Landsstýrið ætlar at gera íløgur fyri 112 milliónir komandi ár, men tað er ikki viðgjørt í samgonguni. Tað verða teir harðliga átalaðir fyri
Hetta kunnu vit slett ikki góðtaka.
Tað er ófatiligt, at landsstýrið tekur luksusíløgur framum íløgur, sum eru bráðneyðugar.
Tað kemur ov ofta fyri í hesi samgonguni, at mál eru ov lítið viðgjørd, tá ið tey verða løgd fyri tingið.
Tinglimir úr samgonguni eru ikki blíðir, nú teir hava blaðað ígjøgnum uppskotið hjá landsstýrinum til fíggjarlóg fyri 1998.
Næsta ár hevur landsstýrið sett 112 milliónir av til íløgur av ymsum slag.
Men tað hevur landsstýrið gjørt, uttan at spyrja samgonguna annars eftir.
Tað hevur ongin politisk viðgerð verið í samgonguni um tær íløgur, sum landsstýrið ætlar at gera komandi ár. Tí hevur landsstýrið heldur ikki tryggjað sær politiska politiska undirtøku fyri tí, teir ætla sær. Og tað er harmiligt sigur sambandsmaðurin, Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini.
Tað hevur heldur ikki verið nøkur serlig politisk viðgerð av teimum sparingum, sum ætlanin er at fremja, heldur vágatingmaðurin fram
Hetta viðgongur landsstýrið eisini partvís.
Tí í viðmerkingunum til fíggjarnevndina stendur at ³....tíverri varð ikki gjørd nøkur semja um útreiðslukarmarnar fyrrenn í juni mánaða. Hetta hevur gjørt, at arbeiði at tryggja, at politisk semja er í samgonguni um at fremja útreiðsluskerjandi tiltøk ikki er nóg væl áleið komið....3
³Útreiðsluskerjandi tiltøk3 er eitt nýtt, fínt, politiskt orð fyri sparing.
Hetta er kjarnin í fíggjarlógini, sum landsstýrið nú hevur lagt fram, sigur Suni Jacobsen
Hann sigur, at líka illa stendur til viðvíkjandi íløgunum.
Samgongan vitsti onki um íløgurnar, fyrrenn vit lósu um tær í uppskotinum.
Hann sigur, at hetta eru íløgur, sum landsstýrismenninir sjálvir, hvør í sínum lagi hava sett á fíggjarlógini, uttan at tryggja sær at partamenninir í samgonguni taka undir við tí.
Ósemja í samgonguni
Tað er eisini stór ósemja um tær íløgur, sum ætlaniner at gera.
Tingmenn fýlast eisini á, at landsstýrið leggur so stórar ætlanir fram, uttan málini eru viðgjørd í samgonguni frammanundan
Harðligast til orðanna tekur formaðurin í fíggjarnevndini.
Tað er heilt ófatiligt, at landsstýrið tekur luksus íløgur framum íløgur, sum eru bráðneyðugar, sigur Suni Jacobsen.
Ein annar limur í fíggjarnevndini, Eyðun Viderø úr fólkaflokkinum, heldur, at hetta kann slett ikki góðtakast.
Tað kann ikki góðtakast, at vit, sum eru, ikki frætta um stórar ætlanir hjá ymsum landsstýrismonnum, fyrrenn í fjølmiðlunum, sigur hann.
Helena Dam á Neystabø úr sjálvstýrisflokkinum, sum er í fíggjarnevndini í løtuni sum varamaður fyri Álv Zahariassen, heldur, tað tað kemur ov ofta fyri, at mál verða ikki viðgjørd politiskt áðrenn tey verða løgd fyri tingið.
Luksusíløgur framum bráðneyðugar íløgur
Suni Jacobsen fýlist serliga á, at landsstýrið hevur tikið tað, hann kallar luksusíløgur framum bráðneyðugar íløgur.
Hann vil ikki rættiliga siga, hvørjar luksusíløgurnar eru. Men tað allarmesta, landsstýrið ætlar at seta pengar í, er luksus.
Hann spyr kortini so mikið:
Hava vit ráð at gera nýggjan fótbóltsvøll og nýggjan studentaskúla, uttan at seta eina krónu av til at binda útjaðaran í Førotum uppí meginøkið?
Og nettupp samferðslunetið heldur hann, at tað er heilt bráðneyðugt at leggja pengar í.
Tað yngsta strandfaraskipið er Súlan, sum er 10 ár. Í miðal eru strandfaraskipini 30 ár.
Tað er samferðslunetið, sum bindur oyggjarnar saman. Tí hevur samferðslan ómetaliga stóran týdning.
Nógv størri týdning, enn hon hevði fyri 10 árum síðani, tí tann stóra broytingin er, at útjaðarin í Føroyum livir av fiskivinnu. Og vinnulívið er broytt soleiðis, at tørvurin á flutningi ímillum útjaðaran og meginøki er nógvar ferðir størri nú, enn tað er.
