fyri einum stórum ári síðani hekk í klønum landsliðstráði, var ein brandur í høgru. Hann hevði neyðuga sjálvsálitið, og hann var ágrýtin og avgjørdur. Miðvallararnir stríddust sum hestar. Fróði Benjaminsen [...] við. Leygardagin var Sveis á Svangaskarði. Teir fóru avstað aftur við einum sera teprum 1?0 sigri. Hann taldi trý stig, og tað var væl skiljandi, at gestirnir vóru sera fegnir. Føroyskur landsliðsfótbóltur [...] verður roknað við, at føroyingar skulu fáa stig ímóti. Leygardagin var møguleikin kanska størri, enn hann nakrantíð hevur verið. Sveisiska liðið var sera tamt. Í 4?4?2 uppstilling við hollendska meistaramanninum
men tað er greitt, at hann verður ikki ímillum teir fyrstu ellivu, um hann ikki er púra frískur at spæla. Allan Simonsen vil ikki gera viðmerkingar til uppstillingina, men hann er fegin um at hava Jón [...] seinastu tíðina sæð, at hann eisini er skilagóður og tryggur í miðverjuni. Um Christian Høgni ikki verður tøkur, kann roknast við, at Jón Rói Jacobsen verður í álopinum, og so verður hann yngsti spælarin nakrantíð [...] nakrantíð á føroyska landsliðnum. Helgi L Petersen verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu. Um hann skal skrásetast fyri sín fyrsta landsdyst, so verður tað ivaleyst sum innskiftari fyri ein av miðvallarunum
vágbingum, og tá Óli Hansen so eisini fekk longt útsparkið, stóð Helgi L. Petersen brádliga púra leysur, og slíkan møguleika skal hann ikki hava tvær ferðir. Eftir hetta royndi GÍ sum mest at binda fyri [...] Hetta kom, tá Hans Pauli Petersen úr høgru sendi ein bólt innfyri. Eingin vágbingur tóktist at ansa Helga L. Petersen, og so kundi toppskjúttin skora sítt næsta mál í dystinum. Tá Helgi fyrst hevði sett [...] bendir enn á, at gøtumenn verða steðgaðir fyribils. VB-GÍ 1-2 (0-1) 0-1: Helgi L. Petersen 6 1-1: Birgir Jørgensen 70 1-2: Helgi L. Petersen 83 Dómari: Birgir Sondum (B36) VB: Bjarni Johansen ? Predrag
undanfarnu umførunum hevur hann havt størri leiklut, enn hann hevði á Eiði, har tað serliga í 1. hálvleiki gekk fyri seg í so ovarlaga. Hans Fróði Hansen vann nógvar luftbóltar, men hann var ikki altíð so heppin [...] verið meiri málsøkin, enn hann var hesa ferð. Sámal Joensen og Helgi L. Petersen eru lyklaspælarar á oddaliðnum í Gøtu. Helgi skoraði bæði málini í kærkomna 2?1 sigrinum, og hann má ivaleyst metast sum at [...] málið, men annars var hann nógv spakari, enn hann plagar at vera. Jón Rói Jacobsen var ein tann besti HB maðurin, men tað sigur ikki so nógv. Rógvi Jacobsen var lítið eyðsýndur (hann var mesta partin av
ikki verður við hesa ferð. Helgi L. Petersen var í hópinum, tá Føroyar í 1997 á heimavølli vunnu 2?1 ímóti Malta. Helgi var á beinkinum allar 90 minuttirnar, og síðani tá hevur hann ikki verið í landsliðshópinum [...] teir tríggjar ella fýra ferðir høvdu sent boð eftir Helga, men at hann hevði borið seg undan. Í sama blaði segði Helgi, at nú var hann tøkur á landsliðnum, og í gjár sendi landsliðsvenjarin boð eftir honum [...] Í gjár kunngjørdi Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hvørjar átjan spælarar hann ætlar at hava við til heimadystirnar ímóti Sveis og Jugoslavia. Einki er at ivast í, at venjarin hevði viljað havt tveir
ikki við sunnudagin. Hann hevur verið plágaður av fótskaða, sum hann fekk undir venjing í síðstu viku. Mánakvøldið royndi hann at venja, men tað bar einki til, og týskvøldið vandi hann uttan bólt. Símun Joensen [...] sunnudag. Í hesi vikuni hevur hann ikki vant saman við liðfeløgunum, men teir í Runavík vóna, at hann verður tøkur ímóti KÍ. Gert Langgaard fekk ein løst í Klaksvík. Hann hevur ikki vant saman við hinum [...] Løkin í hesi vikuni, er Trygvi Mortensen. Í síni tíð var hann ein tryggur aftasti skansi á besta liðnum hjá NSÍ, men nú eru fleiri ár síðani, at hann var fastur málverji. Í fjør og í fyrraárið var Trygvi
soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Herfølge BK, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Óli Johannesen, Hvidovre IF, Hans Fróði Hansen, B68, Pól Thorsteinsson, B36, Johan B. Hansen, OB, Allan Mørkøre, HB, Øssur Hansen, B68 [...] Rógvi Jacobsen, HB, Jákup á Borg, B36, Kurt Mørkøre, Sogndal IL, Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Helgi Lamhauge Petersen, GÍ og Uni Arge, HB.
Johan Nielsen er royndasti føroyski venjarin. Hann kennir allar spælararnar í føroyskum fótbólti út og inn, eingin megnar taktiska spælið betri enn hann, og GÍ liðið er framúr væl skipað. Tað hevur verið [...] seg væl, og so er Óli Hansen nú farin at skora mál so at siga hvørja ferð ? akkurát sum hann gjørdi, áðrenn hann flutti úr NSÍ og til GÍ. Gøtumenn siga sjálvir, at hópurin ikki er nóg breiður, men tað [...] umfarið í landskappingini. Áðrenn vit koma so langt fer Allan Simonsen at boða frá, hvørjar átjan hann vil hava at umboða Føroyar ímóti Sveis og Jugoslavia, og í hvussu so er í tí sambandinum fæst at vita
fekk Henning kortini fatur á bóltinum, og tá hann so sendi innfyri, leyp altíð vandamikli Helgi L. Petersen upp og stútaði bóltin í málið. Kanska hevði hann ikki farið inn, um ikki Arnbjørn avrættaði, og [...] sera væl til sjóndar, tá hann varð fluttur niðan í álopið. Her hevði hann til uppgávu at halda bóltinum, fyri síðani at stinga út í síðurnar ella at snara sær, og júst í hesum er hann so avgjørt besti leikarin [...] Nielsen ferð eftir ferð tykist prógva, hvussu væl hann altíð er fyrireikaður. Aloftast megnar hann at finna júst røttu spæliætlanina, og heldur hendan ikki, er hann eisini maður fyri at fremja neyðugu broytingarnar
um hetta, kundi svarið bent á, at Helgi kann rokna við at fáa landsliðsboð ein av fyrstu døgunum. - Helgi er ein leikari, sum leingi hevur verið inni í myndini. Hann varð jú úttikin fyri nøkrum árum síðani [...] Martin ikki svara, um Helgi verður úttikin hesa ferð, og tó. Meira beinleiðis verður tað neyvan frá einum hjálparvenjara. - Sum sagt, so hevur Helgi givið avboð fýra ferðir. Nú má hann sjálvur koma við eini [...] seinasta árið tykist hann vera gliðin heilt úr myndini. Í ár hevur hann tó aftur víst nakað av tí, sum gjørdi hann fastan á landsliðnum, og hjálparvenjarin tykist heldur ikki útiloka gøtumanninum á nakran hátt