vann 6-0, og nú er seinni dysturin, sum verður á Sandi klokkan 13 í dag, bara eitt avgreiðslumál, áðrenn tað er greitt, at B36 í 1998 fer at hava lið í 1., 2. 3. og 4. deild. Hetta kemur sera væl við [...] seinni um kvøldið, tá tað verður opið hús í B36 húsinum. 2. og 3. lið eisini góð úrslit Næstbesta liðið hjá B36 flutti upp í 2. deild eftir kappingarlok í fjør. Og tað kann ikki sigast annað, enn at tað [...] framvegis heldur fast um avgerðina at fara frá sum formaður í felagnum: Aðalfundur verður í novembur, og tá skal nýggjur formaður veljast, sigur B36 formaðurin, sum upplýsir, at tað er sera stórur áhugi
onkrum leiki, so sum Oliver Twist er eitt dømi um. Norðurlandahúsið er hesuferð karmur um leikin, og eisini er eitt óvanliga stórt lýsingararbeiði farið fram, men hetta er bara gott at síggja. Norðurlandahúsið [...] tá trinið er um gátt, byrjar ævintýrið. Tað syrgir køni gandakallurin Edward Fuglø fyri. Hann hevur fyrr víst síni kynstur, so áskoðarin hevur sitið ovfarin, og hesuferð hevur hann drigið enn eitt meistaraverk [...] tá fyrispurningur um fígging til at byggja av fyrstan tíð varð sendur Norðurlandaráðnum. At tað so seinni bleiv avgjørt, at hús skuldi byggjast við víðari karmum, er bara at gleðast um, men ætlanin var
seinasta umfari. Hetta er fyrsta árið síðani 1993, at GÍ ikki kann kalla seg føroyameistari, og tað fer ivaleyst at kennast løgið hjá fleiri av spælarunum at fáa bronsumerkini hongd um hálsin, um teir vinna [...] hevur verið stutt, um ikki eingin, hjá teimum flestu. Tí er einki at siga til, at spælarar gleða seg til at fáa spælt seinasta dystin í ár, so kvøldini gjøgnum kunnu brúkast til annað enn fótbólt. Seinasta [...] ð frammanfyri B71, og hóast teir tapa dystin móti GÍ, er sannlíkt, at tað verða teir, sum skulu spæla um niðurflytingina. Skal B71 toga seg upp um teir, mugu teir fáa stig móti B36, samstundis sum FS Vágar
als ikki hevur skilt, hvat tað er fyri eitt málsøki hann umsitur. Sjálvandi kann eitt óhapp henda við einum skipi, men tað er meira enn tað. Tíðin er farin frá Trónda. Hetta átti landsstýrismaðurin fyri [...] samskifti hevur av íløgum, so er talan um ein triðing ella 40 mill. kr. av íløgunum. Men av hesum fær Strandferðslan til nýútvegan einans 3 mio., og hetta røkkur ikki til meira enn útskiftan av vanligum smáttaríum [...] na varuga við, at flotin er niðurslitin. Hann hevur ein meðaldur uppá 30 ár, og tað elsta skipið er 70 ára gamalt, meðan tað næstyngsta er Ternan, sum stendur á beding. Hon er 17 ára gomul. Strandferðslan
øðrvísi, er spurningurin um tað er rætt at byggja skúlan enn. Ein nýggjur skúli ger ikki útbúgvingina betri. Hin møguleikin er at útbyggja skúlan sum er. Men tað tekur eisini nógv longri tíð, enn at útbyggja [...] juni mánaða. Hetta hevur gjørt, at arbeiði at tryggja, at politisk semja er í samgonguni um at fremja útreiðsluskerjandi tiltøk ikki er nóg væl áleið komið....3 ³Útreiðsluskerjandi tiltøk3 er eitt nýtt, [...] flutningi ímillum útjaðaran og meginøki er nógvar ferðir størri nú, enn tað er. Og í dag er sambandið ikki tíðarhóskandi á nakran hátt. Tí haldi eg, at tað er heilt ófatiligt, at landsstýrið ikki tekur tær
