leggur at hjá okkum, og vit ikki lúka øll altjóða krøv, so kann skiparin á Bliki vænta, at hann ikki sleppur at leggja at í næstu havn, hann kemur til. Havnafútin har kann nevniliga nokta skipum at leggja [...] samfelagið. Tað fer sjálvsagt at ávirka inn- og útflutningin munandi, um farmaskip okkara ikki sleppa at leggja at. Hann sigur tó, at tað ikki bert eru havnirnar, ið koma at merkja munin. Eisini skipini [...] til, at hann skal koma oman at læsa upp, greiðir Jónsvein Lamhauge frá. Tey, ið arbeiða har úti fáa eitt kort, sum tey skulu draga ígjøgnum eina sleðu, so portrið fer upp. Jónsvein sigur víðari, at hetta
kristindóm, men um at hjálpa offrum fyri kynsligan ágang. Fitta og stuttliga maskan Kenslan av at hann hevði skyldina av, at hann varð misnýttur, gjørdi, at Arnbjørn altíð royndi at vera fittur og væl dámdur [...] royndi altíð at akta foreldrini, og hann gjørdi alt fyri at hava vinir. - Eg hevði alla tíðina hesa kensluna, at eg skuldi gera meg fortjentan at vera hildin av, sigur hann. Og tað tók langa tíð at koma burtur [...] hevur týdning at sláa fast, at offur ikki eru komandi misnýtarar. Hetta er ein mýta, sum forðar fyri at offur tora at standa fram. Men Arnbjørn sigur eisini, at óttin fyri manninum gjørdi, at hann tordi ikki
Súkklaði oman á kajuna Tá Petur á fyrsta sinni fór undir at selja, vóru umstøðurnar ikki av teimum bestu. Hann minnist afturá, at hann hevði einki koyrikort, og tí var noyddur at fara oman á kajuna á [...] - So eg fór drønandi oman á kajuna á súkklu at orna pappír upp á vørur, sum skuldu koyrast út, og tá eg var liðugur har, fór eg niðan aftur at bíða. Bíða eftir at peningurin fór at rulla inn, sigur Petur [...] hann fer at ferðast. - Men eg veit, at nú eri eg við at verða yvirhálaður av teldutøknini, so hóast mær dámar tað illa, so verðið eg noyddur til at gera eitthvørt við tað. Petur leggur afturat, at hann heldur
ein sera ríkandi listuppliving at líta at. Eygleiðir ein fyrst litir og litbrigdi í myndini, áðrenn hugt verður at formum og linjum, er myndin ein hóskandi byrjanarlykil at lata aðrar myndir hjá Anker upp [...] tað merkir at síggja klárt, og hann roynir sostatt at lýsa løtuna, tá alt klárnar í, sum tá skýggini hvørva, sum døgg fyri sól. Umráðandi tykist eisini vera at lýsa megi og máttir í náttúruni, sum t.d. streym [...] millum. Tá ið skýggj hvørvur er eygað sól. Tað ósigandi Ein annar lykil at nýta til at fáa myndirnar hjá Anker at lata seg upp, er at bera tær saman við hugburðin og skapanarreglurnar hjá listamanninum og
tóktist óttin fyri at missa hesa leiðsluna bera við sær, at liðið frá fyrsta bríksli eftir steðgin fór í verjustøðu. Her plagar ítróttarsálarfrøðin oftani at tosa um tað at »tora at vinna«, og kanska var [...] skolaðu oman móti málinum. Skotroyndirnar vóru nógvar í tali. Men ringast av øllum, so tóktist trýstið ikki at enda. Tað vanliga so týdningarmikla korterið tóktist als ikki at vera til, og heldur enn at seta [...] cypriotar loyvi til at vísa, at teir hóast alt hava fleiri spælarar, sum eru í altjóða flokki. Síðurnar vórðu tambaðar nógv úteftir, og serliga megnaði Stavros Georgiou at gera sær dælt av, at Súni Olsen ofta