Og í dag er sambandið ikki tíðarhóskandi á nakran hátt.
Tí haldi eg, at tað er heilt ófatiligt, at landsstýrið ikki tekur tær lívsneyðugu íløgurnarframum luksusíløgur.
Vil ikki taka lán
Suni Jacobsen sigur, at tað eru tríggir møguleikar at fíggja tær íløgur, sum skulu gerast. Tær kunnu setast á fíggjarlógina, tær kunnu koma á eina eykafíggjarlóg, ella pengarnir kunnu lánast.
Suni Jacobsen heldur, at einasti máti at fíggja tær íløgur, sum skulu gerast, er yvir raksturin á fíggjarlógini.
Eg haldi ikki, at talan kann verða um at taka fleiri lán. Tað er púra meiningsleyst. Heldur eiga vit at gera okkara ítarsta fyri at betala tey lán, vit hava aftur, so vit fáa minkað rentuútreiðslurnar uppá 400 milliónir um árið.
Í løtuni hava vit eina fíggjarlóg, sum riðar um javnvágina. Vit hava bundið okkum til at hava javnvág á fíggjarlógini og tað krúpa politikarar, sum álvari er í, ikki uttanum.
Og skal eykafíggjarlóg leggjast fyri tingið, fyri hetta og hitt, økir tað bara undirskotið.
Ikki vitað slíkt fyrr
Ein annar fíggjarnevndarlimur, Eyðun Viderø av Sandi, sigur hann hann hevur ikki vita slíkt áður - hóast hann ikki hevur so drúgvar royndir sum tingmaður í samgongu.
Hann sigur, at tað er vitleyst av landsstýrinum at leggja eina íløguætlan, sum slett ikki er viðgjørt í samgonguni áðrenn.
Eg havi hvørki hoyrt um Tórsvøll, ella nýggjan studentaskúla í Havn, fyrren eg frætti tað í útvarpinum.
Eyðun Viderø heldur, at tað kann slett ikki góðtakast, at samgongan leggur eina íløguætlan fram, sum ikki er viðgjørt í samgonguni. Vit hava ikki so frægt sum fingið tað at vita.
Tað kann ikki halda fram, at politikkur verður førdur á henda hátt, heldur sandoyartingmaðurin.
Eyðun Viderø tekur heldur ikki undir við summum av teimum íløgum, ætlanin er at gera.
T.d. heldur hann, at tað er púra viitleyst at brúka almennar pengar uppá ein altjóða fótbóltsvøll afturat tí, vit hava.
Í mínum hugaheimi hevur landsstýrið heldur onga serliga undirtøku fyri íløgum og sparingum. T.d tekur hann heldur ikki undir við ætlanunum at skerja pensjónirnar. Tað málið veit hann heldur onki um fyrrenn nú.
Hann fýlist eisini harðliga á, at hvørki hann, sum tingmaður fyri Sandoynna, ella tey, sum sigla við, eru ráðførd, nú skipasýnið setir Trónda so harðar treytir, at hann kann ikki brúkast meiri.
Sjálvur heldur hann ikki, att að kann koma uppá tal at leiga, ella keypa skip.
Vit skulu byggja nýtt skip og til tá mugu vit klára okkum við Tróndi, men hann skal sigla fleiri ferðir.
Tíverri ongin tíð
Helena Dam á Neystabø, sum situr í fíggjarnevndini í løtubi fyri sjálvstýrisflokkin, sigur, at tað tíverri ikki hevur verið stundir til nakra serliga, politiska viðgerð.
Men Tórshøll tekur hon undir við. Hon heldur, at altjóða luttøka í fótbólti er komið á eitt støði, at tað er neyðugt at halda fram.
Og tað er neyðugt at hava vøllin, har fólkið, og harvið inntøkumøguleikarnir, eru, og har umstøðurnar hjá útlendsku gestum okkara eru nóg góðar.
Hon leggur afturat, at pengarnir úr landskassanum verða ikki lætnir, fyrrenn øll fíggingin er greið. Tvs, at íløgan hjá landskassanum kostar onki, tí alt kemur innaftur í mvg og skatti av øktum arbeiði
Spurning við skúlan
Hinvegin ivast hon í, um tað er rætt at fara undir nýggjan studentaskúla.
Tað hevði verið rættari at viðgjørt, hvussu útbúgvingarnar til tey ungu skal skipast. Og verður niðurstøðan tann, at útbúgvingin skal verða heilt øðrvísi, er spurningurin um tað er rætt at byggja skúlan enn. Ein nýggjur skúli ger ikki útbúgvingina betri.
Hin møguleikin er at útbyggja skúlan sum er. Men tað tekur eisini nógv longri tíð, enn at útbyggja í Hoydølum.