hendingarík og virkið lív; hann megnaði tað, sum mangur hoknaði undir. Við ótrúligu evnum sínum í veiðuleitan, hevur hann ríkað og gjørt Føroyar kendar og virdar. John fekk harða lagnum, nærum í 7 ár bundin [...] Maritu og Zachariasi. Í 1968 komu Oddvør og John saman. Oddvør vígdi manni sínum fullan kærleika. Hon hevur verið stuðul hansara og troystin, bæði í virkna lívi hansara sum vinnulívsmaður og sjómaður [...] Nú kveikjandi ljósið og gróðurin fríðkar fold, fór John Dam, skipari í ævinleikan eftir burturav stranga og krevjandi sjúkralegu, og ævigi friðurin fevndi hann. John Dam var føddur í Vestmanna 5. oktober
skrivi til Strandferðsluna mótmælt, at Teistin siglir í Hest 6.35 og 17.20, men bert 7 av teimum hava skrivað undir so, at tað kann lesast. Eg og fleiri við mær halda, at tað er einki minni enn skomm, at fólk [...] nógv um økismenning. Tað hevur nógv at siga fyri smábygdirnar og oyggjarnar at ferðasambandið er gott. Sólvit hevði eitt uppskot í einum blað og onkur annar hevur tikið undir við tí, at Teistin skal sigla [...] beinleiðis og skjótt ferðasamband. Tað verða ikki teir 20 ? 30 minuttirnir, ið tey kunnu sova longri ella nøkur ítróttarhøll, ið avgera um tey flyta ella ikki. Fólk flyta eisini úr Kollafirði og Runavík til
Tjóðveldi sigur í valskránni, at skapast skulu betri rættindi og kor at reka vinnu hjá smærri og meðalstórum vinnufyritøkum, og at atgongdin at sleppa framat í fiskivinnuni hjá fólki kring landið skal [...] tosk, brosmu og longu til saltfisk, sum í høvuðsheitum verður fluttur út til Italia og Spania. Nakað fer til Grikkalands. Fiskin veiða føroysk frystilínuskip við Ný Fundland, Ísland, Grønland og Føroyar. Slagorðið [...] á teimum køldu gólvunum millum kl. 8.00 og 16.00 hvønn gerandisdag. Maskinurnar standa ikki stillar, og starvsfólkini kýta seg. Starvsfólkini eru 94 í tali, og av teimum eru 42 av útlendskum uppruna.
lýsast, og metast skal um nyttustigið, skipastødd, innrætting, slag og ferð. ? Eisini skulu trygdarkrøvini framyvir, skipaeftirlit og klassi, tænastustigið fyri røsk og brekað, útbúgvingar- og mentamál [...] Verður málið lagt til tingsins viðgerð? 3.Verða lokal áhugamál, ferða- og farmavinna, ítróttar-, frítíðar- og mentanaráhugamál og onnur lokal áhugamál tikin upp á ráð? 4.Verður vinnulívið, fiski- íðnaðar- [...] Meginfelag teirra brekaðu og heilsutænastan annars tikin upp á ráð? 7.Kann landsstýrismaðurin tryggja løgtinginum, at tað ikki verður farið undir fyrireikingar til projektering og útbjóðing, fyrr enn frammanfyri
itikari. Hann var miðvísur og lærdi skjótt, og skjótt sást eisini, at hann hevði hegni og viljan at seta út í kortið og taka avgerðir. Tá hetta fyrsta skeiðið var runnið, og veljarar í Eiðis kommunu aftur [...] tekur til, og her hava borgarar bestu umstøður. - Vit hava góðan barnagarð, skúla við mentanarhøll, tónleika-og musikkskúlahøli og ítróttarhøll, eldrasambýli, og vit hava bæði fótbóltsvøll og ítróttarhús [...] vóru tveir listar í Eiðis kommunu, listi A og listi B, harav listi A fekk 54,3 prosent av atkvøðunum, og listi B fekk 45,7 prosent. 568 fólk høvdu valrætt, og 521 vóru á vali. Tað gevur eina stóra valluttøku
