Dagurin verður hildin í missiónshúsinum í Kollafirði millum kl. 10 og 14, har tey ið ynskja at gleða gullbrúðarparið eru hjartaliga vælkomin.
Elsa og Jógvan búðu mong ár í Vestmanna, har hann var maskinmeistari hjá elfelagnum Sev. Jógvan arbeiddi har, til hann legði frá sær í august 1994, 63 ára gamal. Hóast tað eru fleiri ár síðan Jógvan gavst hjá Sev, verður hann framvegis nevndur Jógvan Sev.
Jógvan er fuglfirðingur. Foreldrini vóru: Martina og Sámal Petur Petersen, hann var ættaður av Viðareiði. Elsa er ættað úr Klaksvík, foreldur hennara vóru Herdis og Hans Pauli Klein.
Elsa og Jógvan giftust í Havn í 1955 og búsettust í Vestmanna, har tey búðu til 1989, tá tey fluttu til Kollafjarðar.
Jógvan lærdi til el-installatør hjá Tofta Karl í Klaksvík. Í 1953 kom hann í starv hjá einum elektrikara í Vestmanna, nevndur Petersen. Teir vóru við í arbeiðinum av stóru vatnorkuútbyggingunum hjá Sev í Vestmanna í 50-unum. Í 1954 kom hann í starv hjá Sev.
Jógvan er fittur í hondunum, kreativur og tiltikin góður handverkari. Hann hevur altíð góð hugskot. Tað eru eisini nógv fólk, sum millum ár og dag hava notið gott av hansara evnum til at loysa ymiskar trupulleikar og finna loysnir - næstan líka mikið hvat tað er, so hevur hann eina loysn.
Honum hevur altíð dámt væl at royna nakað nýtt og spennandi, hann hevur mangan staðið á skíðum, bæði í kava og á vatnskíðum. Vind-surfing hevur hann eisini roynt. Hann hevur eisini verið nógv í bjørgunum og fleyga fugl, bæði í Vestmannbjørgunum og í Settorvuni nærhendis Viðareiði.
Elsa er framvegis virkin innan fimleikin, sum altíð hevur havt hennara áhuga. Hon hevur í mong ár havt ymisk kvøldskúlaskeið í fimleiki ymsastaðni, sum t.d. í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði. Hon er sjálvlærd, men hevur verið til ymisk skeið í hesum sambandi. Hóast hon er farin upp um tey sjeyti, undirvísir hon pensionistum í Kollafirði í fimleiki í bygdarhúsinum.
Elsa var heimaarbeiðandi meðan børnini vóru smá, og gav hon sær góða tíð til at vera um tey, vegleiða tey, biðja við teimum og læra tey úr Guðs orði.
Elsa og Jógvan eru bæði virkin í samkomuni Zion í Kollafirði, har tey hava sítt andaliga heim. Tá jólatræið í bygdini varð tendrað í fjør, helt Elsa eina góða talu.
Eisini vitjar hon á hvørjum ári hvørt hús í Vestmanna, tá hon selur álmannakkan "Ráðgevari mín", við einum skriftbroti fyri hvønn dagin.
Børnini hjá Jógvan og Elsu eru: Marna, sum býr í Danmark, Dánjal, sum býr í Kollafirði, Hergerð, sum býr í Gøtu, og Senøva, sum býr í Havn. Barnabørnini eru 9 í tali.