Tveir fryntiligir jassar sita í sofuni. Teir minnast aftur á tíðina, tá ið teir gjørdu sendirøðir um heimsins lond og fólk fyri Útvarp Føroya.
Teir báðir vinmennirnir, journalisturin Sonne Smith og leksikalski lektorurin Hans Holm, sum, umframt at báðir tosa tvørámál, hava eitt í felag: Ein brennandi áhuga fyri øllum heimsins fólkum og londum.
Ein áhugi, sum gav tilfar til í minsta lagi 150 útvarpssendingar árini 1985-1997. Sendingar um heimsins fólk og lond, um hvussu fólkini liva, um teirra siðir og søgu, um politikk og landafrøði. Spennandi samrøður millum journalistin og serfrøðingin, sum rúnarbundu fólk til lurtitólið í áravís.
Nú sendirøðin um søgu jødanna varð endusend í útvarpinum í fjør, hevur Sonne Smith, eisini eftir fleiri áheitanir, gjørt av at geva tilfarið út í bók. Orsøkin var hin einfalda, at hann metti søguna um jødarnar vera somikið áhugaverda, at hann í samráð við Hans Holm avráddi at skriva tilfarið niður og geva tað út.
- Og verður útgávan ein succes, so fari eg heilt vist at halda fram við fleiri, sigur Sonne Smith, sum hevur sitið við telduna hetta seinasta árið og skrivað tilfarið frá sendirøðini niður til útgávu.
Frá Ábraham til Netanyahu
Hóast undirritaða roynir at halda teir til nútíðina her í Havn, eru teir eiðasørir og ferðast alla tíðina aftur í tíð og burtur í fjarðskotin lond.
Ta einu løtuna eru vit stødd í myrkasta Afrika hjá upprunafólkinum har, og víðari til Jerusalem og Spania, og sjálvandi eisini ein túr til indianarar í Norðuramerika, sum sendirøð eisini var um á sinni. Til inkvisitatiónina, nazismuna, bankavirksemi, Berlin, Koranina, Mósebøkurnar, Yemen og sjálvandi koma bæði Ábraham og Netanyahu upp at venda, tá prátið fellir yvir á jødarnar og Ísrael.
- Tað er jú stuttligt, at tá sendirøðin fyrstu ferð varð send í 1996, varð Netanyahu júst valdur til forseta í Ísrael. Og nú hon varð endursend í 2009, varð hann aftur valdur til forseta í landinum. Í aðramáta er støðan fullkomiliga tann sama har niðri í dag, sum tá, hugleiðir Sonne Smith.
Og soleiðis gongur prátið aftur og fram millum teir báðir kammirátarnar.
Guds útvalda land
At teir á sinni valdu at gera eina røð um jødarnar komst av, at Hans Holm hevði nevnt hetta rættiliga ofta.
- Eg staðfesti, at við teirri miklu og objektivu vitan, Hans Holm hevði um evnið, fór hetta at verða tað higartil einasta føroyska væl skjalfesta, søguliga tilfarið, vit fóru at eiga um ta ótrúligu søguna um jødarnar heilt frá teirri løtu, patriarkurin Ábraham fór úr Ur í Kaldea í núverandi Irak við sínum fólki og fæ, og til okkara dagar, sigur Sonne Smith.
Teir báðir eru samdir um, at føroyingar hava eitt serligt forhold til Ísrael og jødarnar. Sjálvandi fyrst og fremst av átrúnarligum orsøkum. Og Hans Holm hevur altíð lagt seg eftir at vera objektivur í spurninginum um Ísrael.
- Tá sjálvt Svenning av Lofti sigur tað, man nakað vera um tað, sigur Sonne Smith skemtandi.
Sonn fólkaupplýsing
Sum flestum kunnugt, er Hans Holm er ein ótømandi kelda av vitan og forteljari av Guds náði.
Sum lektorur á Læraraskúlanum hevur hann í mong ár ríkað næmingar á Frælsinum. Men hann hevur tíbetur ikki, sum so nógvir aðrir dugnaligir lærarar, hildið livandi frásøgukynstrið innan skúlans gátt. Saman við Sonna Smith hevur hann eisini ríkað vitanarhungrandi útvarpslurtarar.
Tá sendirøðirnar vórðu útvarpaðar, vóru útlendskar sendirásir, so sum National Geografic við tallerkennekarum, ísbjarnum og indiánarum als ikki gerandiskostur í føroysku stovunum. So tey forvitnu máttu antin lesa sjálvi ella tendra útvarpið, tá sendingarnar um heimsins fólk fóru í luftina. Onkur vildi kanska sagt, at hetta var fólkaupplýsing, tá hon er best.
- Eg veit, at sendingarnar hava ofta verið brúktar til undirvísingarbrúk, sigur Sonne Smith, sum eisini væntar, at bókin við søguni um jødarnar fer at verða brúkt í skúlunum.
