Rólant í Skorini, sum er formaður í siðsemisnevndini og til tað orðaskifti, sum var í Krosskasti í SvF. Í báðum førum varð greidliga mælt frá at samtykkja eykajáttanina, so granskingin kann fara í gongd [...] at hetta málið ikki er so einfalt, sum tað verður gjørt til. ? Í morgin (í dag, blmð) hittast ættargranskarar úr øllum Føroyum til stevnu í Havn fyri at stovna felag. Hesi fólk eru sera hørm um, at teirra [...] eisini á, at ávís sjúka finst í Føroyum, sum kann sporast aftur til Bøhmen í Týsklandi. Men har eru eingir tilburðir av sjúkuni, tí øll tey fólkini eru burtur. Men sjúkan florerar í Ísrael. Hetta helt hon átti
sum tey halda sjálvi. Eg fari nógv heldur út at renna einar fimm til 10 kilometrar, sigur hann. Í Føroyum hevur Tummas Jákup íðka nakað av ítrótti. Hann hevur runnið og súkklað. Hann ger tað, tí hann kennir [...] Hetta hava tey skipað á tann hátt, at skáp og stólar, sum tey aloftast hava funnið í einum loppu- marknaði, sum er í tveimum teimum niðaru hæddunum, verða sett upp so, sum tey hava hug. Á hendan hátt ber [...] hugnaligt. Og hugnaligt er tað at sita hjá friðarliga gøtumanninum við einum kaffikopppi í aðrari hondini og einari banan í hinari. Longsul skapar list Soleiðis sita vit báðir, meðan vit práta um veður og vind
Tú kennir teg vera mitt í rokanum á Omaha Beach í Normandínum. Skotríðurnar eru áhaldandi í minsta lagi trý korter í nýggja Spielbergfilminum Saving Privat Ryan í Havnar Bio í hesum døgum. Frumframførslan [...] aftur í, at vit hava nógv at fegnast um - vit, sum eru so heppin ikki at hava vaksið upp í hasi tíðini og í einum slíkum landi, sum sendir ungar mans í deyðans kjaft. Hóast vit halda okkum liva í siviliseraða [...] og filmurin verður sýndur í Havnar Bio í tvær vikur afturat. Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan at gera av, um filmurin skal síggjast. Hóast filmurin er ein krígsfilmur í gamlan stíl, so er kortini
fegin um at hava upplivað Alaska, og hann ivast ikki í, at vitjanin hevur givið luttakarunum nógv at hugsa um, nú eisini vit í Føroyum ætla okkum í gongd við oljuvinnu. Sjálvur heldur hann, at tað hevur [...] staturin Alaska í roynd og veru hevur rikið ein vinnu- og økismenningarpolitikk, sum minnir um tann politikk, ið var rikin í Føroyum, tá vit fingu línubátarnar og flakavirkini. Hesar fyritøkur vóru í stóran mun [...] høgtmentaðu fólk í Barrow, heldur Jóannes, ið sum kunnugt er doktari í søgu og sum hevur granskað søguna hjá upprunatjóðum í Norðuri. Jóannes Dalsgaard gjørdist ikki sørt hugtikin av fólkinum í Barrow, sum
aftur Tjaldrinum verður møguliga reistur í tinginum Tað er ein av oddamonnunum í samgonguni, Heini O. Heinesen, formaðurin í vinnunevndini, sum ætlar at reisa málið í tinginum. Men hann ætlar at geva landsstýrinum [...] sum eru í gildi, hugsar hann mest um økisfriðingarnar. -Vit hava nógvar økisfriðingar undir Føroyum. Hava vit ikki strangt eftirlit við teimum, enda vit aftur í sama ruðulleika,sum vit vóru í frammanundan [...] vaktarskip undir Føroyum, sigur formaðurin í vinnunevndini. Hann sigur, at tað er sera umráðandi fyri seg, at landsins myndugleikar hava eftirlit við teimum lógum og reglum, sum eru í gildi. -Og tað fáa
