Ein spurningur, sum mangan vísir seg at verða trupul at loysa í hesum døgum er: Hvat skulu vit hava til døgverða á Ólavsøku?
Men nú er ólavsøkudøgverðin bjargaður hjá mongum.
Og hjálpin, hon kemur heilt sunnan úr Vági.
Tí seint í gjárkvøldið legði vágsskipið Mai at bryggju í Havn.
Í frystigoymsluni hava teir ikki færri enn 4.000-5.000 lundar, sum teir fara at selja av skipinum, sum liggur á Bursatanga.
Hetta eru lundar, sum Mai hevur keypt í Vestmannaoyggjunum, har teir eisini fleyga nógvan lunda.
Lundin er royttur og frystur. Men teir hava eisini nakrar óroyttar lundar til tey, sum heldur vilja royta sjálvi.
Tá ið vit høvdu samband við Mai á miðdegi í gjár vóru teir góðar 70 fjórðingar úr landi, so hoyrilíkindini vóru sera vánalig.
Men tað skilst, at endaligi prísurin er ikki ásettur enn, men at hann verður í mesta lagi 30 krónur fyri lundan.
Forkunnugur døgverði til Palliba
Sostatt kunnu havnarfólk fáa forkunnugan døgverða á Olavsøku.
Men tað skilst á lagnum, at tey, sum ikki vilja vera við sviðusoð, skulu skunda sær, tí hina báðu ferðinar, Mai hevur selt fugl, hevur gravgangur verið eftir honum og hann hevur gingið sum heitt breyð.
Hetta er sostatt triðju ferð, at Mai hevur fugl til sølu.
Fyrst seldu teir vetrarnáta, sum tað gekk skjótt at sleppa av við.
Og nýliga vóru teir eisini í landi og seldu lomviga og tað stóð heldur ikki á at sleppa av við teir 9.000 lomvigarnar, teir høvdu.
Tað eru nú nakað síðani, at vágbingar riggaðu Mai til at veiða fugl.
Fuglur hevur í nógv ár verið ógvuliga forkunnugur døgverðamatur hjá føroyingum, men endamálið við hesi ætlanini var júst at seta forkunnugan mat á døgverðaborðið hjá meiniga føroyinginum, sigur Kaj Joensen, ið er ein av teimum, sum eiga Mai.
Eftir Ólavsøku ætla teir sær yvir aftur til Íslands eftir lunda. Tilsamans ætla teir sær at taka einar 20.000 lundar
Síðani ætla teir sær eisini eftir nátungum. Ætlanin er at liggja framvið landi og keypa nátunga frá bátunum, sum eru úti. Og í vetur er eisini ætlanin at halda fram við vetrarnátanum.
Tað er nú nakað síðani, at vágbingar riggaðu Mai til at veiða fugl.
Teir hava allar góðkenningar, sum krevjast og eisini Norðuratlantiska samstarvið, NORA, hevur hildið ætlanina vera so áhugaverda, at felagsskapurin hevur stuðlað henni fíggjarliga.
Kaj Joensen sigur, at higartil eru teir vælnøgdir við hesa royndina.
Fimm mans eru við Mai og teir fáa tað at mala runt.