Eyðun Joensen
sálarfrøðingur
Farna leygardag var skipað fyri sjómannadegi í Klaksvík á fyrsta sinni í Føroyum.
Á ferðini tvørtur um fjørðin snimma á morgni helt mín góði vinur, sjómannatrúboðin fyri, hvussu óførir klaksvíkingar vóru at bróta upp úr nýggjum og annars at standa saman um felags tøk, lyfta í felag og fáa átøk av skafti uttan sundurlyndi og umsitingarligt hóvasták, klandur og roks.
Ásannaði at so sanniliga var og minti annars mannin á, at norðingar á so mongum øðrum økjum høvdu gingið undan og nevndi hissini ítrottarhøllina og at byrja framhaldsdeild í skúlahøpi.
Sjómannadagurin var væl fyriskipaður, fjølbroyttur og væl eydnaður, tað skal eg lova fyri.
Veðurgudarnir vóru um dagin mildir, og har var alt møguligt fyri eygu og oyru og fyri fólk í øllum aldri og ymiskum gerandisstøði.
Tað er ikki hvønn dag, at eitt tiltak hevur nakað at bjóða øllum fólkum og so ikki at gloyma felags samveru og samskifti tvørs av øllum mørkum annars, tað veri tað seg sosialt, átrúnarliga, politiskt og viðvíkjandi aldri.
Stevnan var virðiliga og væl fyriskipað og skráin hartil sera fjølbroytt, viðkomandi og virðilig, og hevði í sjálvum sær helst ávirkan á, at engin gekk í ørviti.
Undraðist í mínum stilla sinni á, at millum høvuðsfyristílararnar vóru urtagarðsmaður, handilsfólk og blaðstjóri, samstundis sum tiltakið var so væl stuðlað av so nógvum og ymsum sjálvbodnum hondum, samstundis sum alt var fíggjað av kommunu, vinnufyritøkum og privatum á staðnum.
Har gekk alt sum eftir ánni, og ein helt seg varnast arbeiðshugin og frøina at samvirka um felgs mál. Tað er vist, at her høvdu landsumsiting og fínkultururin og okkara mangan "polski" ríkisdagur nakað at læra av.
Innihaldið í skránni er longu væl lýst í fjølmiðlum, men fari eg viðv. fjøl-broytninum at loyva mær at taka fram uttandurasavnið av alskyns livandi sjódýr-um, sum varandi hugtók so mong, bæði vaksin og ikki minst børnini, sum tóktust púra burtur í hesum mongu livandi sjóverum, sum tey annars bert kunnu lesa og læra um. Tað er eitt gott hugskot at gera eina slíka live-framsýning permanenta fyri skúlanæmingar og ferðafólk úr øllum landinum, tí brátt vera mest sum allar Føroyar landfastar.
Egnikappingin var eitt hæddarpunkt fyri seg, og var føroyameistarin so knáur og frammalaga í mun til útlendsku kappingarneytarnar, at norðingar í veruleikanum áttu fleiri heimsmeistaraevni umframt sjálvan vinnaran.
Kortini saknaði eg kvinnur í kappingunum, síðani eg haldi meg vita av, at tær eisini eru knáar bæði at egna, bøta trol og at rippa, men vónandi fara eisini kvinnur at halda seg framat eina aðru ferð, eins og aðrir úrmælingar víða hvar um landið.
Eina aðra mynd av, hvussu fjølbroytt skráin annars var fyriskipað, fingu vit, tá aldargamli Biskupstøðbáturin setti og dró línu fram við bryggjuendunum upp á gamla mátan við fornum línutrogi/línubekki og uttan nútímans tøkni annars, alt meðan Oilwind, Comdata, aðrar handilsfyri-tøkur og fólk frá Fiskirannsóknarstovuni uppi á bryggjuni sýndu fram teirra mest nútímans fiskivinnutøkni.
Tað gerst ov drúgvt at reksa alt tað forkunnuga upp (sluppirnar báðar, Dragan, nýggja bjargingarfar norðinga og gomlu klaksvíksleiðina við gamla Barskor tvørtur um vágna fyri 25 oyru), men ikki at gloyma bara tað, at so nógv ymisk fólk fóru av húsum til felags morgummatar-borð frá Sparikassanum og aðra felags samveru, prát og hugna setti ein serligan dám á sjómannadagin.
Tað er vist, at har vóru mong farin út fyri dyr til felags hugna og samveru, sum annars sjáldan ferðast í fólkameingi, og er tað í sjálvum sær sera gevandi. Har hitti tú kenningar og fólk annars, sum tú ikki hevði hitt í áravís.
