Málið í miðlunum betri við málrøkt enn uttan

- Tað er ábyrgdin hjá leiðsluni á hvørjum miðli sær at krevja av starvsfólkunum, at tey brúka eitt gott mál. Øll nýsett starvsfólk áttu at tikið eina roynd í føroyskum, áðrenn tey sleppa til arbeiðis, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini

Tað tykist vera ein sera trupul - fyri ikki at siga vónleys - uppgáva, Føroyska Málnevndin hevur. Nevniliga at vegleiða og leiðbeina fólki og fjølmiðlunum í góðari málnýtslu. Men royndir aðra staðni, eitt nú í Svøríki, Noregi og Íslandi prógva, at tað loysir seg at gera eitt miðvíst arbeiði til frama fyri góðum máli í fjølmiðlunum. Tí gevst Føroyska Málnevndin ikki á hendur. Hon hevur áður tikið ítøkilig stig til samstarv við fjølmiðlarnar, og hóast hesar eru miseydnaðar, eru aðrar loysnir í uppskoti. Eitt nú ígjøgnum heimasíðuna hjá Málnevndini. Eisini er í umbúna at málfólk fara út á stovnarnar, har málið í miðlunum stendur á dagsskránni.

- Vit vita, at málið í fjølmiðlunum virkar sum fyrimynd hjá fólki. Og tá ið tað er ein fyrimynd, eigur tað at vera ein góð fyrimynd. Men tað er tað ikki altíð, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Málnevndini.

- Tá ið útvarpið sendir frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, er sjálvsagt, at málburðurin, sum har er at hoyra, ávirkar. Tað er ógvuliga ringt at broyta málburðin hjá fólki, serliga hjá teimum, sum eru við í beinleiðis sendingum, tí hetta er meiri ófyrireikað. Tað, sum verður lisið upp í útvarpi og sjónvarpi er skrivað mál, og í so máta er ikki so stórur munur á hesum og á blaðskriving.

Føroyska Málnevndin hevur fund í dag, har ein umsókn frá Sjónvarpi Føroya um at koma á stovnin at hava málfund verður viðgjørd.


Ábyrgdin greið

Fjølmiðlaútbúgvingin leggur ov lítlan dent á mál, heldur formaðurin í Føroysku Málnevndini.

- Tey, ið taka hesa útbúgvingina í Danmark, læra als ikki føroyskt. Eftir mínum tykki áttu øll nýsett starvsfólk at farið ígjøgnum eina málroynd í føroyskum, áðrenn tey sleppa til arbeiðis. Tað er als ikki ov nógv kravt. Í síðsta enda er tað ábyrgdin hjá leiðsluni á hvørjum miðli sær at krevja av starvsfólkunum, at tey brúka eitt gott mál. Tað er ógvuliga óheppið, at miðlarnir ikki leggja størri dent á málið. Serliga á teim skrivaðu fjølmiðlunum vísir tað seg, at tað er alneyðugt við rættlesarum. Eisini er neyðugt at seta málsligar vegleiðarar á miðlunum. Starvsfólkini á miðlunum eiga eisini at brúka tann serkunnleikan sum er, Málstovuna eitt nú.

Niðurstøðan hjá málnevndunum í teimum Norðurlondum, sum hava gjørt eitt miðvíst arbeiði til frama fyri málið í miðlunum, er, at málið er betri við málrøkt enn uttan málrøkt.

- Fjølmiðlafólk eru vorðin meiri áhugað fyri málinum, eins og meiri medvitað um málið. Trupulleikin er at røkka teimum fólkum, sum ongan áhuga hava fyri málinum og sum ikki lesa Orðafar, máltættir og so framvegis. Í slíkum førum er tað uppgávan hjá leiðslunum at fáa hesi fólkini við eisini, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

- Lógin um kringvarp sigur einki um, hvussu málið í miðlunum eigur at vera. Tað stóð annars í uppskotinum til hesa lóg. Hetta er ógvuliga keðiligt og er avgjørt ein vansi. Vit hava eitt ítøkiligt dømi um eitt nærvarp, sum als ongi krøv setti sínum starvsfólkum, og vit vita øll, at málið har var undir alt lágmark. Eg vóni ikki, at vit fara at hoyra slíkt aftur. Men tað er ikki vist, at onnur nærvørp fara at hava sama málpolitikk, hóast vandin er har. Fleiri miðlarnir verða, meiri verður málið ávirkað, og størri verður ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at vanda sær um málið, sigur Jógvan í Lon Jacobsen at enda.