur fingið starv við Emdrup Kirke, sum liggur í útnyðringspartinum av
hava tey ikki gjørt nógv við at spyrja sakkøn fólk í Føroyum, og tað sæst heldur einki í frágreiðingini um, at tey skulu hava leitað sær ráðgeving frá útlendskum sakkunnleika. Á síðu 28 í frágreiðingini mælir [...] Landinum at spýta pening í. Ansið eftir, at alt tílíkt virksemi fer fram undir tryggum lógar og etiskum karmum, og latið so milliónirnar streyma inn í landið. Í øllum førum eigur gransking í mannaílegum ikki at [...] at standa seg betri í altjóða kapping. Ein av hesum trimum granskingarprofessarum skal granska í ílegum hjá føroyingum, sum sigast at vera eitt satt gullnám. Eg skal ikki gera so nógv meiri við henda partin;
30 á morgni, var avmarkað, hvussu nógv fólk kundu væntast at koma, men umframt tey luttakandi á stevnuni var onkur samkomuleiðari úr eini av teimum størru fríkirkjunum í Havn at síggja millum áskoðararnar [...] Ráðstevnan hjá samkyndum lesandi í norðurlondum, ANSO, sum er stytting fyri Association of Nordic Lesbian, Gay, Bisexual and Transgendered Student Organisation, sum Hans Pauli Strøm setti mánamorgunin [...] , heldur fram hesa vikuna. Í gjár setti ráðspurningin, um samkynd kunnu vera trúgvandi. Byrjað varð við einum norskum virðisløntum dokumentarfilmi Skitne, syndige meg , ið m.a. snýr seg um sjálvmorðshagtøl