fara teir út at fleyga. Húsið stendur beint við lundalandið. Jens Jensen sigur, at tey hava tað fatan, at øll vóru væl nøgd við túrin, og eingin helt tað vera ov nógv at gjalda 200 krónur. Tá tey komu heim [...] væl nøgdir við dagin, at teir umhugsa at gera fleiri túrar í summar við ferðafólki. Fyrsta dagin fara teir tríggir í Staksnevndini at tosa um hetta. Men tað er ein krevjandi uppgáva at átaka sær. Leygardagarnir [...] fólk til at fyriskipa at gera slíkar túrar við ókunnugfólki. Gerandisdagar eru øll til arbeiðis. Ein møguleiki kundi verið at farið sunnudag seinnapart, heldur Jens, sum tó leggur aftrat, at tjørnuvíkingar
gera sær vónir um at vera partur av gullstríðnum. Ein javnleikur á Skála og tap í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini mundi í øllum førum ikki vera tað, sum guli herurin hevði ætlað sær at fingið burtur [...] við sær. Annað var, at vestmannagenturnar gjørdust alt meira altráðar eftir at skora, nú møguleikarnir komu so lætt. Og hitt var sjálvandi, at væntandi VÍF málini góvu Kyndil høvi til at koma inn aftur í [...] nógv, sum bendi á, at Kyndil aftur ætlaði at arga VÍF. Nærum fimm minuttir gingu, áðrenn VÍF yvir høvur slapp framat í málskjótingini, men so gekk tað eisini skjótt fyri seg. Eftir at Kyndil hevði verið
Tann, sum av og á - fyri ikki at tala um regluliga - ferðast um Vestmannasund, sannar skjótt, at tað er verri enn so altíð, at tíðirnar í ferðaætlanini halda. Ikki tí, at siglt verður ov lítið. Heldur [...] steðg. Heldur verður tað soleiðis, at hesir steðgir, ið vera skuldu, gera tað møguligt at koma inn aftur í ferðaætlanina. ?Ikki er óvanligt, at vit ein arbeiðsdag upp á 16- 18 tímar sigla einar 22-24 túrar [...] av, at Sam skal sigla um Vestmannasund hesa seinastu Vestanstevnuna, áðrenn undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk. Tað fer ivaleyst at fáa nakað av fólki at gera túrin vestur, tí tey tá vita, at ferðslan
við úr sjónvarpinum, at Áki eftir stuttari tíð hostaði vatn upp og byrjaði spakuliga at anda aftur. - Vit fingu sjálvandi ein skelk, tá ein drongur ringdi og segði, at Áki var um at drukna. Eg hevði staðið [...] staðið. Áki var bleikur og tóktist ikki at kenna okkum, men tað gjørdi hann kortini. Eg sá at Rógvi sat og tosaði við politistarnar, men eg sansaði ikki at fara yvir at tosa við hann. Eg fór bara við Áka í [...] skjótt at fáa hjálp á staðið. Men tá boðini komu um at ein drongur var um at drukna í Kongshylánni, ivaðust menn eina løtu í, um hetta var ein liður í venjingini. Men tað var skjótt gjørt greitt, at her var
Tóroddur seg vera lidnan við at tekna súkklurnar, sum eftirhondini eru vorðnar eitt slag av eyðkennismerki fyri listamannin. Grundina til, at hann byrjaði at tekna súkklur, sigur hann vera útsýnið frá íbúðini [...] da di da di da di. Og tó at hetta í fyrstani tykist sum tilvildarligt fyri ikki at siga svakligt møsn, gerst skjótt greitt, at rútman er afturvendandi í hvørjari reglu, og at tað enntá kundi ljóðað sum [...] Pappírslist Sum kunnugt hevur pappírslistin verið hildin at vera bíligari og ikki eins fín og týdningarmikil sum málningalistin. Hetta kemst m.a. av, at pappírið ofta hevur verið brúkt til skitsur til tað lidna