John Dam in memoriam

Minningarorð

Nú kveikjandi ljósið og gróðurin fríðkar fold, fór John Dam, skipari í ævinleikan eftir burturav stranga og krevjandi sjúkralegu, og ævigi friðurin fevndi hann.
John Dam var føddur í Vestmanna 5. oktober 1931, Mathilda og Viggo í Skúlanum vóru foreldur hansara, 8 vóru tey í systkinaflokkinum.
Fáur hevur sum hann lagt fyri seg í strembanini at fáa sum mest og best burturúr sjónum. Hjá honum vóru eingi mørk sum forðaðu, helt hann tað vera royndina vert.
Skúlaskyldan var ikki reiðiliga av, tá hann fór við "Grønanesi" í 1945 við pápanum, Viggo, sum skipara.
Síðan fór hann við "Stella Argus", Kvívíks Tummas var skipari, so "Vesturskin", Dia á Vertshúsinum var skipari, "Kalsevni", Andreas í Hvannasundi skipari.
Og í 1951 fór John sjálvur sum skipari við "Fame", førdi hana til 1955, tá fer hann á stýrimansskúla og selur "Fame" til Debes Christiansen o.fl.. Hann fer nú út at sigla við J. Lauritsen reiðarínum, til hann í 1961 fer við "Baki". Hann førir "Bak" til hann í 1968 fer at byggja "Vesturvarða", í apríl 1969 ger hann royndirnar í Vesturgrønlandi, sum eru upphavið til rekjufiskiskap føroyinga.
Fyrstur var hann á hemaraveiðu, við "Baki" í 1961.
Fyrstur á rekjuveiðu í Vesturgrønlandi við "Vesturvarða".
Fyrstur á laksaveiðu í Vesturgrønlandi, eisini við Vesturvarða.
Til jóla 1974 kemur "Suðurvarði" og í 1977 rekjubáturin "Fame", sum hann rekur til 1986.
Í 1988 hevur hann bygt triðja "Fame" til skeljaveiðu, tá hevði hann frammanundan gjørt seg kunnugan við hesa veiðu umborð á norskum skeljabáti.
Mikið er sagt og skrivað um burturav avrekini, sum John Dam í fjølvirkna lívi sínum sum fiskimaður og leiðvísari; neyvan ber til at gera nakran samanburð.
John Dam var maðurin á brúnni í orðsins beinleiðis sum myndaliga týdningi. Tað kravdi almikið av manninum, sum fekk eitt hendingarík og virkið lív; hann megnaði tað, sum mangur hoknaði undir. Við ótrúligu evnum sínum í veiðuleitan, hevur hann ríkað og gjørt Føroyar kendar og virdar.
John fekk harða lagnum, nærum í 7 ár bundin at seingjarlegu, tolin hevur hann verið í truplu og likamliga sera krevjandi sjúkuviðgerðum, hann mátti tola mongu árini.
Fyrru konuna, Unn, misti hann undir svárum vanlukkuumstøðum í 1966, og sat hann tá eftir við børnum Hans Andriasi, Maritu og Zachariasi.
Í 1968 komu Oddvør og John saman. Oddvør vígdi manni sínum fullan kærleika. Hon hevur verið stuðul hansara og troystin, bæði í virkna lívi hansara sum vinnulívsmaður og sjómaður og ikki minni hesi seinnu sváru ár á sjúkalegu, hevur hon verið um hann nátt sum dag.
Vit lýsa frið yvir minnið um stórmennið John Dam, skipara ? og siga okkara djúpu samkenslu við konuni og tykkum børnunum.
jl.