Fredrik Zetterström, og Aksel Dánjalsson Remmel spælir klaver. Fredrik Zetterström er útbúgvin á Operahögskolan í Stokkhólmi og er eftirspurdur sangari í operahúsum í Norðurlondum og t.d. USA. Ungi føroyski [...] svenska vísutradisjón og klassikan lied. Ofta ger hann í hesum løgum meiri burtur úr klaverspælinum – við forspæli, millumspølum og útgangi – enn í meginpartinum av sínum føroysku løgum, og tað er nærliggjandi [...] ætlað hesi løgini til framførslu fyri solorødd og (klaver)fylgispæl. Sangirnir eru sera fjølbroyttir og fevna um nógvar sjangrur, eitt nú vals, romansu, marsj og mazurka. Á konsertunum verður høvi at hoyra
kjøt, og ein annan dag fara vit at geva teimum ræst kjøt, sigur Jógvan Jón Petersen, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein. Eva og Jógvan Jón eiga børnini, Døgg og Sprota, sum eru ávikavist 7 og [...] skipinum og upp á oynna, gekk óføra væl. - Tyrlan fleyg einar 25 túrar upp á oynna, og hetta tók umleið hálvan annan tíma tilsamans. So, vit kunnu ikki siga annað enn, at arbeiðið gekk bæði skjótt og væl, [...] Vit høvdu passað tað soleiðis, at streymurin var góður, og tá tað so eisini var klárt og sól heilt til umleið klokkan 15 hendan dagin, var veður og umstøður annars heilt perfekt, sigur hann. 8 mans seta
skatti og tað eru 61.000 krónur minni enn í fjør, ella 0,42 prosent. Í Hovi hava tey fingið 1,9 millión inn í skatti og tað eru 146.000 krónur minni enn í fjør, ella 7,08 prosent minni enn í fjør. Og í Sumba [...] mánaðirnar í ár, og tað eru 383.000 krónur, ella 21,98 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør Og í Hvannasundi hava tey fingið góðar níggju milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað eru 427.000 [...] minni inn í skatti og tað eru 716.000 krónur, ella 6,95 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Støðan er næstan líka ring í Húsavík, sum hevur fingið slakar 2,1 millión inn í skatti og tað eru 149.000
ð við Peturi Petersen, aðalstjóra, og fráfarna deildarstjóra, Jóannesi Dalsgaard, ikki megnaðu at loysa teirra orðabókasetning. Tí var lagamanni at látast blíður og blaka svartaper við ábyrgdina yvir á [...] havi eg víst á fyrr í greinum, og eg geri tað fegin enn eina ferð. 1) Tøknifrøðiliga orðabókin hevur fingið stuðul frá oljufeløgum, sum eg metti til upphædd millum 300.000 og 500.000 kr Um eg fór skeivur [...] skattgjaldarin latið heilar 1.9 milljónir fyri, sum eingir næmingar eru til í skrivandi løtu, og sum eftir meiri enn 7 árum framvegis liggur í hálvagekki, hví Kári á Rógvi? Leggja vit nú hesar upphæddir saman
at ganga saman og gera nakrar viðtøkur fyri oynna, tá ið hugsað verður um ferðavinnu, náttúruvernd, fuglalív, landbúnað og annað. Tað eru sum nevnt á in.fo áður seks almennir stovnar og leikarar í ferðavinnuni [...] Vit hava havt nøkur prát við hagaeigararnar, og teir hava eisini fingið tilmælið 10. januar til viðmerkingar. 7. februar var tilmælið lagt fram í Mykinesi, og fyrradagin í Sørvági. Har vóru hagaeigararnir [...] tovan, Visit Vágar, Havstovan og Tjóðsavnið. Men hagaeigararnir í Mykinesi hava ikki verið við at gjørt tilmælið. – Talan er um eitt fakligt tilmæli, har náttúruvernd og fuglavernd hava verið høvuðsmálið