DÍMUN
Smápartafelagið Sperrcon, sum Haldur Vang á Toftum eigur, hevur smíðað nýggja skúlan, sum nú verður settur upp í Stóru Dímun.
Mikukvøldið vórðu elementini til skúlan lyft upp í ein stóran trailara á Toftum, og um 22-tíðina sama kvøld kom strandfaraskipið Sam eftir tilfarinum.
Tá elementini vórðu fingin umborð á Sam á Toftum, bíðaði skipið við at loysa til klokkan 04 í gjáramorgunin, og tá varð kósin sett út í Dímun.
Um 07-tíðina hósmorgunin lá Sam undir Dímunarlandinum, og tá byrjaði tyrlan hjá Atlantsflogi at flúgva elementini – buntið fyri buntið – upp á Dímun.
Gekk óføra væl
Jógvan Jón Petersen, maður Evu úr Dímun, sum saman við tveimum børnum búgva har úti, sigur, at arbeiðið at flyta elementini úr skipinum og upp á oynna, gekk óføra væl.
- Tyrlan fleyg einar 25 túrar upp á oynna, og hetta tók umleið hálvan annan tíma tilsamans. So, vit kunnu ikki siga annað enn, at arbeiðið gekk bæði skjótt og væl, leggur hann aftrat.
Jógvan Jón sigur, at tyrlan eisini fleyg upp á oynna við ymiskum tilfari, sum skal brúkast til at byggja ein hjall, ið skal tengjast at nýggja sláturhúsinum, sum eisini er bygt í Dímun.
- Veðrið var av tí allar besta. Vit høvdu passað tað soleiðis, at streymurin var góður, og tá tað so eisini var klárt og sól heilt til umleið klokkan 15 hendan dagin, var veður og umstøður annars heilt perfekt, sigur hann.
8 mans seta upp
Smápartafelagið Sperrcon hevur ikki bara smíðað elementini til nýggja skúlan.
Haldur Vang hevði eisini skaffað fleiri mans, sum við tyrluni komu út í Dímun hósdagin at taka ímóti elementunum og seta tey upp so hvørt.
- Tað hevur gingið væl at sett skúlan upp í dag. Gólvið er komið á, og veggir eru settir upp. Eg vænti, at tær fyrstu sperrurnar eisini koma upp í kvøld – og so kann flaggast, um tað tá ikki er vorðið ov seint at vinda flaggið á stong, segði Jógvan Jón, tá Sosialurin tosaði við hann hóskvøldið.
Skúlin í Dímun skal eisini hava flagtekju, og flagið er skorið í Dímun.
- Ætlanin er, at alt uttanduraarbeiði skal verða liðugt, og flagið lagt á, áðrenn menninir fara at oynni aftur.
Hann væntar, at alt hetta arbeiðið verður liðugt, tá vikuskiftið er av.
Gott at eta
- Men vit ætla heilt avgjørt ikki, at hesir menn, sum hava gjørt eitt so gott arbeiði fyri okkum, skulu doyggja í hungri, meðan teir eru her úti. Í kvøld eta vit feskt kjøt, og ein annan dag fara vit at geva teimum ræst kjøt, sigur Jógvan Jón Petersen, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein.
Eva og Jógvan Jón eiga børnini, Døgg og Sprota, sum eru ávikavist 7 og 5 ára gomul.










