gøtumonnum at byggja eitt so stórt skip til at fiska bíligan fisk hildu mong vera burturvið, so tað var meiri av vana og vælvild, at menn søgdu seg hava góðar vónir um skipið, tá tað kom. Á bryggjuni í [...] næstu árini gekst heldur frægari, sum stabbamyndin á síðuni eisini vísir. Hetta komst millum annað av, at menn komu eftir, at tað bar til at royna eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Undangongumaður í [...] hava fingið boð upp á tey fýra skipini og teirri loyvi og kvotur. Jákup Jacobsen sigur, at teir hava ongantíð fingið nakað veruligt boð - ikki á pappíri, sum hann tekur til. Hann viðgongur, at onkuntíð hevur
gula Boblan, sum m. a. hevur verið at sæð á mongum tiltøkum hjá Føroya Ellisakførum. Katrin Joensen á Argjum hevur altíð hildið VW-bobluna –VW Type 1 –verið ein áhugaverdan bil. Ein sera einfaldur [...] varð at hyggja at henni. Hon stóð í eini garasju, og har hevði hon ivaleyst staðið still rættiliga leingi. Hjólini vóru púra føst, og boblan fekst ongan veg. Onkur sum kom fram við helt fyri, at »hasin [...] nevnast, at hon hevur luftkøldan 4-sylindara boksaramotor við 1200 kubikkum og 34 DIN hestum. Eitt sermerki er, at setrini á hesum Jeans-modellinum eru polstrað við cowboy-toyi. Hetta var nakað illa falmað
ferðir upp á mál, at William átti at skrivað skaldsøgur, men hóast hann putlaði við prosa, so svaraði William vanliga, at hann føldi seg sum lyrikara og ikki sum prosaist. Hinvegin hevði hann hug at gerast [...] minni enn so altíð standa mát. Nobelkandidatur Tá ið Pól F. í 1960 frætti, at William Heinesen av mongum var mettur at vera verdur Nobelvirðislønina, fór hann í bløðini at gera vart við, at William Heinesen [...] seg, og í hesum føri er tað uttan iva ein avleiðing av, at heimlig mentafólk gingu á hann, at tað mátti ikki henda, at ein føroyingur sum skrivaði á donskum, fekk Nobelvirðislønina. Seinni, einaferð í 1980
leygardagin spæla á heimavølli ímóti KÍ: – Tað verður aftur ein stór avbjóðing ímóti illa sperdum liði. Vit fara at spæla okkara spæl, og vit vóna, at tað tá fer at eydnast okkum at tryggja okkum plássið [...] fer neyvan at bila tað stóra. Vit fara at venja saman við venjaranum alla vikuna, so vit vera væl fyrireikaðir í Gundadali, heldur Martin Tausen. Hóast tapið so er lítið sannlíkt, at AB fer at flyta niður [...] venjarin boð um, at Poul Ingason, sum var einsamallur í álopinum, skuldi fara í plássið, har Ragnar hevði verið, og at Ragnar skuldi fara fram í álopið. Tað gekk bara ein lítil løta eftir, at teir høvdu
n, so hevði eg farið heima aftur. Eg ræðist so illa at flúgva og tað var eisini nær við, at eg græt á ferðini, sigur Óli. Óli kemur fram í øllum góðum og fer til venjing. Hann minnist ikki navnið á felagnum [...] Ímyndin av Óla á vøllinum er, at hann er ein eirindaleysur verjuspælari, sum ikki er bangin fyri at brúka bæði kroppin og aðar snildir fyri at steðga mótstøðuni. Og so dámar honum ikki at tosa við fjølmiðlarnar [...] stendur upp á spæl. Undan næst seinasta dystinum er Julian á odda 8-4, men upp á tveir dystir skorar Óli fýra mál. – Julian fekk ongan kassa frá mær, men hann fekk ovmikið at drekka eftir at meistaraheitið
