skyldu. So tú kanst ætla, at tað var ein øgilig ábyrgd at leggja á eina so unga gentu, og tað kom at hava ávirkan á allan mín barndóm og allan mín uppvøkstur, sigur Sølva. Tað, at verða avskorin frá sínum [...] var dømt at enda, tí sjálvt um Sølva hevði hugsað, at hon fór at gerast meiri góð við mannin við tíðini, so hendi tað ikki. Eisini var rúsmisnýtsla næstan gerandiskostur í hjúnarbandinum, og at enda hevði [...] eitt kvøldið koma ein maður at tosa við meg. Tað vísti seg at vera David Cassidy, ið er bróður til heimskendu, men nú deyðu Evu Cassidy. Hann spurdi, um eg hevði hug at koma at syngja í einum orkestri, hann
sigur Sonne Smith, sum møguliga fer at geva røðina um indiánarar í Norðuramerika út í bók eisini. - Ikki fyri at reypa. Men eg minnist, at Uni Arge einaferð segði, at hesar sendingarnar eru legendariskar [...] fleiri áheitanir, gjørt av at geva tilfarið út í bók. Orsøkin var hin einfalda, at hann metti søguna um jødarnar vera somikið áhugaverda, at hann í samráð við Hans Holm avráddi at skriva tilfarið niður og [...] báðir kammirátarnar. Guds útvalda land At teir á sinni valdu at gera eina røð um jødarnar komst av, at Hans Holm hevði nevnt hetta rættiliga ofta. - Eg staðfesti, at við teirri miklu og objektivu vitan,
Eg veit fullvæl, at eg altíð kann gerast sjúkur aftur, men læknarnir siga, at nú eri eg í sama vandabólki, sum øll onnur, í at fáa blóðkrabba. Nú sær alt gott út, og so tími eg ikki at hugsa alt hitt. [...] ikki, at nakað álvarsamt var áfatt, men fór allíkavæl til lækna, tí hann var so illa fyri. Læknin bað hann fara á ambolatoriið at taka blóðroyndir, men av tí at Teitur var so sjúkur, valdi hann at bíða [...] ógvusligt til at kunna passa. Eg havi ongantíð verið sjúkur ella havt trupulleikar við heilsuni, so tú kanst ætla eg bleiv kløkkur, sigur Teitur. Hann minnist, at hann ikki visti, hvat hann skuldi siga í tí løtuni
umhvørvinum í Føroyum til Keypmannahavnar at fylgja dreyminum um at liva av tónleikinum. Um sangin “Greener” sigur Beinir: “Eg skrivaði “Greener” í 2020. Meðan eg sat og hugdi út á fjørðin og sá grønu fjøllini [...] lýsir longsulin til heimstaðin, og tvístøðuna at fara heiman fyri at uppliva okkurt nýtt – ein avgerð, sum kann verða torfør og røtt samstundis. “Eg minnist væl, tá eg skuldi spæla “Coming Home” live fyrstu [...] hugsaði eg, um grasið veruliga er grønari hinumegin, sum so mangan verður sagt. “Greener” snýr seg um at droyma, og er samstundis bæði byrjanin til nýggju plátuna og eitt nýtt tíðarskeið í mínum lívi.” Saman
Jens andaðist 08-01-1997. Um Hansinu er annars at siga, at hon er ein sera gløgg og vitandi kvinna. Hon hevur eitt ótrúliga gott minni, og dugir sera væl at siga frá. Hon er sera snøgg, bæði handaliga og vandaliga [...] Hann plagdi, um lírarnar, at taka eitt lamb at hava feskt, nú eplini vóru so mikið búgvin, at takast kundi upp til ein døgurða. Tað var so forkunnugt at fáa ein feskan kjøtbita omaná alla sildina og saltmatin [...] kunnu siga, at hetta var ikki júst nakar stórbýur at vaksa upp í. Men náttúran lá so har, mestsum órørd, við øllum sínum vakurleika: Fjørðurin, sandurin, ósin, Fjarðará og Svínagjógv. Og ikki at gloyma
