Kunnu samkynd trúgva?

Ráðstevnan hjá samkyndum lesandi í norðurlondum, ANSO, sum er stytting fyri Association of Nordic Lesbian, Gay, Bisexual and Transgendered Student Organisation, sum Hans Pauli Strøm setti mánamorgunin, heldur fram hesa vikuna.
Í gjár setti ráðspurningin, um samkynd kunnu vera trúgvandi. Byrjað varð við einum norskum virðisløntum dokumentarfilmi Skitne, syndige meg, ið m.a. snýr seg um sjálvmorðshagtøl millum samkynd.
Av tí at sýningin byrjaði klokkan 9.30 á morgni, var avmarkað, hvussu nógv fólk kundu væntast at koma, men umframt tey luttakandi á stevnuni var onkur samkomuleiðari úr eini av teimum størru fríkirkjunum í Havn at síggja millum áskoðararnar.Eftir filmin vóru fyrilestrar á skránni um trúgv, samkynd og mannarættindi.