Mortensen er enntá toliliga vísur í, at tað fer at eyndast at finna eitt skip -Eg ivist ikki í, at vit finna eitt skip, so at tað verða tvey vaktarskip undir Føroyum, í hvussu so er tað tíðina, tað er mest [...] milliónir. Í løtuni er Ólavur Halgi vaktarskip hjá oljuvinnuni í Norðsjónum, men Kaj P. Mortensen sigur, at tað verða øðrvísi krøv sett til eitt skip, sum skal røkja vaktartænastu undir Føroyum. Tí í Norðsjónum [...] verið góð. Men leitað verður framvegis. Og Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri ivast ikki í, at tað fer at eydnast. Í farnu viku frættist, at menn vóru farnir til Noregs at hyggja eftir einum skipi. Men tað
til andøvsgul av ymsum ættum, út á dagin veksur hann upp í hvassan vind av eystri ella landsynningi, móti kvøldi veksur hann upp í skrið ella storm av suðri ella útsynningi. At byrja við turt, men út á dagin [...] Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi. Skýggjað við heglingsælingi, vátaslettingi ella kavaælingi, móti náttini væl av avfalli. Hitin millum 0 og 4 stig. Veðrið mikudagin og hósdagin: [...] hósdagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, av útnyrðingi. Kavaælingur og onkrir sólglottar. Seinni minkar hann vindin, og tað verður longri millum kavaælini. Hitin um frostmarkið. Fríggjadagin: Lot til
okkum at arbeiða, sigur formaðurin í felagnum, Maria Jacobsen, sum í 14 ár hevur undirvíst í kvøldskúla í ættargransking. Í stríð við lógina Á fundinum, ið var í Nesvík í vár, har avrátt var at stovna æt [...] og gjørt lógir fyri felagið. Um hálvt hundrað fólk tóku lut á stovnandi fundinum, sum var í MBF-húsinum í Havn. Í nevndina komu Maria Jacobsen, sum er formaður, Katrin Mørkøre, Jóna Lindenskov, Elin Midjord [...] nógv at siga fyri føroyingar, hetta at kunna leita aftur í ættini til sín uppruna. Leygardagin varð felag stovnað fyri ættargranskarar. Tað var í vár at stig vórðu tikin til at seta ættargranskingarfelag
bróta inn í kaffivognin á kajini. Teir vórðu steðgaðir áðrenn teimum eydnaðist at koma inn. Friðarligt vikuskifti Aðra staðni í Føroyum frættist ikki um nakað óvanligt. Tvey smærri ferðsluóhapp vóru í Eysturoynni [...] tríggjar bilarnar í stoytinum. Náttina til leygardagin var ein 20 ára gamal maður handtikin, tá ið hann var við at bróta inn á Sjómansheimið í Havn. Áðrenn handtøkuna hevði hann gjørt um seg fyrst í Steinatúni [...] ein 26 ára gamal maður at seta eld á bilarnar, sum stóðu parkeraðar á Skálatrøð í Havn. Tað eydnaðist honum at bróta inn í ein bil og at seta eld á forsetrið. Løgreglan kom á staðið, áðrenn størri skaði
upptøkuroynd á Meiarínum í Havn í sambandi við, at Leikarafelag Føroya fer undir at seta upp ein nýskrivaðan føroyskan sjónleik. Fimm leikarar eru í leikinum, teir fýra eru settir við fólki í felagnum, og til [...] sjónleik. Vit fáa í øllum førum nakrar royndir, sum vit seinni kunnu gera gagn av. Tá ið tað snýr seg um nútíðarleikir eru vit langt aftanfyri onnur lond. Hví eingin skrivar sjónleik í Føroyum, veit eg ikki [...] Sýningar vera trý-fýra kvøld um vikuna allan mars og apríl mánaða, og møguliga nakað inn í mai. Leikurin verður fyrst spældur í Havn og síðani verður farið at ferðast kring landið.