Eitt, sum telur nógv í hesum sambandi er at fáa eldri fólk at greiða frá hendingum, sum tey minnast aftur á tá talan er um tannsjúkur og tannarøkt, og festa hetta á blað ella band. Eldri fólk, sum hava [...] vanliga eisini savningarkappingar. Og soleiðis er eisini í hesum føri, nú talan er um at skriva ritgerð og/ella savna inn tilfar í sambandi við tannasøguna. At meta um innkomna tilfarið verður sett ein dómsenvnd [...] »brendar tenn« mest sum ókend hjá okkum. Í tøkum tíma Tannasjúkur og tannarøkt er eitt lítið granskað øki í Føroyum. Hetta er tí eyðsýnt evni til eina ritgerða- og savningarkapping, har serligur dentur verður
spennandi er tað í øllum førum hvørja ferð, hann og guittarin báðir fara á pall og fylla salin. Men er Lena kanska enn ikki eins kend og eyðkend og Hanus í hvørjum heraðshorni, um enn nógvum, er her talan [...] orsøk til undirtøkuna er ivaleyst heystfrítíðin, sum eisini er í hesi vikuni, so at tað eisini liggur fyri hjá øðrum enn havnarfólki at fara í Norðurlandahúsið. Men ikki minst er festivalskráin í ár spennandi [...] og sama kvøld er eisini høvi til at hoyra finska bólkin EQ saman við Jukka Linkola spæla elitujazz, og fyrireikararnir dylja ikki, at her er talan um tilfar á høgum støði, sum avgjørt er vert at viðmæla
men tað er ikki frítt, at tú onkuntíð hugsar, at talan er um politiskt viljaloysi í staðin fyri ráðharraábyrgd. Síðsta dømið um hetta er uppskotið til fíggjarlóg. Tá pressan hevur spurt seg fyri um onkra [...] verður tað mett týdningarmikið at gera hetta, tá talan er um samgongustjórnir, og tað eru tað sum oftast. ? Tí tosa teir um regeringens koordinationsudvalg. Tað er ein nevnd, mannað við stjórnarlimum úr [...] onkra upphædd, sum er í uppskotinum, so verður sagt, at hetta er tað, sum umsitingin heldur skal brúkast til hetta málsøkið komandi árið, og samgongumenn skýra uppskotini, sum eru komin frá teirra politisku
sum ikki mugu vera longri enn tveir minuttir. Tað er vanligt, at formaðurin gevur tingmonnum høvi til viðmerkingar, men tað er bara formaðurin, sum hevur heimild at gera av, um loyvið skal gevast til v [...] og valfeburin fer at gera um seg, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur. Enda við stórum orðaskifti Hann hevur eitt uppskot um, hvat kundi verið gjørt fyri at minka um valfeburin tíðliga í tingárinum: [...] orðaskifti verið vanlig. Annað er tað um løgmansrøðuna, og hitt hevur verið fyrsta og onnur viðger av fíggjarlógini. Tey eru bæði um heystið. Endin á tingárinum hevur altíð verið merktur av, at ein rúgva av uppskotum
ella eftirløn, verður nógv størri um nøkur ár, verður sagt, og hetta verður borið fram, sum um tað í sjálvum sær er ein trupulleiki. Vit í javnaðarflokkinum síggja ikki hetta sum nakran trupulleika, men taka [...] sum nakað, ið vit eiga at fegnast um. Hetta er ein partur av vælferðini, ið vit hava verið við til at skapa, og sum so at siga øll vildu hava. Spurningurin er bara, um vit duga at leggja ein eftirlønarpolitikk [...] aðurin ásannar, at talið av teimum, sum skulu hava eftirløn (pensión) um nøkur ár verður munandi størri enn tað er í dag. Hetta er rætt. Men hvussu ætla landsstýrismaðurin og fólkaflokkurin at vit skulu