Sum útlærdur rørsmiður er Gerhard Lognberg ikki best útbúni løgtingslimurin. Men í løgtinginum er tað einans fyrrverandi partamaður hansara Kristin Michelsen, sum forvinnur fleiri almennar krónur enn Gerhard Lognberg.
Sum tit kunnu lesa aðrastaðni á hesi síðu, so hevur Gerhard Lognberg gjørt ógvuliga nógv burturúr at lýsa seg sum verji arbeiðarans í Javnaðarflokkinum, sum sambært honum er ein akademikaraflokkur. Men tað munnu vera nógvir akademikarar, sum øvunda Gerhardi Lognberg lønina, ið hann fær.
Løgtingsløn og samsýningar
Sum løgtingslimur fær Gerhard Lognberg 36.242,04 krónur í løn um mánaðin. Aftrat tí fær hann aðrar samsýningar og endurgjald, sum løgtingið eisini rindar honum.
Gerhard Lognberg er limur í formansskapi løgtingsins. Hetta gevur honum eina samsýning á 2000 krónur. Soleiðis kemur lønin frá løgtinginum upp á 38.242,04 um mánaðin.
Gerhard Lognberg fær eisini, eins og allir aðrir løgtingslimir, útgoldið borðfæ, sum er 2000 skattafríar krónur um mánaðin. Aftrat hesum fær Gerhard Lognberg eisini koyripengar. Tað fáa øll løgtingsfólk, sum ikki búgva í Havn, Hoyvík ella á Argjum. Upphæddin vaksur longur burtur frá løgtinginum, tú býrt, og tá tú býrt í Sandoynni eins og Gerhard Lognberg, so fært tú 3110 skattafríar krónur um mánaðin í kostnaðarendurgjaldi, sum tað rópast.
Við øðrum orðum fær Gerhard Lognberg útgoldið 38.242,04 krónur umframt 5110 skattarfríar krónur frá løgtinginum um mánaðin.
Tríggjar almennar lønir
Løgtingslønin er tó bert ein av trimum almennum lønum, sum Gerhard Lognberg móttekur. Hann er eisini borgarstjóri í Skopunar kommunu. Her er ikki talan um eitt fulttíðarstarv, men fyri hetta arbeiði fær Gerhard Lognberg árliga útgoldið 204.553,92 krónur, tað vil siga 17.046,16 krónur um mánaðin.
Sum løgtingslimur og borgarstjóri hevur Gerhard Lognberg tó ikki meiri at síggja til enn so, at hann kann vera leiðari á Ambulansutænastuni í Sandoynni. Løgtingslimurin og borgarstjórin tekur sær ikki av sjálvum flutninginum, tað hevur hann onnur fólk til, men Gerhard Lognberg er leiðari.
Hann hevur eina avtalu við Sjúkraflutningstænastuna, sum gevur honum 45.000 krónur um mánaðin fyri at røkja tær uppgávur, sum hetta inniber.
Gerhard Lognberg vil sjálvur vera við, at hann fær nærum onga løn fyri hetta. Hann hevur onnur fólk í starvi og tískil eru tað einans nakrar krónur, sum fella í hansara lut um mánaðin, sum hann sjálvur tekur til. Hvussu nógv hetta er, segði Gerhard Lognberg seg ikki hava stundir at svara uppá.
Greitt er tó, at løgtingslønin og borgarstjóralønin geva Gerhardi Lognberg 55.288,2 krónur um mánaðin, umframt 5110 skattafríar krónur.
Soleiðis fer mánaðarlønin hjá Gerhardi Lognberg væl upp um 60.000 krónur um mánaðin. Aftrat tí kemur so tann parturin, sum hann rindar sær sjálvum í løn fyri at vera leiðari á Ambulansutænastuni á Sandoynni.
Men tilsamans renna altso fleiri enn 100.000 almennar krónur á kontoina hjá Gerhardi Lognberg hvønn mánað.
rolant@sosialurin.fo
Lønin hjá Gerhard Lognberg
36.242,04 í tingmannalønin
2000 krónur, limur í formanskapinum
2000 krónur, borðfæ (skattafrítt)
3110 krónur, kostnaðarendurgjaldi (skattafrítt)
17.046,16, borgarstjóri í Skopunar kommunu
umframt løn sum leiðari á Ambulansutænastuni í Sandoy