Landsliðsprát
Ein av áskoðarunum í Gøtu sunnudagin var hjálparmaðurin hjá Allani Simonsen, Jógvan Martin Olsen. Ørindaleysur var hann sjálvandi ikki til dystin.
- Tað eru jú fleiri leikarar, sum eru inni í myndini, og so má mann sjálvandi meta um, hvussu hesir eru fyri, var svarið vit fingu, tá vit spurdu, um talan var um ávís ørindi.
Helgi kann fáa boð
Tað er eingin loyna, at ein leikari, sum veruliga hevur gjørt um seg fyrstu umførini av kappingini, er Helgi L. Petersen, og tá vit spurdu Jógvan Martin um hetta, kundi svarið bent á, at Helgi kann rokna við at fáa landsliðsboð ein av fyrstu døgunum.
- Helgi er ein leikari, sum leingi hevur verið inni í myndini. Hann varð jú úttikin fyri nøkrum árum síðani, og vit hava alla tíðina havt eyguni við, hvussu hann hevur staðið seg. Tað hava eisini verið boð eftir honum einar tríggjar ? fýra ferðir afturat, men her hevur talan hvørja ferð verið um avboð, sigur Jógvan Martin.
Spurdur beinleiðis, vil Jógvan Martin ikki svara, um Helgi verður úttikin hesa ferð, og tó. Meira beinleiðis verður tað neyvan frá einum hjálparvenjara.
- Sum sagt, so hevur Helgi givið avboð fýra ferðir. Nú má hann sjálvur koma við eini melding, um hann er tøkur til landsliðið ella ikki.
Come-back til Henning
Henning Jarnskor, ið aftur í ár er at finna á GÍ-liðnum, var leingi eitt av føstu álitunum hjá Allani Simonsen, men seinasta árið tykist hann vera gliðin heilt úr myndini. Í ár hevur hann tó aftur víst nakað av tí, sum gjørdi hann fastan á landsliðnum, og hjálparvenjarin tykist heldur ikki útiloka gøtumanninum á nakran hátt.
- Eg haldi ikki mann kann siga, at Henning er farin úr myndini. Í fjør hevði hann sera truplar umstøður, har hann eitt skifti var í Danmark, og tað var kanska nakað av hesum, sum speglaðist aftur í avrikunum. Hann sær tó veruliga út til at hava vunnið seg fram aftur í ár, og tað sigur seg sjálvt, at ein maður við slíkum royndum ikki er at forkasta, um so er, at tørvur er á honum.
Trupul uppgáva
Annars tykist tað verða ein sera trupul uppgáva, sum landsliðsvenjararnir hava, nú landsliðið um stutta tíð skal takast út til teir báðar komandi landsdystirnar.
Rúgvan av skaðum, sum vit umrøddu í hósdagsútgávu okkara, tykist bara at veksa, tó at tað enn tykist vera ivasamt, hvussu álvarsligir skaðarnir eru. Hvørki Uni Arge ella Christian Høgni Jacobsen vóru á sínum liðum sunndagin, men fyri báðar tykist talan ikki at vera um somikið álvarsligar skaðar, at hesir forða fyri landsliðsúttøkuni. Meira ivasom tykist støðan við Pól Tórsteinsson at vera, og sum Jógvan Martin sjálvur sigur at enda, so tykist talan í løtuni at vera um eitt sera turbolent tíðarskeið hjá landsliðnum.