René Hjelm
Ein dagin kom ein innbjóðing við postinum. Teksturin á kortinum boðaði frá fernisering hjá Anker Mortensen í GalleríLarsBorella í Keypmannahavn, men samstundis tóktist myndin eftir Anker á kortinum eisini at vera ein fyriboðan um ávísa broyting í teimum annars løttu hugløgunum, ið vanliga eyðkenna listafínu myndirnar hjá Anker.
Meldurrørslur
Á veg inn í gallaríið er tað serliga ein mynd úr bókini Akker, sum Anker Mortensen gav út í 2001, sum lotar í huganum. Talan er um myndina aftur ígjár (2001), tí júst henda myndin er ein sera ríkandi listuppliving at líta at. Eygleiðir ein fyrst litir og litbrigdi í myndini, áðrenn hugt verður at formum og linjum, er myndin ein hóskandi byrjanarlykil at lata aðrar myndir hjá Anker upp við. Tí tað, sum í fyrstuni tykist vera ein óvikandi yvirflati, ella bara ein fløt mynd við figurum og formum, verður sum frálíður um ein hyggur gjølla eina løtu ein livandi og rúmlig mynd við meldurkendum rørslum í luftini og á sjónum. Ein mynd, ið avmyndar umskiftið í náttúrruni eins og verður heimurin til av nýggjum í eygunum á tí, sum lítur at.
Á henda hátt ber eisini til at síggja ta fyrstu stóru myndina í røðini av málningum á framsýningini, sum her hevur fingið heitið vinden blæser hvorhen den vil. Í stílføring líkist hon myndini aftur í gjár, men eisini er hon á leið, sum vit kenna nógvar myndir hjá Anker Mortensen, sum hon skyggir í óendaliga nógvum bláum litbrigdum á svartari grund. Hon er eisini væl komponerað, tí hvørt lítið penslastrok hevur so at siga týdning. Samstundis elva hesi penslastrok til áðurnevndu meldurkendu rørslur og rakstrarmáttir, umframt eitt sorgblítt huglag, ið hugfangar&
Kingosálmamoll
Næstu myndirnar í røðini eru døkkari, og huglagið í summum av myndunum hjá Mikines koma einum til hugs. Sum frálíður og komin hálva leið gjøgnum framsýningina fáa fleiri og fleiri myndir fastari og fastari tak á sálini og komin til myndina musik i mol er heldur torført at draga andan. Ljómaðu tær fyrstu myndirnar á framsýningini í dur, so ljóma hesar í moll kingosálmamoll, og um ikki ber til at tosa um sálarligan jarðskalvta, so ber í hvussu er til at tosa um eina opinbering ella epifani av tí slagnum, sum ikki bara tekur andan, men eisini øll orð og tankar úr heilanum. Og so átrokandi og sálarsterkt virkar musik i mol inn á eyga og tilvit& at neyðugt er við einum íhaldi úti í túninum til tess at vinna sálarliga fótafesti aftur.
Innafturkomin sæst at henda myndin, eins og nógvar aðrar hjá Anker, hevur ein serskildan andaligan dám við kjølfestu í átrúnaðarliga heiminum. Men ein ávís broyting er eisini rættiliga týðilig, eisini fagurfrøðiliga, tí serliga litirnir eru broyttir, men tað eru formar og figurar tó eisini, hóast eyðkendu bátarnir framvegis eru at síggja her og har. Eitt nú eru myndirnar vorðnar meira koloristiskar, soleiðis at skilja, at størri dentur nú er lagdur á litirnar sum undirstøði og sum megintilfarsliðir í myndunum, enn á formar og skipan. Sum hjá koloristunum verður rúmið í myndunum til eins nógv gjøgnum litir, sum gjøgnum formar og linjur. Summir litir eru baktjald, aðrir longur frammi og fremst í myndini, sum eisini nevnt í byrjanini viðvíkjandi myndini aftur ígjár. Sostatt er sjálvandi eisini neyðugt at líta væl og gjølla at øllum litbrigdunum í myndini, men afturfyri sæst so eisini aftaná eina løtu, hvussu litbrigdini so við og við skapa rúmið, ja, heimin. Á henda hátt roynir Anker somuleiðis at lýsa rekmáttir í náttúruni, umframt tað, ið allatíðina broytist: vindin, skýggini, havið.
Komin at enda á framsýningini gerst vónin um at síggja glottar og dimmalætting í teimum seinastu verkunum veruleiki. Eitt nú í myndum sum digt i dur og forklarelsen, og serstakliga myndin som den gyldne sol frembryder (Kingo) er á at líta ein sonn opinbering av tí bjarta slagnum, har máttmiklir litmótsetningar huggrípa. Myndin er eitt kraftaverk, og hon boðar frá góðum veðri og jaligari framtíð. Og ikki minst vekur hon umhugsan bæði so og so&
Tá eygað er sól
Framsýningin hjá Anker Mortensen vísir okkum ein sera gávuríkan og dugnaligan listamann, ið hevur eitt djúptøkið innlit í frumsnið og í upprunaliga listarliga skapan. Við stílfrøðiligum og andbornum medviti megnar hann at skapa og miðla livandi og viðkomandi list, har ein leiðregla tykist vera tvídrátturin millum tað einfalda og margfaldaða.
