Hví skal a-skattgjaldarin knokkroytast í skatti, tá onnur gjalda o,. kr.

Frank Davidsen
-----

Eitt sum hevur eyðmerkt orðaskiftið seinastu tíðina eru einstaklingar, sum gera vart við mál, sum tey meta eru órímilig og órættvís. Hesi eru møtt av larmandi tøgn ella tey leggja upp til kjak, sum verða skyrd at vera øvundsjúka. Sjálvur havi ongantíð havt tað sjúkuna, hóast eg sum smádrongur mangan sat inni sunnudagar, tí eg átti ikki sunnudagsklæðir. Eitt sum eg fann skjótt útav var, at tað var eingin trygd fyri eydnusemi, um fólk vóru peningaliga væl fyri. Hinvegin havi eg ongantíð havt trupuleikar av, at tað hevur gingið øðrum væl fíggjarliga. Tó so havi eg ongantíð verið so undirbrottligur, at eg ikki havi torað at tala at, tá eg meti at órættur fer fram.
Landskassin missir hundraðar av milliónum í gjøldum av politiskum ávum, tí at lógirnar verða gjørdar so lagaligar, at tað ber til at snýta. Tá ið mvg lógin varð sett í gildi fyri umleið 20 árum síðani, var ætlanin at tað skuldi fáa restrektivar avleiðingar um lógin ikki bleiv hildin. Sjálvsagt doyði hetta í føðingini, og nú 20 ár aftan á er støðan tann sama. Taks hevur ikki neyðug amboð at forða fyri misnýtslu av okkara skattakrónum. Avleiðingin av hesum er at a-skattgjaldarin gerst taparin, tí minnið verður skattagrundarlag landskassans.
Í USA er tað so frægt, at milliarderarnir gjalda nærum 15% í skatti, og tað er jú kjarnan í borgarligum skattapolitikki, at tey vælbjargaðu gjalda lítlan og ongan skatt. Hjá okkum er tað soleiðis, at har tað flytur yvir av peningi, skal ongin skattur gjaldast. Við at stovna tvey feløg, og at gera nakrar flytingar millum feløgini, ber til at taka 154 milliónir úr feløgunim uttan at gjalda eitt oyra í skatt.
Hvør partaeigari fekk tað sama sum svarar til eina árliga inntøku hjá einum arbeiðsmanni í 100 ár. Taka við teir 11 partaeigararnar, so hevði tað tikið 1000 ár hjá einum tímaløntum arbeiðara, og arbeiðarin hevði verið noyddur at goldið skatt av sínum peningi.
Álvaratos er hetta ikki skelkandi og ófatuligt. Hava vit ikki eina kapitalvinningsskattalóg, sum sigur, at í hesum føri skulu 35% gjaldast til landskassan. Nei, hvørki 35% ella partafelagsskattur verður goldin av hesum.
Vit eiga at hava í huga, at hetta er bara tað eina felagið. Tað eru fleiri onnur feløg, har útlendskur »spekulatiónspeningur« er uppií, sum er við í hesi karusellini. Landskassin kann missa fleiri hundrað milliónir árliga, um tað er so lætt at gera rán á aljósum degi mótvegis tí føroyska landskassanum.
Sum fyrr sagt so havi størstu virðing fyri teimum monnum, sum í kreppuárunum hóðraðu undan, við góðari hjálp frá Føroya Fiskimannafelag. Avtalur blivu gjørdar um at lækka lønirnar hjá manningini, so tað fíggjarliga hekk saman, og er felagið væl konsoliderað í dag. Kanska áttu tær manningarnar, sum tá vóru eyðmjúkar og fóru niður í løn, at fingið ein part í samsýnig av øllum milliónunum.
Eg havi ilt við at skilja, hví TAKS ikki kundi senda rokning eftir kapitalvinningsskattalógini í hesum førinum. Tað høvdu hóast alt verið 100 milliónir eftir til vinningsbýtið.
Ikki er neyðugt at nevna tilfeingisgjaldið. Tá ið 150 milliónir kunnu takast út til vinningsbýti, hevði verið rímuligt at landskassin fekk sín part í tilfeingisgjaldi.
Eigin ivi er um, at høvdu lógir og reglar hesum viðvíkjandi verið greiðar, hevði skattatrýstið á vanliga a-skattgjaldarin verið á einum lægri støði enn tað er í dag.