Andstøðan stríðist

Tað eru nógvar greinar skrivaðar í bløðunum um, hvussu tað stendur til á Føroya Løgtingi, tað fyrsta ein hugsar um er at har sita fólk, sum royna at spilla hvønnannan út og brigsla hvørjum øðrum eitt og annað, ein kann ikki lata vera við at halda, at har blíva privat mál og øvund blandað upp í og gloyma hvat teir eru valdir til.

Tað sær út fyri meiniga manninum, at andstøðan á tingi situr bara og mótarbeiðir og spillir fyri samgonguna.

Eitt tað grovasta dømið er hvussu Helena Dam á Neystabø verður illa viðfarin av undanfarna løgmanni og Kristiani Magnussen, sum í undanfarnu samgongu var landsstýrismaður í almannamálum.

Seinasta samgonga við Edmundi Joensen sum førara var sera óheppin innan almannaøkið. Sum øllum kunnugt so byrjaði samgongan við at Javnaðarflokkurin hevði almannamál og fíggjarmál um hendi, til frama fyri Kristian Magnussen, sum nú bleiv orðførari hjá Javnaðarflokkinum í almannamálum.

Tá so tann orðamikli, brasni Kristian Magnussen slapp fram at fatinum, fingu pensionistarnir mót aftur, men gakk, hann endaði í somu grøvini. Tá ið skeiðið var hálvt, fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni (slepti endanum).

Eftir eitt langt áramál við ongari prísregulering, har myrkrið hevði valdað, kom Helena Dam á Neystabø. Hon fekk broytt ta peningaligu upphæddina til almannamál munandi á løgtingsins fíggjarlóg til frama fyri tey gomlu og veiku í samfelagnum.

Tað kann væl vera, at onkur pensionistur, sum hevur onkrar aðrar inntøkur, hevði væntað sær meira, men fjøldin hevur fingið og fer at fáa eina munandi bata.

Tað eru tveir, sum leika mest í, teir vilja hava Helenu Dam á Neystabø frá. Tað sær út sum fyrrverandi løgmaður er at læra Kristian Magnussen at koyra landsstýrismenn frá, men eg rokni ikki við, at hann kemur at hava brúk fyri tí.

Míni ráð eru: latið Helenu Dam á Neystabø hava frið at fáa pensiónirnar í rætt lag, hon er til reiðar at rætta tað, sum kanska ikki er heilt rætt, tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eina nýggja pensiónslóg at rigga sum hon eigur.

Um hon verður koyrd frá, sum eg vóni ikki, so kenni eg ikki enn nakran, sum kann setast í hennara sess til frama fyri pensionistarnar.


Formaður fyri Landsfelag

Pensionistanna

Tómas Tómassonalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.

Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.


Tryggleikin

á gamalsaldri

Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.

Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.


Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag

Jóannes Eidesgaard