Ein aðalspurningur hjá Anker sum listamaður tykist vera, hvat tað merkir at síggja klárt, og hann roynir sostatt at lýsa løtuna, tá alt klárnar í, sum tá skýggini hvørva, sum døgg fyri sól. Umráðandi tykist eisini vera at lýsa megi og máttir í náttúruni, sum t.d. streym og vind og samstundis at lýsa skiftið í veðrinum, ið ávirkar eygu og sostatt huglag okkara. Hann leitar m.a. eftir einum dýrdar ikoni, eftir løtuni har sólin dagar undan, sum mangan kann kennast sum eitt slag av opinbering ella epifani nærum av tí guddommiliga slagnum, sum t.d. eisini sæst á myndini sum ígjøgnum sortar skýggja (2000), sum eisini er at finna í bokini Akker.
Men í hesi bók eru ikki bara myndir. Nei, her er eisini ein annar frálíkur lykil til fleiri av verkunum hjá Anker: talan er her um eitt tekstbrot, sum Anker sjálvur hevur skrivað. Og til ber at lesa brotið fagurfrøðiliga, sum eitt slag av skapanarreglu hjá Anker sjálvum:
Sum tá sinnið flytur seg, sum tá ið tankin loysnar og hvørvur er skýggj, ið dettur oman í havið, og ein dropi søkkur niður á botn og verður ein perla í goggu. Ljósið í rúminum í høvdinum.(&) At nærkast tí andaliga, sum allatíðina er har. Stjørnur sum lýsa hóast eygu blunda. Vindurin sum boyggir gras í rúminum í høvdinum, tá ið lotar. Eisini havið. Tað ljósið sum býr í list og í rúmum í hjørtum. Og aftanfyri eygnalok. Tá ið skýggj er frammanfyri eygað og skýggj er aftanfyri eygað, er eygað mitt í millum. Tá ið skýggj hvørvur er eygað sól.
Tað ósigandi
Ein annar lykil at nýta til at fáa myndirnar hjá Anker at lata seg upp, er at bera tær saman við hugburðin og skapanarreglurnar hjá listamanninum og yrkjaranum Paul Klee. Teir hava mangt í felag, skapanarætlan og listfatan viðvíkjandi. Hetta er eyðsæð, tá vit lesa fagurfrøðiligu tekstirnar hjá Klee í bókini Paul Klee, sum Malmö Konsthall gav út, men eisini um vit bara lesa eitt ørindi úr einari yrking uttan heiti hjá Klee frá 1914: Die Schöpfung/ lebt als Genesis/ unter der sichtbaren Oberfläche/ des Werkes (Paul Klee, Gedichte, s. 82). Ein málningur sum Maanens duuer (2000) hjá Anker fær lættliga ein at hugsa um Klee, men eisini aftur ígjár (2001), og haraftrat nógvum tekningum. Felagsnevnarin er m.a. lætta stílføringin, har figurar og formar, sum t.d. bátar, tykjast at sveima í leysari luft lið um lið, so at miðsavnandi perspektivið í fyrstu atløgu tykist vera sett úr gildi, samstundis sum huglagið er lætt og sveimandi.
Og hinvegin kemur omanfyrinevndi teksturin hjá Anker einum í huga, tá Klee tosar um listaliga skapan, - til dømis tá Klee sigur, at listaverkið ikki eigur at endurgeva ella spegla náttúruna beinleiðis, men heldur at varpa ljós á fjaldar lógir, kreftir og máttir í náttúruni og á tann hátt at miðla listaliga upprunaligar og skapandi náttúrumáttir, ið vanliga liggja handan eygað (Paul Klee, s. 38).
Og hóast munurin teirra millum er, at Klee her kanska mest er ontologiskur og romantikari í hugburði, meðan Anker í sínum teksti er meira epistemologiskur og modernistiskur, so royna teir báðir tveir - eins og eitthvørt veruligt listafólk - at lýsa og at siga tað, ið ósigandi er&
Og hvat? Hvussu eru myndirnar tá viðkomandi, og hvussu kemur list so yvirhøvur mær við? Jú, niðurstøðan kom, tá føroysk listafólk at enda savnaðust í køkinum og fóru at práta um framsýningina við atliti at lívsroyndum, samleika og sannleika, og í mun til aðrar lívsspurningar& og har Amariel Norðoy stutt og greitt segði: Eg eri til, ája& - vit eru til!.