virksemið. Umvegis stórar havnaútbyggingar í Føroyum, eitt nú í Skopun og heima á Sandi, varð farið út um landoddarnar. Í áravís var hann við í fleiri stórum verkætlanum í Danmørk. Eitt nú táið hin øgiliga brúgvin [...] on the right place.” Jakku hevur ta serstøðu ímillum flestu skiparar í Føroyum, at hann er forævigaður í bókmentunum. Í einum nýbroti í føroyskum skaldskapi er skonnartin Kongshavn, ið hann átti saman við [...] deksljósini framvið keysingini skyggja sum mureldar í myrkrinum, tað er onki at í sjónum, kortini liggur Burgundia og vaggar mjúkliga, meðan hon isar í trossarnar og kimiliga kínir fendarunum. Har hevur
heit um hjartað, og í tilhaldum teirra rættvísu var mikil fagnaður og frøi.” Ja, mong kendu tað eins og Per uppi í Toft í Søldarfirði, tá ið hann fyrstu ferð helt føroysku Bíbliuni í hondini. Hann kroysti [...] prenting í Noregi Á sumri í 1939 fekk Jens av Reyni fatur á norsku prentsmiðjuni, Grøndahl & Søn í Oslo, sum átók sær at prenta Bíbliuna á føroyskum. Farið varð undir at seta tekstin um nýggjársleitið í 1940 [...] máli, umsett av Victor Danielsen, missioneri, og prentað á indiapappír av Bókaprent í Tórshavn, innbundin í skinn í Onglandi… … umsetarin hevur farið varisliga um tað málsliga og lagt dent á ikki at gera
troppaði upp á Djúpagilsvegi í Hoyvík: Í einu hondini hevði hon eitt skerpitjógv og í hinari eina jóladekorasjón. - Ja, eg helt, at tað mundi treingja til at hugna eitt sindur um í heiminum hjá einum gomlum [...] standa brúður leygardagin í heimkirkju sínari á Viðareiði. Hetta verður dagur í viku fyri brúðarparið og eisini fyri teir útivið 700 gestirnar, sum verða við til veitsluna í Vestmanna seinni um kvøldið [...] umborð á skipi sínum í Reyða Havinum. Kærleikin spyr kortini ikki um mørk og fjarstøðu, og Hákun hevði veruliga fingið eyguni upp fyri hesi megnarkvinnuni av Viðareiði. - Eg sá mangan myndir av Mamy í bløðunum
kvøða í dansi. Eg havi dansað nógv í Avhaldshúsinum í Havn. Hetta var í samband við, at vit fóru avstað við skipi. Vit plagdu at rógva til Havnar. ” Tað kom fyri at Jóannes Patursson var í dansi í Skálavík [...] Dánjal var føddur í 1898. Foreldrini vóru Malan úr Nýggjubúðini í Skálavík og Hanus Hansen úr Beddustovu í Dali. Longu sum smádrongur hevði hann veik eygu. 10 ára gamal fekk skaða í eyga av einari ho [...] pi tá. Og akkurát í hesum millumbilinum, meðan eg var í landi blivu skipini søkt, men allir komu til lands í øllum góðum. Hett er einasta ferð, eg havi fingið snudd umborð. Giftist Í 1925 giftist Dánjal
Virksemið Tá ið Bjarti legðist uppi, gjørdist hann ógvuliga virkin. Hann tók lut í tí, sum fyrifórst í Klaksvík bæði andaliga og tímiliga. Bjarti var limur í kirkjuráðnum 6 setur, og í stýrinum fyri Emmaus eini [...] Nattestad. Hann var úr Puntabyrgi á Tvøroyri, og hon úr Stórstovu í Hvalba. Bæði andalig undangongufólk í landi okkara. Sjólívið Bjarti var sjómaður í 15 ár. Hann royndi við slupp, skonnart, trolara, og so sigldi [...] skipið var fraktskipið hjá Kjølbro, Karin K. Við henni var hann í 1959 stýrimaður, tá ið Karin K við skipafylgi var í Eysturgrønlandi. Heimalívið Í 1957 giftist Bjarti Jónu Sofíu Sigurðsson. Hon var eisini hiðani