Tá fullir menn ringja
Sjálvandi minnast teir báðir aftur á fleiri stuttligar og løgnar hendingar, sum komu í hjalarvørrinum á sendingunum.
- Til dømis ta ferðina, vit tóku upp um Saan fólkið, sum er upprunafólk í sunnara parti av Afrika. Í sendingini hugleiðir Hans um heitið 'bush men', sum hann skemtandi umsetur til 'runna-blámenn', minnist Sonne Smith, og skundar sær at skoyta upp í, at hann altso ikki klipti tað burtur úr sendingini.
Fólk um tað heila land funnu útav, at Hans Holm visti næstan alt, so tað kom meiri enn so fyri, at tey ringdu til hansara og spurdi um ymiskt – eisini á miðjari nátt.
Til dømis fullir menn, sum ringdu klokkan fýra á morgni, tá selskapið var farið at kjakast um eitthvørt.
- Eg bleiv sjálvandi skakkur, tá telefonin ringdi á náttartíð, tí kanska var okkurt hent við børnunum, minnist Hans Holm, sum tó altíð royndi at svara sum frægast.
- Ja, eg havi altíð roynt at vera hampiligur við fólk.
Men har minnir Sonne líka á eina stuttliga søgu, sum gongur um vinmannin. Tað var ein næmingur, sum spurdi um eitthvørt, sum Hans ikki visti. So svarið bleiv bara: ”Hvar fanan skal je vita tað frá?”
Vitan og áhugi fylgjast
Sambært Sonna er eyðkenni við Hans Holm, at hann veit heilt ómetaliga nógv.
- Hann hevur altíð eitt stutt og greitt og intellegent svar. Og um hann ikki kennir svarið, so sigur hann eisini tað, fortelur Sonne Smith, sum altíð sjálvur hevur dámað væl at lisið um og at ferðast í øðrum londum.
- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri kunningarfakunum, landalæru, søgu og altjóða politikki. Líka frá barni av, minnist hann.
Hans Holm hevur eina útbúgving innan geografi og lívfrøði frá Københavns Universitet. Og so hevur hann altíð lisið eina asins rúgvu, sum hann málber seg. Men hann er vísur í, at um fakið etnografi hevði verið til, tá hann fór at lesa, hevði hann valt tað.
- Tá mettu fólk, at geografi var eitt breyðleyst studium. Men so kom lærugreinin brádliga inn á hægru útbúgvingarnar, og so var knappliga mangul upp á geografilærarar, forklárar hann.
Onki skrøgg
Spurdur, hvussu hann ítøkiliga fyrireikaði seg til sendingarnar, greiðir hann frá, at teir valdu okkurt evni, sum hann hevði lisið nógv um.
- Og so dubultkannaði eg altíð tað faktuella beint áðrenn. Eg orki ikki fyri, tá fólk bara siga, at tey halda okkurt. Fakta skal vera upp á pláss. Eru ymsar meiningar um fakta, so nevni eg altíð, hvaðani upplýsingarnir stava, sigur Hans Holm.
Ein partur av tilgongdini í sambandi við bókaútgávuna hjá Sonna Smith hevur verið at leita fram myndir og at skriva myndatekstir.
- Hetta arbeiðið hevur prógvað fyri mær, at Hans skrøggar ikki, tá hann fortelur. Eg eri komin fram á somu fakta sum hann í hesum arbeiðinum, sigur Sonne Smith, sum møguliga fer at geva røðina um indiánarar í Norðuramerika út í bók eisini.
- Ikki fyri at reypa. Men eg minnist, at Uni Arge einaferð segði, at hesar sendingarnar eru legendariskar. Og tað taki eg sum eitt kompliment, sigur Sonne Smith.
--
Bókabrot:
”Fólk flest – eisini her á landi – eisini sokallað upplýst og modernað fólk í dag, ganga runt við einum bílæti av, hvussu ein jødi sær út. Ein jødi er myrkur, hann hevur myrkar eygnabrýr, hann hevur krókuta, yvirhøvur langa nøs. Tað, sum er tað syrgiliga við hesum bílætinum, er jú tað, at hetta er tað bílætið, sum jødahatarar málaðu út fyri fólki fyri góðum hundrað árum síðani og seinni eisini.”
Bókabrot:
”..staturin Ísrael, har fleiri milliónir jødar búgva, er í roynd og veru tann staturin í verðini, sum hevur tann størsta prosentpartin av reyðhærdum fólki. So spyrja fólk, hvør er reyðhærdur. Ja, tað eru jú írar, og tað eru skotar, ið eru reyðhærdir. Tað er torført at nerta við hesa hugmynd av, hvussu fólk síggja út so ella so.”
--
Sitat:
Tað kom meiri enn so fyri, at onkur fullur maður ringdi til Hans Holm á miðjari nátt, tí selskapið var farið at trætast um eitthvørt!