arbeiða við eini langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Hvussu nógvar tænastur vit skulu keypa frá Ríkissjúkrahúsinum o. s. fr. Undir øllum umstøðum má ein langtíðarætlan gerast fyri sjúkrahúsverkið, sum eisini [...] partarnar á arbeiðsmarknaðinum at taka størri ábyrgd av pensjónsviðurskiftunum. Hetta er jú byrjað við teimum avtalum, sum bæði Starvsmannafelagið og Lærarafelagið hava gjørt við landsstýrið. Men trupulleikin [...] trygdin hjá øllum. Har haldi eg, at vit skulu gera tað á tann hátt, at hetta verður fíggjað uttan fyri fíggjarlógina. Høvuðsmálið er, at arbeiðsgevarar fara at taka pensjónsviðurskiftini meira í álvara
sostatt spældi í landskappingini fyri fyrstu ferð síðani 24. mai móti júst ÍF í Fuglafirði, gav fuglfirðingum trupulleikar úti í vinstru síðu. Rógvi Larsen, sum var farin út fyri Sivic, hevði spælt væl móti [...] sjálvur punktum eftir ein verjubrølara av teimum stóru. B36 vísti í løtum, at liðið kann spæla eins væl og tað gjørdi í fjør. Teir hava nú eisini skotið 17 mál í teimum seinastu tveimum dystunum, men nógv bendir [...] 8-3 móti B36 í Havn. Munurin hesa ferð varð eisini fimm mál, men úrslitið er eitt sindur misvísandi fyri dystargongdina. ÍF hevði fleiri heilt góðar møguleikar og spældi til tíðir meira sum eitt oddalið
eitt hornaspark móti málinum, men Bjarni Johansen fekk vart fyri. Onkrir av toftamonnunum vildu vera við, at bólturin hevði verið innan fyri málstrikuna, men tí fingu teir ikki viðhald í frá dómara og [...] VB at spæla rættiliga væl. Men so líðandi dovnaðu teir burtur aftur, og B68 kom fyri seg. Trýstið frá toftamonnum gav teimum eisini eitt brotsspark, tá Jóhan Carl Dam metti, at Eyðun Kjærbo feldi Fróða [...] rættiliga skjótt, at saknurin hjá B68 var størri. Tað sást, at Øssur Hansen hevur sera stóran týdning fyri toftaliðið, meðan VB stillaði upp við trimum áleyparum, hóast Jón Pauli Olsen ikki var við! Krzystof
sum í nógv teimum flestu førunum akkurát vita, hvat bæði teir og mótstøðumenninir eiga at sektast fyri og ikki eiga at sektast fyri. Spælararnar venja frá síðst í januar fyri at vera væl fyri, tá teir skulu [...] tíbetur. FSF hevur seinnu árini gjørt rættuliga fitt fyri at skapa karmar fyri útbúgving av dómarum, dómarafelag er stovnað, og dómararnir ? nógvir av teimum sum døma í 1. deild taka uppgávuna í stórum álvara [...] slept tilknýtinum, tí teir halda ikki, at dómarastandurin er so fjølmentur og væl fyri á annan hátt, at ábyrgdin fyri at døma og veittra heilt skal takast frá feløgunum. Fleiri av toppdómarunum hava tikið
teir fyri fyrstu ferð vóru í bestu deildini og gjørdu tað bragd at vinna deildina. Leygardagin vóru hvalbingar á vitjan á Sandi, og teir noyddust suður aftur við einum 2-4 ósigri. Nógv mál stutt fyri dystarlok [...] Sandoyingar løgdu seg á odda, tá ið 19 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og tað setti liðskiparin hjá sandoyingum, Eli Hentze, í netið. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan [...] fingu tó ein lítlan skelk. Fýra minuttir vóru eftir at leika, tá ið Alexander Vukotic minkaði um munin fyri hvalbingar, og tá ið farið var út um vanligu leiktíðina koyrdu sandoyingar bóltin í egið mál, og so
t á útivølli móti Brøndby. Størri vónbrot var tað hjá Toda Jónsson og FCK, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál móti botnliðnum B93, sum í superligu høpi hevur verið roknað sum ein sannur vøttur afturímóti [...] venjari hjá Kongsvinger, ikki hevur havt møguleika at síggja, hvat føroyski landsliðsmaðurin stendur fyri. Julian Johnsson var jú við landsliðnum í Bosnia-Hersegovina alla tað fyrstu heilu vikuna, sum nýggi [...] Guðlaugsson, Uni Arge og Jens Martin Knudsen hvør í sínari ódn verða týdningarmiklir liðir í stríðnum fyri steypasigrinum. Mótstøðuliðið verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, sum er íslendskur meistari og oddalið
vit at selja fyri eina hálva millión í ár, men vit hava longu selt fyri seks hundrað túsund. Nú ætla vit at bjóða meiri til sølu, og vit hava eina greiða fatan av, at tað er stórur áhugi fyri at gerast [...] væl fyri, men eg havi so stórt álit á venjaranum og spælarunum, sum vit hava í ár, at eg avgjørt rokni við, at teir fara at megna at vinna neyðugu stigini. Sunnudagin vístu teir, hvat er í teimum, tá GÍ [...] triðja er, at áhugin fyri at tekna partapening í pf. Havnar Fótbóltur er størri, enn vit høvdu roknað við. At áhugin er so stórur kemst ikki minst av, at 1. lið liggur so væl fyri. Men hvat ætla tit at
Tað gongur einki serligt við fótbóltinum hjá teimum í Sundalagnum og á Eiði. Teir eru framvegis hóttir av niðurflyting, og teir tykjast ikki hava serliga stórt álit á, at nógv stig skulu dragast í reiðrið [...] so fekk heimaliðið hol á, og so gekk skjótt. Liðformaðurin hjá GÍ, Heini Heinason, varð skrivaður fyri fyrsta málið. Innleggið kom úr vinstru, Jóhannes Petersen royndi í fyrru atløgu at stýra bóltinum
í Runavík leygardagin. Eitt korter var farið, tá HB fekk hol á. Talan var um fyrstu royndina hjá teimum móti málinum, tá Bárður Mortensen eftir eitt snarálop fór framvið verjuni og skoraði. NSÍ hevði havt [...] farnir, og eitt minutt seinni vóru teir á odda. Fyrra málið fingu teir uppá brotsspark, sum varð dømt fyri hands, eftir at NSÍ hevði skotið bóltin í málið. Á heimaliðnum undraðust teir á, at einki kort varð [...] stikning innum NSÍ verjuna. Tað var eisini brotsspark, og tað var aftur Jack Jakobsen, og tað var aftur fyri hands, tá NSÍ javnaði til 3-3, og aftur hesa ferð undraðust teir á heimaliðnum um, at einki kort varð
sær framhaldandi pláss í bestu deildini. Tann royndin miseydnaðist, og sannlíkið fyri, at meiri enn hundrað ára gamla TB fyri triðju ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild, er nógv størri eftir vikuskiftið [...] tykist vera í góður, og teir hava framvegis álit á egnum evnum at syrgja fyri neyðugu stigunum, sum í hvussu so er kunnu lyfta teimum av aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflyting. Høvdu bóltin meiri [...] fremst fyri at varðveita tað, teir høvdu í viðførinum. Áskoðararnir vóru nógvir, og ikki minst vóru nógvir vágbingar leygardagin og hugdu at botnstríðnum millum tey bæði oyggjaliðini, sum stríðast fyri lívinum