(Hendan greinin stóð í Vikublaðnum 23. januar í 2017) Eg visti slett ikki, hvat hann meinti við, men tá var tað farið at goysa. Skiparin bað okkum koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin. Tá vit [...] vit hugdu út, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum, sigur 79 ára gamli sumbingurin í Vestmannaoyggjunum, Varnik Niclasson Tá Vikublaðið vitjaði í Íslandi í heyst, vitjaðu vit eisini ein dag í Ves [...] royndu eftir sild norðan fyri og saltaðu umborð. Um heystið í 1963, tá eg just var komin aftur av skipi, var lýsing í føroysku bløðunum, har íslendskt felag søkti eftir royndum flekjarum til trolarar
Danielsen, sum var í Kongo í 1901-03. Her eydnaðist út frá nøkrum fáum stikkorðum at fáa fram eina nærum ókenda søgu um føroying, sum var í fremstu røð í bardaganum mótu yvirgangi úti í heimi. Ein slík frásøgn [...] . Teir fiskaðu í 46 tímar. Tá var Ísborg á tremur av kongafiski. Hann tók um 400 tons. Teir komu heim í mai. Útróður í Grønlandi So at rógva út í Borgshavn saman við kvívíkingum. Báturin æt Glansur og [...] kirkjugarðin her í Sørvági, og eg hugdi bara inn í kirkjugarðin. Hetta mól í heysinum á mær, hvat ið kundi fara at henda. Veðrið øtlaði, og tað gjørdist av allarringasta veðri. Eg hevði lagt meg í eina koyggju
Lars Larsen var tá 88 ára gamal, sum um nakar var undangongumaður í flogvinnu í Føroyum. Lars Larsen búði á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn, nú hann andaðist. Lars Larsen varð føddur á Tvøroyri í 1927 [...] at tað bar til. Soleiðis segði Lars Larsen, fyrrverandi stjóri á Flogfelag Føroya í drúgvari samrøðu við Sosialin í 2015. Hann greiddi frá, hvussu áhugin fyri flúgving varð kveiktur á blaðungum árum og [...] Vágum. Lars Larsen seldi alt virksemið á Grækarismessu 2007. Vit venda aftur til samrøðuna í Sosialinum 15. mari í 2015: Undangongumaður: FRAMVEIGS FLOG YVIR LARSEN Jón Brian Hvidtfeldt Hvar heldur tú tín
við skipi, so eg eri vanur við langar vaktir, sigur Símun og ansar eftir, at tað er nóg mikið av sjógvi í kørunum. Tey ganga 12 tíma-vaktir í tveimum skiftum. Frá 8 til 20 og 20 til 8. Arbeiða í seks [...] egnu makrelkvotu, fyrstu ferð í 2010. Ein avleiðing av hesi avgerð er, at føroysk skip sleppa ikki at fiska makrel aðrastaðni enn í føroyskum sjógvi. Í fjør slitnaði í samráðingunum um norðhavssildina [...] millum partarnar, og hevur í tí sambandi verið á fundi, bæði við fiskivinnukommisserin í ES, Mariu Damanaki, og landsstýrið. Í felags brævi til Mariu Damanaki í síðstu viku boðaði landsstýrið
hesi mongu ár. Í dag fegnast hann saman við øðrum, nú stjórin á virkinum, Regin Jacobsen, í ár er valdur til ársins leiðara í privatu vinnuni – og enntá í eini tíð, har flestu kurvar í vinnuni peika niður [...] inn á telduskipanina í eftirlitsrúminum, og uppi á kamari sínum kann hann eisini fylgja við, um alt koyrir, sum tað skal. - Skipanin stendur í fyrsta lagi til ymiskar komponentar í maskinrúminum, men hon [...] Eru avvik í skipanunum, sum ikki eiga at vera, fara alarmar í gongd. Dugnalig fólk Seinni í greinini fara vit at siga eitt sindur um leiðina hjá Ólavi - av Skála Skipasmiðju, har hann var í smiðjulæru