Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð

Andstøðan følir seg traðkaðan á av samgonguni

Hetta er ikki serliga fólkaræðiligt og tað er heldur ikki serliga reiðiligt.

Tað heldur kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Og tað, sum er fallið honum fyri bróstið, er, at samgongan vil ikki lata andstøðuna sleppa at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið.

 

Síðsta freist at leggja upskot fyri Løgtingið, áðrenn tingið fer í summarfrí um nakrar fáar vikur, var fyri einum mánaði síðani.

 

Skulu uppskot kunna verða løgd fyri Løgtingið eftir tað, krevst, at 17 tinglimir skriva undir og vátta, at tað kann verða lagt fram.

 

Og tað er ein møguleiki, samgongan hevur brúkt nakrar ferðir, men Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at samgongan vil ikki lata andstøðuna fáa somu sømdir.

 

Andstøðan hevur nevniliga eitt uppskot klárt at leggja fyri Løgtingið um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum.

 

Andstøðan vil ikki taka undir við uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast. Ístaðin hevur andstøðan snikka eitt uppskot til um okkurt slag av skrásettum parlagi.

 

Tey siga, at talana er um eitt uppskot sum tryggjar samkyndum øll borgarlig rættindi, uttan at broyta hjúnabandslógina. Tað vil siga, at tað skal ikki kallast eitt hjúnalag, men okkurt slag av skrásettum parlagi.

 

Andstøðan hevur eisini roynt at fáa 17 tinglimir at skriva undir upp á, at uppskotið kann leggjast fram

 

Men støðan er, at tað eru bara tey 16 umboðini í andstøðuni, sum vilja skriva undir uppskotið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður.

 

Sostatt manglar bara ein undirskrift frá samgonguni fyri at uppskotið kann leggjast fram. Men tað er ongin av teimum, sum vil skrivað undir. Heldur ikki Sonja Jógvansdóttir, sum er uttanflokstinglimur, vil skrivað undir.

 

Men tað kemur neyvan óvæntað, at hon ikki vil skriva undir, tí hon er ein av teimum, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið um at loyva samkyndum at giftast.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tá ið samgongan er sloppin at leggja yppskot fram eftir at tíðarfreistin er farin, plaga andstøðan esini at sleppa, fyri rættvísi skal vera í.

 

- Men nú hevur pípan fingið annað ljóð, tí nú er eingin møguleiki at vit sleppa at leggja okkara mál fram, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann minnist einki dømi um, at andstøðan ikki er sloppin at leggja uppskot fyri Løgtingið á jøvnum føti við samgonguna, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at talan er um eitt etiskt mál, og sosatt er heldur ikki talan um eitt samgongumál, tí í etiskum málum plaga tinglimir at fáa frælsi til at atkvøða eftir síni egnu sannførining.

 

Hann harmast um, at samgongan í so smáum, fólkaræðiligum skón og hann heldur ikki, at hetta er serliga demokratiskt.

 

Løgtingsformaðurin, Páll á Reynautúgvu, hevði tað stuttu viðmerking, at tað stendur øllum frítt fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið, áðrenn freistin fór fyrst í mars.

 

Samstundis hevur LGBT gjørt púra greitt, at samkynd vila ikki hava eina skipan við skrásettum parlagi, tí tey vilja hava sama rætt at giftast sum pør av hvør sínum kyni.