Srecko liðugur í KÍ

Jugoslaviski álopsspælarin verður ikki við í ferðalagnum, tá klaksvíkingar hósdagin koma aftur til Føroya

Samstarvið millum KÍ og jugoslaviska álopsspælaran Srecko Milisevic var ikki langlívað. Nú er greitt, at jugoslavin verður ikki við í ferðalagnum, tá KÍ ferðalagið í morgin kemur aftur til Føroya.

Srecko spældi 2. hálvleik í Beograd í sístu viku. Hann hevur ikki verið við klaksvíkingunum í venjingarlegu, og hann verður eftir í Jugoslavia, har hann skal royna at fáa meiri buturúr fótbóltsspælinum, enn tað eydnaðist honum í Klaksvík.

Vónin var, at jugoslavin skuldi fylla holið eftir Kurt Mørkøre, men tað eydnaðist ongantíð. Hann spældi fyrstu ferð við í 6. umfari, tá KÍ vann á B36 í Gundadali. Tríggjar ferðir var hann undan summarsteðginum við frá fyrsta bríksli í landskappingini, men tað var bara ein ferð, at hann spældi alla tíðina. Tað var móti Sumba á norðoyarstevnu. KÍ vann 9?0, og fremmandi maðurin slapp tvær ferðir at seta síðsta fótin á. Hetta vóru einastu málini, sum hann skoraði.


Venja nógv

Í dag er KÍ ferðalagið á veg til Keypmannahavnar, har teir skulu sova í nátt. Í morgin lenda teir aftur á klettunum, og so hava troyttu fótbóltsspælararnir frí inntil mánadagin. Tá fara teir undir síðstu fyrireikingarnar til landskappingina. KÍ skal annan sunnudag spæla á heimavølli móti oddaliðnum, HB.

Farleiðin úr Jugoslavia og til Danmarkar er tann sama, sum hon var á veg niður. Tað vil siga, at KÍ ferðast í bussi til Budapest og so til Keypmannahavnar í flúgvara.

Í Subotica í Jugoslavia hava klaksvíkingarnir ikki ligið á løtu síðuni. Teir hava vant tvær ferðir um dagin. Serligur dentur hevur verið lagdur á konditiónsvenjingina. Ábyrgdina av henni hevur ein jugoslavi havt. Hann eitur Zoran Ivanovic. Í 1972 umboðaði hann Jugoslavia í fimleiki í olympisku leikunum í München.

Leygardagin spældi Kí móti Spartak úr Subotica. Heimaliðið vann 6?1 móti troyttu klaksvíkinginunum. Teir komu framum 2?0 beinanvegin eftir persónlig verjumistøk.

Í síðstu løtu pyntaði Símun Joensen um, eftir at Arnold Joensen var farin ígjøgnum í høgru og hevði stungið fram ímillum. Símun Joensen var komin á vøllin fyri ein annan unglingaspælara, Kristian á Lakjuni. Í einari takling stakk liðbandsskaðin, sum Kristian hevur havt í fótliðnum, uppaftur. Tað hevði við sær, at hann hevur ikki vant síðani leygardagin.

Dysturin varð spældur á stadion, har Spartak, sum undan summarsteðginum flutti niður í næstbestu deildina, hevur heimavøll. Allir klaksvíkingarnir sluppu upp í part, og teir vóru so mikið troyttir í nógva hitanum, at frídagurin, sum teir eftir ætlanini skuldu hava mánadagin, varð framskundaður til sunnudagin.

jh