Miðlafólk, serliga á loftmiðlum, tykjast í alt størri mun hava trongd at varpa ljós á seg sjálvan, heldur enn evnið, ið tey eru sett at lýsa og greina fyri lurtarum og hyggjarum.
Vit kunnu kanska flokka fyribrigdið undir nútímans narcisismu. Hettta at halda nógv av sær sjálvum. Tað tykist, sum vilja øll í dag fegin standa nakin, fyri at fáa sínar 15 minuttir í ljósinum.
Hetta heldur ódámliga, og heldur óføroyska fyribrigdið, sleppa vit øll í dag at íðka á facebook. Men sjálvsframsýningin fær ein annan dám, tá miðlafólk í loftmiðlunum dyrka seg sjálvan, ofta fyri almenna løn, heldur enn at tæna fólkinum, og fylgja kallinum um at halda eitt vakið eygað við øllum samfelagsviðurskiftum.
Tað løgna er tó, at ofta kemur henda sjálvsframsýning best til sjóndar í royndum at avdúka eitthvørt. Kanska onkra politiska gølu. Tað vil siga, at júst í royndini at spæla 4. statsvaldið, fer alt av sporinum, tí fokus og upptøkulinsan peikar ikki rættan veg.
Og harvið er tað júst við flestu hyggjarum, at fólksins útsendu snáva, tí sjálvgleðin og sjálvgreðin gerst ov tung byrða, og ryggurin er ov veikur, so góð gomul føroysk eyðkenni, so sum moralur og eyðmýkd, verða blakað fyri bakka.
Ein leikari, ið ikki sannførandi fer eftir bóltinum, men heldur hugsar um hár og um at tekkjast áskoðarum, kann skjótt detta um strikurnar á víðvøllinum.
Trúvirðið minkar stigvíst, so hvørt sjálvsmyndin køvir ætlaða innslagið um eitthvørt evni, ið skuldi havt alstóran týdning, og sum skuldi gjørt samfelagsligan mun. Men ístaðin fellur alt til jarðar eftir stuttari løtu, so sum popularitetur hevur lyndi at gera.
Sera jaligt er, at tað er vorðið vanligur táttur at ummæla list og mentan. Men eisini ummælarar hava hetta við at seta seg sjálvar framum tað, ið skal umrøðast og ummælast. Ódámligt, og ikki er tað ofta, at ein nýtir møguleikan at dempa ella sløkkja, men nú er tað stundum neyðugt, um ein ikki kroppsliga skal kenna seg illa, tá slíkt hendir.
Miðlafólk eiga at fáa bæði beinini niður á jørðina aftur. Tí bara við at fara heilt niður, so fast kennist undir føti, ber til at lyfta tíðindaflutning og ummæli upp á eitt støðið, har allur ivi hvørvur og skýggj av ódámligum og ófrættakendum sjálvsmyndum ikki køva hómingina av, hvat tað nú var, sum meiningin var at siga, greina ella ummæla.
Landsins fremsti skemtari hevur fingið eyguni upp fyri hesum fyribrigdinum við sjálvsframsýning, og tað átti at vakt fólk úr søta sjálvrúsandi vakurleikasvøvninum. Ein kann sum kunnugt ikki sita báðu megin borðið. Rætt er ongantíð at skera alt yvir ein kamb, men havið hetta í huga, tit miðlafólk, ið kenna – ella áttu at kent – at akkerið ikki heldur.
Er hetta grenj? Ok, kanska! Men tak hetta sum eina áheitan, heldur enn atfinning. Ikki minst fyri tykkara egnu skyld, freistast ein at siga. Gott í tykkum!