ágrýtnir So skjótt sum seinni hálvleikur var byrjaður, sást, at TB fór at gera meira við tað. Teir vóru meira ágangandi í verjuspælinum, og av tí sama fingu teir meir at arbeiða við fram eftir vøllinum [...] men illa vart og uttan málmann, men í staðin fyri at skjóta beinanvegin valdi Sasha at reka eitt sindur longur inn í brotsteigin, og tá hann so skuldi skjóta, vóru fleiri NSÍ-arar komnir aftur at verja [...] stað spældi Jónas Johannesen, sum hevur aldur til at spæla við dreingjaliðnum. Ungi TB-málverjin hevði ikki so øgiliga nógv at gera, men tá boð vóru eftir honum, røkti hann sínar skyldur, og málini hjá NSÍ
trívist fínt á vinstrabakki, men tað er einki dulsmál, at mín favoritt pláss er á miðvøllinum, har eg eisini kann gera nakað offensivt, so tað verður spennandi at royna seg á miðvøllinum á landsliðnum, [...] Dómurin hjá Tipsblaðnum er so sum so. Blaðmenninir á Tipsblaðnum meta, at gøtumaðurin skal betra um síni avrik í Aab troyggjuni. Súni Olsen er skjótur at svara aftur. Dagin eftir dómin í Tipsblaðnum verður [...] dysti, at hann longu nú er fastur fúsur á besta liðnum hjá AaB. -Eg hevði sett eitt hálvt ár av til venja meg við leikferðina. Tí eri eg rættiliga yvirraskaður av, at tað hava verið boð eftir mær so tíðliga
- Tað ganga so einar 4-6 vikur, áðrenn eg kann byrja at venja aftur, og tá er heystið so farið. Í løtuni siti eg bara heima, men tað verði eg nokk troyttur av í longdini. So eg fari nokk at ragga mær út [...] týdningurin í øllum føurm minimeraður eina tíð, nú hann hevur brotið beinið. - Hatta vóru øgiliga keðilig boð at fáa á sjúkrahúsinum. Men tað er ikki nógv, sum eg fái gjørt við tað, ljóðar tað úr telefonini [...] in, og tí eri eg heilt vísur í, at eg eisini hevði fingið spælitíð í hesum. Men ístaðin kann eg so bara fara at fyrireika meg til jólagávukeypið. Stórt annað er ikki at gera í løtuni. Hvussu langur verður
Honecker visti væl, at teir ikki kundu klára at basa einari politiskari revolutión í DDR við vápnamegi, uttan so, at teir fingu sterkan militeran stuðul frá Sovjetsamveldinum. Og tað var við at gerast rættiliga [...] Fólkatalið í DDR minkaði eftir stuttari tíð við fimm-cifraðum tølum. Panikkur í Pankow Pankow-bandin hjá Erick Honecker var nú so illa sperdur, at tað var næstan natúrligt, at menn tann viðgitna 9. november [...] ovurstórur, og hóast tað í DDR var strangliga forboðið at hyggja eftir vesturtýskum TV, so fylgdi meginparturin av eystur-berlinarum væl við fundinum á Schøneberger Rathausplatz. Fram ímóti glasnost og p
komin heim aftur, tí einki var at gera. Ella um hann er blivin so ringur, at hansara ferð er avlýst, og at hann hevur verið so vánaligur, at hann ikki hevur verið førur fyri at skriva dagbók. Deyðalýsingin [...] Heerup var úrmælingur Tað er alt, sum bendir á, at Egil ger Heerup órætt. Hann er kanska so ávirkaður av síni sjúku, at hann skal hava onkran at ilskast inn á. Hjalmar Heerup fær nevniliga sera gott eftirmæli [...] hampiliga á morgni, men út á dagin gerst hann verri við hosta og spýgging. Henda dag kemur Heerup aftur á vitjan. Hann heldur, at Egil hevur bronkitis, annars vóru lunguni, sum tey plagdu at vera. Tann