viðtala úti á bygdunum. Sjálvt um umstøðurnar eru tær bestu við allari nýggjari tøkni, og kommunurnar kunnu vísa á hølir til læknar, í hvørfall í Skopun eingin ivi um tað, sama er í hinum bygdunum. Men nú sær [...] mikudagin um hesi viðurskifti. Núsitandi landsstýrismaðurin, Bill Justinussen, eigur ongan lut í hesum trupulleikanum, tí hann hevur sitið so stutt, hesin trupulleikin er gamal. Men havi eg álit á honum
mikukvøldið kundu hoyvíkingarnir leggja seg heilt nær at liðunum, sum stríðast um bronsuna. Útlitini fyri hesum vóru eisini á eini leið. Tjaldur hevur alt árið verið niðasta liðið í deildini, og tó at runavíkingarnir [...] bronsuna. Og sum úrtøkan hevur verið í endaspælinum, so er eisini orsøk at halda, at hoyvíkingarnir kunnu røkka enn longur. Tað er nevnliga bert VÍF, sum hevur fingið fleiri stig í endaspælinum. Hjá Tjaldri
alivinnan skuldsett fyri at dumpa prísin á síli, sum verða seld í ES. Hóast ongin avgerð er tikin í hesum málinum enn, hevur Vinnuhúsið fingið at vita frá álítandi keldum, at ES fer uttan iva at taka málið [...] Og møguligur tollur, ella aðrar marknaðarforðingar, hava heldur ikki so stóran týdning. Sum er, kunnu vit bert útflyta 700 tons av sílum til ES, tollfrítt. ? Hinvegin eru dumpingmál sum hesi ógvuliga
húskið hevði eisini ynskt at búð í Vági í nógv ár framyvir. Men av tí at ovurviðkvæmi er í familjuni, kunnu tey ikki halda fram við at búgva í Vági. Marianne Telling heldur ikki, at føroyingar eru serliga [...] Marianne eitt sindur ill um. Hon hevur tosað við fólk í bygdini um hetta, og sjálv sigur hon, at hesum kanst tú liva við eina tíð, men ikki í longri tíð. Marianne Telling og maðurin eiga trý smá børn,
skulu hava atgongd til breiðbandsinternet við árslok næsta ár. Umframt at lítlar bygdir ella oyggjar kunnu taka seg saman og útvega sær internetsamband í felag, so er hendan nýggja tænastan eisini ætlað fyritøkum [...] Ísland sum ein møguligan marknað. Í øllum førum spæla teinur og fjarstøða ikki so stóran leiklut í hesum tráðleysa fjarskiftissamskifti, sum bert skal finna sær leiðina upp til fylgisveinin, ið sveimar í
gingið leysur í eina tíð, stendur tað nú Kristiani í boði at kunna døma saman við donskum dómara, og hesum møguleika hevur hann tikið av. - Hetta kappingarárið havi eg dømt saman við Sámali Hansen, og vit [...] við dómarafelagnum, sum vit nú hava stovnað. Tað er tó so, at tað tekur nakað av tíð, áðrenn vit kunnu fáa eitt nýtt ella kanska tvey føroysk dómarapør á altjóða stigi, sigur Kristian Johansen at enda
leiktir í bestu mansdeildini í hondbólti um vikuskiftið. Fyri oddastríðið er hin mest spennandi av hesum helst, tá StÍF vitjar hjá Neistanum. Hetta eru liðini, sum stóðu ovast á talvuni, tá grundspælið endaði [...] liðini, KÍF og H71, sum skulu takast. Fyri bæði hesi er galdandi, at tey við einum sigri av álvara kunnu leggja seg út í bronsustríðið. Serstakliga kollfirðingar hava fleiri í ár havt møguleika at leggja
útreiðslur í samband við víðlíkahald ella klassing o.s.fr. Við øðrum orðum eykajáttanir, ið ikki kunnu noktast. Spurningurin er so, hví hesar upphæddir ikki vóru við í upprunaligu fíggjarætlanini. Tá man [...] hækkar talið av eldri fólkum, so hækka útreiðslurnar eisini, um tænastan skal verða eins. Í nógvum av hesum økjunum noyðist tingið so uppí aftur við einari eykajáttan, tí demografisk viðurskifti eftir øllum
til Klaksvíkar eina aðru ferð at halda Boccia kapping. Boccia fyri øll Tað er ÍSB, sum skipar fyri hesum kappingunum kring landið, men so eru tað lokal fólk, sum taka sær av fyrireikingunum. Í Klaksvík vóru [...] Klaksvík. Eini átta venja hjá teimum hvørt hóskvøld. Margee sigur, at Boccia er eitt spæl, sum øll kunnu fáa gleði av. - Nógv halda, at Boccia bert er fyri rørslu- og menningartarnað, men tað er tað slettis
sleppa bilar undan at sleipa seg niðan á hálva Hovsegg, samstundis sum bæði SEV og telefonverkið kunnu leggja kaðalar ígjøgnum handa, heldur enn at fara upp í fjøllini. Og so fer tað eisini at gera ætlaðu [...] milliónir bíligari. Petur Hammer sigur, at hansara vón er, at suðuroyingar standa sum ein maður í hesum máli og ikki góðtaka, at landsins myngugleikar sleppa at kroysta eina loysn niðuryvir okkum, sum ikki