hetta einki serligt við tí liðnum, hann hevur aftanfyri seg. Um Jens Tousgaard klárar at hanga við Team Shell, so hevur hann kanska ein lítlan møguleika, men fá halda, at hann kann hótta Rógva Johansen. Eingin [...] Rógvi ikki hevði vunnið. Jens Tousgaard hevur verið skaddur í fimm mánaðir, og tí er hann kanska ikki eins væl fyri, og hann kundi verið. Eitt sekund var á muni, tá ið avtornaði. Rógvi koyrdi teinin í tíðini [...] sekund og gjørdist eisini fyrsti vinnarin í hesi kappingini. Remy Lamhauge kláraði seg óvæntað væl. Hann byrjaði sum nummar 24, men endaði á níggjunda plássi og brúkti 4 minuttir um teinin. 15 sekund skiltu
Bertholdsen, Ove Nysted, Jan Andreasen, Niclas Niclasen ? Arnold Joensen (Srecko Milicevic, 46.), Kristian á Lakjuni, Jan Joensen (Allan Joensen, 85.), Marek Wierzbicki, Heðin á Lakjuni (Hjalgrím Elttør, 71 [...] Rógvi Jacobsen, sum varð útskiftur í fyrra dystinum, var einsamallur í álopinum. Hann arbeiddi sum ein hestur, og hann var væl við í samanspælinum, men tað var torført at sleppa framat til møguleikar. [...] Europa Cup. Merkisvert er eisini, at Allan Joensen, sum orsaka av skaða ikki hevur spælt á hægsta støði í tvey ár, síðstu løtuna avloysti beiggja sín, Jan Joensen, sum er liðformaður hjá KÍ og sum aftur hesa
Magnussen, sum í undanfarnu samgongu var landsstýrismaður í almannamálum. Seinasta samgonga við Edmundi Joensen sum førara var sera óheppin innan almannaøkið. Sum øllum kunnugt so byrjaði samgongan við at Jav [...] orðamikli, brasni Kristian Magnussen slapp fram at fatinum, fingu pensionistarnir mót aftur, men gakk, hann endaði í somu grøvini. Tá ið skeiðið var hálvt, fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni (slepti endanum) [...] fyrrverandi løgmaður er at læra Kristian Magnussen at koyra landsstýrismenn frá, men eg rokni ikki við, at hann kemur at hava brúk fyri tí. Míni ráð eru: latið Helenu Dam á Neystabø hava frið at fáa pensiónirnar
Petersen skoraði tvey mál, Sámal Joensen skoraði eitt mál, og tá Leiftur tíðliga í 1. hálvleiki setti hol á, var tað eftir at Sámal Joensen hevði vunnið fríspark í vinstru, sum hann sjálvur sendi innfyri. ? Vit [...] høgru. Eitt korter seinni átti Sámal Joensen tørn at skora. Hann stútaði eftir innlegg úr vinstru. John Petersen stútaði til 4?1. Uppskriftin var tann sama, sum tá hann skoraði til 2?1. Fagnaðurin millum [...] Rasmussen var ikki á liðnum hóskvøldið. Hann fekk ein løst í tjúkkan, tá Leiftur í síðstu viku hevði vitjan av ÍA. Ein annar dystur var á skránni hóskvøldið, men hann varð ikki spældur. Uni Arge og Í vóru
17. juli fingu Ann J. og Jákup Djurhuus, Saltangar-á, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3850 gr. 19. juli fingu Hanne-mi og Hans Johannes á Brúgv, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði [...] Sandi, og Ivan Jensen, Norðskála, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4310 gr. 12. juli fingu Hertha Jóanesarson og Martin Kúrberg, Eiði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3150 gr. 12. juli [...] Julianna og Ingolvur Foldbo, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4000 gr. 13. juli fingu Jóhanna og Jens Meinhard Rasmussen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3750 gr. 14. juli
74 ár. Leivur Joensen, vanliga nevndur Leivur hjá Gøtu Pola, í Klaksvík, 75 ár. 13. juli Maria Tokehøj, fødd Vang, ættað úr Kvívík, búsitandi í Keypmannahavn, 92. 14. juli Julia Joensen, av Trøllanesi [...] yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur. Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum
og G. F. Händel eru á skránni, og tónaskøld hava sett løg til yrkingar hjá m. a. Hans Andreas Djurhuus, Pól F. Joensen, William Shkespere, Runeberg og Goethe. Stykki úr kendu operaini Gandafloytuni hjá [...] russiskum og italsku m. Við sær til Føroya hevur Rúni klaverleikaran, Hans Otto Ehrstrøm, teir hava arbeitt saman í Zürich hetta seinasta árið. Hans Otto var eisini við, tá Die Winterreise hjá Schubert varð framførd [...] til dagin, so enn er hesin heldur viðkvæmi spurningurin lagdur á ís, enn so fáa vit høvi at umhugsa hann ímeðan! Eitt eru teir reint fysisku karmarnir og innbúgvið. Men vit hava eisini roynt at fingið fram
hoyrilíkindini vóru sera vánalig. Men tað skilst, at endaligi prísurin er ikki ásettur enn, men at hann verður í mesta lagi 30 krónur fyri lundan. Forkunnugur døgverði til Palliba Sostatt kunnu havnarfólk [...] skulu skunda sær, tí hina báðu ferðinar, Mai hevur selt fugl, hevur gravgangur verið eftir honum og hann hevur gingið sum heitt breyð. Hetta er sostatt triðju ferð, at Mai hevur fugl til sølu. Fyrst seldu [...] hesi ætlanini var júst at seta forkunnugan mat á døgverðaborðið hjá meiniga føroyinginum, sigur Kaj Joensen, ið er ein av teimum, sum eiga Mai. Eftir Ólavsøku ætla teir sær yvir aftur til Íslands eftir lunda
deildini í Íslandi er Keflavík, har Páll Guðlaugsson er venjari. Hóskvøldið tapti hann á Ólafsfirði móti Leiftri, sum hann vandi bæði í fyrraárið og í fjør. Men sunnudagin gekk betur. Keflavík hevði vitjan [...] um, at tað verður strevið og torført hjá teimum at koma úr botninum. Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen og John Petersen vóru á liðnum hjá Leiftri. Jens Erik Rasmussen er framvegis skaddur. Tað var í 2 [...] Akranesi høvdu ilt við at sleppa út í Vestmannaoyggjarnar. Dysturin var á skránni hóskvøldið, men tá var hann av ongum, tí tað vóru ikki floglíkindi. Tá teir royndu aftur fríggjadagin vóru heldur ikki floglíkindi
Srecko spældi 2. hálvleik í Beograd í sístu viku. Hann hevur ikki verið við klaksvíkingunum í venjingarlegu, og hann verður eftir í Jugoslavia, har hann skal royna at fáa meiri buturúr fótbóltsspælinum [...] ongantíð. Hann spældi fyrstu ferð við í 6. umfari, tá KÍ vann á B36 í Gundadali. Tríggjar ferðir var hann undan summarsteðginum við frá fyrsta bríksli í landskappingini, men tað var bara ein ferð, at hann spældi [...] persónlig verjumistøk. Í síðstu løtu pyntaði Símun Joensen um, eftir at Arnold Joensen var farin ígjøgnum í høgru og hevði stungið fram ímillum. Símun Joensen var komin á vøllin fyri ein annan unglingaspælara