gjørt í hvussu er. Hesum var Kirsten Jacobsen als ikki samd við honum í. Hon helt, at tað hevði verið mundandi betri at bíða til fólkatingið hevur gjøgnumgingið øll skjølini, sum eru løgd fram í sambandi [...] fólkatingspolitikarar og embætismenn. Fyri stuttari tíð síðani tók mál seg upp í sambandi við nýggja hýruvognslóg í Danmark. Í einari kunngerð sum Ferðslumálaráðið hevði sent út, varð sett forboð fyri at [...] Hetta vakti mikla øsing í Danmark, og málið endaði við, at Bjørn Westh tók aftur kunngerðina. Men málið endaði ikki har. Tveir embætismenn í "Trafikdepartementet" eru settir niður í tign og harvið fluttir
Tað var lagt upp til tað heilt stóra skúlaorðaskiftið í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík mánakvøldið. Í samráð við skúlastýrini, hevði býráðið gjørt av at samskipa árliga felags foreldrafundin við fyrilesturin [...] breitt kjak um skúlan í Klaksvík í framtíðini. Eitt frálíkt hugskot, hildu tey flestu, men tíverri køvdu lokalir politikarar bæði Georg Metz og hugin hjá foreldrunum at taka lut í kjakinum. Politikarar [...] kjakið og beint tað á eina leið, har fá kundu vera við longur. Í staðin fyri at kjakast um innihaldið í skúlanum og leiklutin hjá skúlanum í samfelagnum sum heild, kom kjakið at snúgva seg um fíggjarætlanir
um síðan Rósa Samuelsen tók við. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, legði misálitið fram í einari kenslubornari røðu og nýtti við støði í orðum hjá farna javnaðarmanninum, Petur Mohr Dam, at sosiali [...] alt øðrvísi. Í flestu førum vóru stórir, innantómir flosklar tað berandi í viðmerkingunum. Flest øll mundu vita, hvat úrslitið av hesum misáliti fór at vera, longu áðrenn orðaskiftið fór í gongd. At lagt [...] Politisk eygleiðing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár reisti Miðflokkurin eitt misálit móti landsstýriskvinnuni í almannamálum, Rósu Samuelsen. Høvið, sum flokkurin nýtti at reisa misálitið
til vitan, men heldur til centripala nalvaskoðan. Reinskan og vreingjan Í verandi atlassi er soldað í bókstavunum í ólukkumát. Í reinskanini vóru staðarnøvn broytt og onnur hava mistu sín upprunatýdning [...] málrøkt, ein forðan fyri gerandisvitan og ein fótongul í altjóðagerðini.Úrslitið er, at vit í mongum viðurskiftum eru endað í stavseting, sum fyri flestu gevur trupulleikar heldur enn møguleikar. Har føroyska [...] sjálvsagdur, tí Vestmannaoyggjarnar eita Vestmannaeyar í atlassinum! Í miðlunum er farið enn longur. Har verður vanliga sagt, at okkurt er áfatt í Spaniu, Albaniu, Australiu o.s.fr. Tað eitur Spania, Albania
multiteynarin, tekur støði í júst hesum. Sjónvarpinum, sum í roynd og veru byggir á somu tøkni sum telduskíggin. So nú eru sjónvarpið í stovuni og teldan á loftinum runnin saman í eina nýggja eind. Handilsliga [...] einki sum eitir avrit. Orðið missir týdning. Tí alt er tvítak. Tí eingin munur er á uppruna og avriti. Soleiðis er í fagra nýggja talgilda tykisheimi. Sum nú er um at flyta innar í føroysku stovurnar, hóast [...] Men okkurt bendir á so kann verða. Danir hava í mong ár givið út eina umfatandi alfrøði »Encyklopædien«, sum verður liðug í heyst, tá síðsta bindið kemur. Í Noregi hava tey eisini givið út eina tílíka alfrøði
multiteynarin, tekur støði í júst hesum. Sjónvarpinum, sum í roynd og veru byggir á somu tøkni sum telduskíggin. So nú eru sjónvarpið í stovuni og teldan á loftinum runnin saman í eina nýggja eind. Handilsliga [...] einki sum eitir avrit. Orðið missir týdning. Tí alt er tvítak. Tí eingin munur er á uppruna og avriti. Soleiðis er í fagra nýggja talgilda tykisheimi. Sum nú er um at flyta innar í føroysku stovurnar, hóast [...] Men okkurt bendir á so kann verða. Danir hava í mong ár givið út eina umfatandi alfrøði »Encyklopædien«, sum verður liðug í heyst, tá síðsta bindið kemur. Í Noregi hava tey eisini givið út eina tílíka alfrøði
tað, sum hann hevði í huganum, av tí at orðið kanska ikki hóskaði í stíli ella tí, at neyðugt var við einum øðrum avbrigdi við somu merking, sigur Henning Thomsen. Henning roknaði í byrjanini við, at arbeiðið [...] Sambært Henningi Thomsen eru ongi mál í heiminum, ið hava fleiri heiti fyri seyð, og tí hevur hann søkt um at fáa hetta metið í metbókina hjá Guinnes. Tú kanst siga orðið ganga á uml. 220 mátar, vindur á uml [...] er ættaður úr Vági. Hann hevur verið sjómaður í nógv ár, grótlaðari í Havn, og træskeri, uppfinnari, listamálari og krossorðasmiður er hann eisini. Tað vóru í grundini krossorðagáturnar, ið hava stóra áhuga
grundleggjandi fyritreytir, sum skulu vera í lagi, um føroyskur tónleikur skal gera seg galdandi í útlondum. Fortreytirnar fyri góðum framleiðsluumstøðum skulu vera í lagi, og her vísti Moirae-maðurin á, at [...] vinna nógv fram í hesum døgum, og eingin ivi er um, at vit í Føroyum ikki hava nakra orsøk til at halda okkum standa aftan fyri fleiri av hesum, sum nú fáa eina millión fyri og aðra eftir í kassan. Tað ræður [...] føroyskum tónleikarum og øðrum, sum hava nógv við tónleik at gera, stevnu á Javnaðarcaféini í Gongugøtuni í Havn. Endamálið var at fáa sjónarmið fram um, hvussu vit kunnu menna føroyska tónleikin úteftir
Onkur var hvassari í sínum orðalagi, enn onnur í kjakinum, tá nýggja bókin ”Føroya mál á manna munni” hjá André Niclasen varð løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin. Nýggja bókin er ein av fáu skipaðu royndunum [...] mong, ið ynsktu at fáa orðið. Millum onnur var ein kvinna, sum vildi vita, hvussu humorin í bókini serliga kom til sjóndar. Onkur, ið hevði lisið bókina vildi vera við, at stuttleikin í bókini stendst av, [...] yvir ein kamb. Havandi í huga, hvussu ússaligur málburðurin í fjølmiðlunum ofta er, helt hesin áhoyrarin tað vera neyðugt, at onkur talar at. Ein annar áhoyrari var skjótur at tríva í meir hóvliga tráðin
persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og ?nýtsla eru peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu [...] Gjaldskipanin, sum peningastovnarnir hava brúkt í meira enn eitt ár, verður steðgað. Talan er eina føroyska útgávu av BetalingService, sum Elektron hevur ment í samstarvi við PBS. Skipanin hevur við sær, at [...] Stigið er óvæntað, tí Høgni Hoydal reisti málið sum eitt tingmál fyrr í ár. Tað gjørdi hann, tí tað var ivi um, hvør tingsins vilji í grundini var. Spurningurin er, um nýggja lógin um vernd av persónsupplýsingum