Áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu tað nýggja Suðuroyarskipið skal verða, er tað neyðugt at lýsa skipið og tørvin út í æsir, so væl sum tilber tey næstu 30 árini frá tí, at skipið verður bygt.
Tað heldur einasti samgongutingmaður úr Suðuroynni, Hergeir Nielsen.
Tí hevur hann longu nú sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge nakrar skrivligar fyrispurningar í tinginum um tann nýggja Smyril, hóast tað liggur nakað frammi í tíðini, at skipið verður bygt.
Hann ætlar at fáa landsstýrismannin at svara hesum spurningunum um tað nýggja suðuroyarskipið:
1.Landsstýrismaðurin verður spurdur um, hvørjar hugsanir hann hevur gjørt sær um gongdina í teirri politisku viðgerðini av komandi Suðuroyarskipinum?
2.Verður málið lagt til tingsins viðgerð?
3.Verða lokal áhugamál, ferða- og farmavinna, ítróttar-, frítíðar- og mentanaráhugamál og onnur lokal áhugamál tikin upp á ráð?
4.Verður vinnulívið, fiski- íðnaðar- o.o. vinnuáhugamál tikin upp á ráð?
5.Verður ein komandi oljuvinna, havnaviðurskifti, herundir ferjulega, tikin við í metingunum?
6.Verður Meginfelag teirra brekaðu og heilsutænastan annars tikin upp á ráð?
7.Kann landsstýrismaðurin tryggja løgtinginum, at tað ikki verður farið undir fyrireikingar til projektering og útbjóðing, fyrr enn frammanfyri nevndu politisku-, lokalu-, mentanarligu- og heilsuáhugamálini eru tikin upp á ráð?
Størsta ætlan av sínum slag
Hergeir Nielsen sigur, at samgongan hevur avtalað at dagføra sambandið um Suðuroyarfjørð og hevur í hesum sambandi m.a. sett eina millión av á fíggjarlógini í ár, umframt 60 milliónir krónur á ætlaðu fíggjarlógina fyri 2000, 60 milliónir í 2001 og 70 milliónir á ætlaðu fíggjarlógini fyri 2002.
Hann sigur, at talan er um størstu almennu ætlan av sínum slagi, og sjálvsagt er ein røð av viðurskiftum, ið havast skulu í huga, tá ið avgerð um skipið skulu takast.
? Kravspesifikatión til skipið frá tí, tað er bygt, og næstu tríati árini, skal gerast
? Í tí sambandi er neyðugt at lýsa flutningsviðurskifti og greina tey sundur við atliti at fólka- og farmaflutningi.
? Somuleiðis skal tænastustøðið lýsast við atliti at oyggja-, bygda- og farmaleiðum.
Hjá skipinum skulu harafturat tær teknisku spesifikatiónirnar, trygdarkrøvini, raksturin -íroknað umvælingar og viðlíkahald- lýsast.
? Atløgumøguleikarnir, bryggja og landgongd, skulu lýsast, og metast skal um nyttustigið, skipastødd, innrætting, slag og ferð.
? Eisini skulu trygdarkrøvini framyvir, skipaeftirlit og klassi, tænastustigið fyri røsk og brekað, útbúgvingar- og mentamál, oyggja-, bygda- og farmaleiðir havast í huga.
? Eftir at flutningskrøvini nú og í framtíðini eru lýst so neyvt sum til ber, kemur sjálv verksetanarætlanin, ið fevnir um byggi- og kostnaðarætlan, játtan á fíggjarlógini, projektering og útbjóðing.
Frammanfyri nevndu skilgreiningar eru sjálvandi neyðugar fyri teirri politisku
viðgerðini, heldur Hergeir Nielsen.