Sum vit skrivaðu í áðni, hava kommunurnar kring landið fingið góðar 1,2 milliardir inn á skatti higartil í ár. Tað eru góðar 48 milliónir, ella 4,11 prosent meiri enn tær fingu í sama tíðrskeiði í fjør.
Tað eru eisini næstan allar kommunur, sum hava fingið meiri inn í skatti. Kortini eru tað tíggju kommunur, sum hava fingið minni inn í skatti teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.
Talan er um smáar, ella í hvussu so er, smærri, kommunur. Og tað, sum er sermerkt er, at av teimum tíggju kommununum, sum hava fingið minni inn í skatti, eru tær átta í suðurøkinum í landinum. Eitt dømi er, at allar tær fýra kommunurnar í Sandoy hava fingið minni inn í skatti.
Ringast fyri er Skopunar Kommuna, sum hevur fingið 9.590.000 krónur minni inn í skatti og tað eru 716.000 krónur, ella 6,95 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Støðan er næstan líka ring í Húsavík, sum hevur fingið slakar 2,1 millión inn í skatti og tað eru 149.000 krónur, ella 6,75 prosent minni enn í fjør.
Í hinum báðum kommununum í Sandoy er minkingin minni. Í Skúgvoy hava tey fingið 714,500 krónur inn í skatti higartil í ár og tað eru 47.000 krónur, ella 6,16 prosent minni enn í fjør.
Annars eru tríggjar kommunur í Suðuroy, sum eisini hava fingið minni inn í skatti higartil í ár. Í Hvalba hava tey fingið 14,4 milliónir inn í skatti og tað eru 61.000 krónur minni enn í fjør, ella 0,42 prosent.
Í Hovi hava tey fingið 1,9 millión inn í skatti og tað eru 146.000 krónur minni enn í fjør, ella 7,08 prosent minni enn í fjør. Og í Sumba hava tey fingið 6,2 milliónir inn í skatti , og tað er ein afturgongd upp á 77.600 krónur, ella 1,23 prosent.
Annars eru tað tvær kommunur í Norðoyggjum, sum hava fingið minni inn í skatti. Harðast rakt av øllum, er Fugloyar Kommuna, sum hevur fingið slakar 1,4 millión inn í skatti hesar fyrstu átta mánaðirnar í ár, og tað eru 383.000 krónur, ella 21,98 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør
Og í Hvannasundi hava tey fingið góðar níggju milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað eru 427.000 krónur, ella 4,52 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.