Sjómannadagurin var eitt mentunartiltak við lít og talan var um eindarmentan.
Mentan er í mínum hugaheimi heilt einfalt mátin, sum fólk lívbjarga sær til likams, sálarliga, sosialt og andaliga. Gerandismørk av ymsum slagi hava lyndi til at stúva fólk saman í trongar og avmarkandi submentanir, men á sjómannadeg-num var talan um uppliving av felagsmentan/eindarmentan, har øll kundu vera við og kenna seg fáa nakað burturúr.
Norðuroyggjar eru fremsta sjóvinnusamfelag Føroya, har mest sum alt onkusvegna er tvinnað saman í eina felags viðkomandi eind. Gongst tað sjóvinnuni væl, gongst tað samstundis handilslívinum, øðrum atvinnum og fólkinum sum heild væl, og tí skuldi sjóvinnan so ella so komið øllum føroyingum við.
Sjóvinnan er og verður ein týðandi partur av fólkatilvitskuni og fólkatilveruni í Norðuroyggjum, og tað prógvar eisini almeni áhugin millum norðingar fyri skipaða sjómannadegnum á hesum sinni.
Allarflestu tiltøkini vóru ókeypis, og kendist bara tað avsvalandi fyri vitjandi í mun til stevnutiltøk annars, har tað ofta snýr seg um at vinda sum mest av peningi burtur úr plágandi smábørnum og harvið streingja foreldrini.
Norðoya Sparikassi var saman við øðrum privatfyritøkum og kommununi o.ø. fíggjarligur høvuðsstuðul, og sum sparikassastjórin lat meg vita av, so kendi sparikassin tað bara sum eina sjálvfylgju at spaða til, tí nú áttu fiskafólkini tørn, og annars hevði sparikassin so nógva forrætning við fiskiíðnaðin á staðnum. Sjálvsagt .
Samanumtikið altso eitt reint ug ella 13-tal til sjálvbodnu fyrireikingarfólkini henda ársins sjómannadag, tí eg dugi illa at fyrigykla mær hetta betri avrikað.
Bert spell, at ein so góð uppliving var so illa lýst kring um landið annars, og burtursæð frá nøkrum av okkum uttanbíggjaklaksvíkingum vóru ikki so nógv fremmandafólk, sum stevnuinnihaldið hevði uppiborðið. Ikki tí, tit høvdu gjørt tykkara við lýsingum í fjølmiðlum, men mær tykir almenu fjølmiðlarnar gera alt ov lítið burturúr frammanundan.
Annars frálíka gerandissendingin, Summarleiðin, hjá m.a. Elisi og Kára S plagar at vitja upp undir bygdarstevnur, men var hesa ferð í Skopun til eina annars frálíka sending.
Vikuskiftissendingin seint fríggjadag tóktist mær hesa ferð tunn og mær lítið áhugaverd, men kundi um ikki annað spandera eina telefonsamtalu til Klaksvíkar, men nei, ikki eitt kis haðani.
Tó aftaná ein sera væl eydnaðan sjómannadag komu fjølmiðlar kropp á kroppi við lovprísan og innsløgum, hóast eg ivist í, at somu fjølmiðlar høvdu stórvegis av egnum fólkum á staðnum.
Verður sjómannadagurin endurtikin, og tað má hann endiliga, so eigur tað frammanundan at vera øllum føroyingum greitt, at tiltøkini eru viðkomandi fyri ALLAR føroyingar, sum hava tilvitsku av so ella so at vera tengd at sjó-vinnuni og harvið felagsskapinum.
Karmarnir í Klaksvík eru perfektir og bert hugflogið setur mørk, og komandi heyst verður tunnilin opin, so tá nýtist ikki at stúra fyri ikka at slappa av aftur oynni eftir egnum tykki.
Norðingum verður javnan kastað fyri at vera lokalpatriotiskir við atliti til fáfongd og heimføðisligheit.
Latið bara fínkulturin í Havn um tað, men lokalpatriotisma kann so sanniliga eisini brúkast til nakað sum í hesum føri skapandi og positivt og sum so nógv onnur kunnu hava fragd og nyttu av.
Tað hava tit formelt óprofessionellu (og Gud havi lov fyri tað) fyriskiparar og hjálparfólk víst við sjómannadegnum.
Hjartaliga tillukku við avrikinum og herjið endiliga á aftur eina aðru ferð.
Tað eru upplivingar, sum ríka lívið, og tað sigi eg tykkum og norðingum annars stóra takk fyri á hesum sinni.