okkurt slag av skrásettum parlagi. Tey siga, at talana er um eitt uppskot sum tryggjar samkyndum øll borgarlig rættindi, uttan at broyta hjúnabandslógina. Tað vil siga, at tað skal ikki kallast eitt hjúnalag [...] óvæntað, at hon ikki vil skriva undir, tí hon er ein av teimum, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið um at loyva samkyndum at giftast. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tá ið samgongan er sloppin at leggja [...] slag av skrásettum parlagi. Andstøðan hevur eisini roynt at fáa 17 tinglimir at skriva undir upp á, at uppskotið kann leggjast fram Men støðan er, at tað eru bara tey 16 umboðini í andstøðuni, sum vilja skriva
eydnaðist tað at bjarga lívinum, tí Ståle beinanvegin kom undir læknahond. Tilburðurin hevði við sær, at Ståle helt uppat at spæla fótbólt. Enn røkist einki fyri, at Todi Jónsson verður førur fyri at spæla fótbólt [...] dómarin gjørdi av, at dysturin skuldi ikki takast uppaftur. Sunnukvøldið komu boðini um, at ungi maðurin var deyður. Danski fótbóltsheimurin er skelkaður, og á middegi í gjár gjørdi DBU av, at dysturin skal [...] Tað plagar at vera úti í stóru verð, at tað hoyrist um sorgarleikir og vanlukkur í sambandi við fótbólt. Sunnudagin kom hetta eitt sindur nærri føroyska veruleikanum. Fleiri føroyingar taldust millum
vikurnar, at flestu liðini fara at skifta allar tríggjar inn, sum tað er loyvt at senda av beinkinum og inn á vøllin. Skaðar ber tað illa til at verja seg ímóti burtursæð frá, at tað ofta vísir seg, at teir [...] Men tað ber til at skifta ímillum, og tá er tað, at tað hevur so ógvuliga stóran týdning, at avloysararnir eru so mikið góðir, at støðið verður varðveitt. Hetta er ikki bara sum at siga tað. Feløgini eru [...] konur og børn, og so er avbjóðingin hjá venjaranum at syrgja fyri, at passa venjingina soleiðis, at spælararnir bæði sinniliga og likamliga so at siga eru uppi á dubbunum, tá ið teir renna inn á vøllin
i síðu, at bankarnir skulu fáa tilførdan ein likviditet uppá ca. 100 milliardir krónur, ikki til bankarnar at goyma, men til at læna út aftur til kundarnar. So fæst at síggja, um hetta fer at virka. Í [...] sum sær út til at hava rakt allan heimin. Virðisbrævamarknaðir, bankar, virkir, privat húsarhald, statskassar, alt sær út til at verða rakt av kreppuni. Flestu halda, at byrjanin er at finna í USA fyri [...] Føroyum sær eisini út til, at bankarnir eru heilt uppsteðgaðir. Tað ljóðar, at føroysku bankarnir eru væl fyri, eisini við likviditeti. Men kortini siga teir beint fram, at teir vilja heldur verja likviditetin
bara hjá okkum øðrum at vóna, at hvíldin er komin somikið væl við, at talan í 60 minuttir kann gerast um eitt satt føroyskt liðavrik, har allir stríðast fyri øllum. Og so ikki minst, at áskoðararnir í størri [...] roynir at fáa fram til skot, og so hava teir ein risa stóran strikuspælara, sum eisini ger nógv um seg. Mett eftir hesum, so er einki at ivast í, at føroysku leikararnir í enn størri mun skulu royna at koma [...] veikasta landið í bólkinum, men so bjartskygdir tykjast teir, sum vara at føroyska liðnum, tó ikki at vera. - Tað er sjálvandi rætt, at Belgia helst er tað liðið, sum hava bestan møguleika ímóti, men teir