undirbrottligur, at eg ikki havi torað at tala at, tá eg meti at órættur fer fram. Landskassin missir hundraðar av milliónum í gjøldum av politiskum ávum, tí at lógirnar verða gjørdar so lagaligar, at tað ber til [...] skattapolitikki, at tey vælbjargaðu gjalda lítlan og ongan skatt. Hjá okkum er tað soleiðis, at har tað flytur yvir av peningi, skal ongin skattur gjaldast. Við at stovna tvey feløg, og at gera nakrar flytingar [...] eru einstaklingar, sum gera vart við mál, sum tey meta eru órímilig og órættvís. Hesi eru møtt av larmandi tøgn ella tey leggja upp til kjak, sum verða skyrd at vera øvundsjúka. Sjálvur havi ongantíð havt
Heitt hevur verið á føroyingar, ið savnast í Kristnastovu um at hjálpa til við hesum degi, og tað gera tey fegin. Tey fara at vera við til at leiða felagssangin umborð, standa fyri einum drekkamunni, halda [...] trúarstig, sum bert fáir hava trúgv og dirvi at taka. Orð sum Impossible - ómøguligt - vóru at hoyra frá varrum teirra kønu. Menn meintu ikki, at tað bar til at fremja missión á hendan hátt. Hvussu skuldi [...] manningin bjargað, men hetta gjørdi so tað, at fyritøkan ognaði sær Logos II. Logos II vorðið ov lítið Tá ið Norrøna nú verður keypt, so er tað tí, at Logos II er vorðið ov lítið í mun til tørvin, sum tey møta
døgum. Færri aðalráð. Ikki oyðsla, tá ið fíggjarárið fer at halla, fyri at fáa somu játtan aftur. Har eiga vit at broyta lóggávuna soleiðis, at peningurin, sum er eftir kann støðlast, til komandi ár. Gleðist [...] lættari hjá okkara verkafólki at liva og virka. Heimaflotin hjá okkum er minkaður í stórum, og fiskaríið er smáligt, hetta førur við sær, at tað er sera torført hjá okkara sjófolki at klára dagin og vegin. Læti [...] tað púra greitt, at teir, sum fara uttanlands at vinna sær fyri lívsins uppihald, ikki skulu straffast. Tað verður ikki við mínari hjálp. Tað er ikki her, ið vit skulu finna pening til at fíggja skattalættan
kvalitetin í lógararbeiðnum, at løgtingið hevur so nógv at gera seinast í tingsetuni. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum heldur tað verða sera trupult at loysa trupulleikan við, at so nógv mál verða løgd [...] sigur, at landsstýrið hevur roynt at gjørt nakað við trupulleikan. Á ólavsøku verður ein listi yvir uppskot, sum eru á veg, lagdur fram, og aðalráðini skulu royna at býta tingsetuna upp í tvey, so at uppskot [...] vórðu løgd fram beint áðrenn 5. mars. ? Eg má viðganga, at tað hevur ikki gingið serliga væl við at bøta um støðuna, og tað áttu fleiri uppskot at verið løgd fyri tingið áðrenn nýggjár, sigur løgmaður.
Hugskotið við mediasjón er, at einki verður kroyst yvir høvdið á nøkrum, at partarnir tosa saman og lurta eftir sjónarmiðunum hjá hvør øðrum á ein hátt, at tey sjálvi meta, at tey eru komin fram til loysnina [...] arbeiðsháttur, sum snýr seg um at loysa ósemjur á tann hátt, at allir partar kenna seg sum vinnarar. Millumgongufólkið eggjar teim stríðandi til at skilja fyrimunin við sjálvi at tosa seg til rættis og sættis [...] skiljast, er upplagt, at eitt millumgongufólk fyrst kemur inn í myndina ístaðin fyri at bæði tosa ígjøgnum hvør sín advokat. Í Onglandi er tað vorðið til eitt krav, at fólk ikki sleppa at skiljast fyrr enn
miðli sær at krevja av starvsfólkunum, at tey brúka eitt gott mál. Tað er ógvuliga óheppið, at miðlarnir ikki leggja størri dent á málið. Serliga á teim skrivaðu fjølmiðlunum vísir tað seg, at tað er alneyðugt [...] sínum starvsfólkum, og vit vita øll, at málið har var undir alt lágmark. Eg vóni ikki, at vit fara at hoyra slíkt aftur. Men tað er ikki vist, at onnur nærvørp fara at hava sama málpolitikk, hóast vandin [...] umbúna at málfólk fara út á stovnarnar, har málið í miðlunum stendur á dagsskránni. - Vit vita, at málið í fjølmiðlunum virkar sum fyrimynd hjá fólki. Og tá ið tað er ein fyrimynd, eigur tað at vera ein
verið mest knýttur at Allani Simonsen, og tá vit mánamorgunin spurdu hann, hvat hetta hevði givið honum, sigur Jógvan Martin, at tað fyrst og fremst er í fyrireikingararbeiðinum, at styrkin hjá Allani [...] landsliðsarbeiði, sum eg annars ikki hevði havt, men men fyrst og fremst haldi eg, at Allan hevur lært okkum at hyggja øðrvísi at teimum avbjóðingum, sum altjóða fótbóltur gevur okkum. - Hann hevur alla tíðina [...] snuddir. Í Føroyum er tað aloftast soleiðis, at tú tá sigur venjaranum frá, fyri at vita, hvat skal gerast. Her havur Allan alla tíðina havt ta greiðu støðu, at hetta er ikki hansara borð. Er leikari skaddur
Højgaard svaraði, at byrðarnar áttu at verða lagdar á tey sum høvdu meira enn 300 til 400.000 krónur í inntøku. Eg havi síðani roknað út, at tað roknistykkið hongur als ikki saman, og at rokningin tí eisini [...] er umráðandi, at vit gera eina langsiktaða ætlan fyri, hvussu inntøkurnar fáast at vaksa, ella útreiðslurnar at minka, nú landskassin hevur risastórt undirskot. Tað var hetta sum fekk meg at spyrja Kára [...] endurgevur úr samgonguskjalinum, har tað stendur, at tað er umráðandi at samfelagið veksur seg til ein sjálvberandi búskap, og at tí hava samgonguflokkarnir gjørt av at lækka ríkisveitingina við 15 prosentum av
USA og amerikanarar áttu at kent stóra skomm á sær í hesum døgum, tá statir eru farnir at víðka deyðadómarnar - nú eisini til at fevna um kvinnur. Tað er ikki so langt síðani, at evnaveik og fólk í sera [...] vit øll hava loyvi at halda og siga tað vit vilja. Vit hava sagt hetta áður og fara at endurtaka tað her: at tað er einki minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri amerikanarar, at teir framhaldandi - [...] nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borgarar av døgum - borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða
vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið [...] miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast [...] afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin