Umstríddi hjálparpresturin má av landinum fyri at verða prestur

Fráfarni hjálparpresturin í Havn fer leygardagin av landinum saman við familjuni hjá sær. Jóannis Fonsdal skal næstu árini starvast í eini kirkju í Keypmannahavn, og hóast ætlanin ongantíð var, at hann skuldi av landinum aftur, lagaðu umstøðurnar seg soleiðis, at hetta gjørdist neyðugt, skuldi hann halda fram sum prestur

Hesa vikuna hava presturin Jóannis Fonsdal og konan Sigrid rokast óført í íbúð teirra Yvir við Strond í Havn. Hóast tey hildu seg vera komin heim til Føroya at búgva fyri well, eftir at tey høvdu verið 10 ár uttanlands, fara tey nú aftur av landinum.
Íbúðin hjá teimum verður tømd, og leygardagin fara tey bæði og tey trý smábørnini av landinum.
 Tá ið vit fluttu heim eftir 10 ár í útlandinum, var tað eitt stórt umskiftið, og vit skuldu venja okkum við at búgva í Føroyum aftur. Ætlanin var at verða verðandi her, men nú fara vit til Danmarkar aftur. Hetta krevur eitt sindur av okkum, sigur Jóannis Fonsdal.

Starvið bleiv burtur
Orsøkin til, at Jóannis Fonsdal og familjan fara av landinum aftur er, at starvið hjá Jóannisi sum hjálparprestur í Havn varð niðurlagt. Almenna grundgevingin var, at pengar vóru ikki longur til hetta starv.
Aðrir prestar hava tó róð fram undir, at veruliga orsøkin til, at starvið varð tikið burtur, var, at Jóannis Fonsdal segði seg ikki kunna samstarva við tveir aðrar prestar í Havn, tí annar er kvinna og hin er giftur uppaftur.
So seint sum í bløðunum í gjár skrivaði Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Klaksvík, at Jóannis Fonsdal hevði fingið eitt asnaspark úr føroysku fólkakirkjuni, og at veruliga orsøkin til, at hann misti starvið, var, at hann var trúfastur ímóti skriftini.

Væntar bleyta lending í Emdrup
Tað er í øllum førum greitt, at tíðin hjá Jóannisi Fonsdal sum prestur í Føroyum er av fyribils. Hann hevur fingið starv við Emdrup Kirke, sum liggur í útnyðringspartinum av Keypmannahavn.
 Eg var í praktikk í kirkjuni fyri nøkrum árum síðani, og nú tey søktu eftir einum presti, valdi eg at søkja starvið. Tað vóru fleiri aðrir umsøkjarar, men eg fekk tað, og tað eri eg glaður fyri, sigur Jóannis Fonsdal.
Hvussu verður við tínum átrúnaðarligu sjónarmiðum í hesari kirkjuni?
 Eg havi hildið eina prædiku í kirkjuni, og aftan á var eg til ein langa samrøðu, har kirkjuráðið spurdi um alt millum himmal og jørð, og eg svaraði sum frægast. Tey høvdu fleiri umsøkjarar at velja ímillum, men valdu at seta meg, so eg vænti mær ongar trupulleikar.

Noyðist av landinum fyri at fáa starv
Prestastarvið í Emdrup Kirke verður eitt sindur øðrvísi, enn tað starvið, sum Jóannis Fonsdal hevur havt í Føroyum.
 Í Føroyum snýr tað seg nógv um gudstænastuna sunnudag og so onkrar jarðarferðir mitt í viku. Men í kirkjuni í Emdrup er stórt virksemi alla vikuna. Tey hava góðar umstøður at hýsa øllum hugsandi aktivitetum, og har eru fleiri fólk í starvi, sigur Jóannis Fonsdal.
Tey, sum hava hug at vita meira um kirkjuna, har Jóannis Fonsdal nú skal starvast, kunnu leita sær inn á heimasíðuna www.emdrupkirke.dk

Vónar at koma heimaftur
Men hvussu er lagið, nú tit fara av landinum aftur?
 Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu fara avstað aftur. Vit tosaðu um, at eg skuldi fáa mær eitt starv uttanlands, áðrenn eg kom heim, men nú vit vóru komin heim, kundu vit hugsa okkum at verið verðandi. Men eg gleðist hóast alt um, at eg havi fingið eitt nýtt starv.
 Skuldi eg halda fram sum prestur, so mátti tað verða uttanlands. Tað er avmarkað við størvum í Føroyum, og í løtuni er einki starv leyst.
Men vónar tú at koma heimaftur at verða prestur?
 Ja, vit eru føroyingar, og eg vil eisini, at børnini hjá mær verða føroyingar. So eg vóni, at vit innan alt ov leingi kunnu flyta heimaftur til Føroya.