Nú hevur fær bonkurin týdning

Næstu vikurnar verður trýstið á spælarunum í bestu fótbóltsdeildini óvanliga stórt, og tí hevur tað stóran týdning at eiga góðar avloysarar

Fótbóltur

 

Fótbóltslíkindini hava seinastu vikurnar verið rættiliga góð. Tað lættir um hjá øllum pørtum – teimum sum spæla, teimum sum hyggja og teimum sum í feløgunum hava ábyrgdina av, at alt gongur, sum tað skal.

Tað er stutt millum dystirnar. Serliga hjá teimum sum framvegis eru partar av steypakappingini. Mikukvøldið í síðstu viku vóru fyrru hálvfinalurnar á skránni. Í gjár var 7. umfar í landskappingini, hósdagin og sunnudagin verða aftur umfør í landskappingini, mikukvøldið í næstu viku vera seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini, og annan sunnudag verður aftur spælt í landskappingini.

Tað setur stór krøv til spælararnar og ikki minni krøv til venjararnar, at tað er so stutt millum stóru avbjóðingarnar. Spælararnir røkja dagsins uppgávur í arbeiði ella útbúgving, samstundis sum teir ikki skulu gloyma konur og børn, og so er avbjóðingin hjá venjaranum at syrgja fyri, at passa venjingina soleiðis, at spælararnir bæði sinniliga og likamliga so at siga eru uppi á dubbunum, tá ið teir renna inn á vøllin til næsta dyst.

Víkingavenjarin, Jógvan Martin Olsen, segði í gjár, eftir at Víkingur hevði spælt ímóti bygdarmonnum hansara í B68, við Rás2 og Sosialin, at tað fram ímóti dystarenda í tøttu uppgerðini kendist, at hansara menn mikukvøldið høvdu verið í tættari steypauppgerð, meðan B68 ikki hevði spælt dyst síðani næstsíðsta sunnudag.

Síðstu løtuna setti B68 eyka orku inn í strembanini eftir at vinna øll stigini. Venjingarstøðan hjá Víkingi er ivaleyst eins góð, sum hon er tað hjá B68, men í gjár knípti tað hjá Víkingi síðstu løtuna at finna eyka girið. Uppgerðin mikukvøldið í Fuglafirði sat framvegis í kroppinum.

Venjararnir eru tilvitaðir um, at stórt trýst er á spælarunum. Tí sóu vit í gjár, at nógvar skiftingar vórðu gjørdar, og tað fer ivaleyst eisini at vera soleiðis næstu vikurnar, at flestu liðini fara at skifta allar tríggjar inn, sum tað er loyvt at senda av beinkinum og inn á vøllin.

Skaðar ber tað illa til at verja seg ímóti burtursæð frá, at tað ofta vísir seg, at teir, sum eru í góðari venjing, verða ikki so ofta skaddir, sum teir, ið ikki eru í góðari venjing. Á sama hátt er tað við kortum og harvið leikbannum.

Men tað ber til at skifta ímillum, og tá er tað, at tað hevur so ógvuliga stóran týdning, at avloysararnir eru so mikið góðir, at støðið verður varðveitt. Hetta er ikki bara sum at siga tað. Feløgini eru fíggjarliga kroyst, og tí vilja tey ikki hava ov stórar útreiðslur, og tað kann so bera við sær, at talið á góðum eykaspælarum ikki er so stórt. Ungir menn sita spentir og bíða fyri at sleppa framat, og tað kann væl vera, at vit næstu vikurnar fara at síggja onkran ungan spælara rættiliga koma fyri seg.