Um dagarnar kom eg fram á ein sonevndan »multitainara«. Blankur og snøggur. Hvussu vit skulu týða hetta hugtakið, mugu onnur taka støðu til. Men áður er fremmanda orðið »containari« vorðið til eina snøgga og heimliga bingju. At nakað er »multi« vil siga, at tað er fleirtættað, sett saman av ymiskum. Og hetta er júst ein multiteynari. Ein bingja, full av møguleikum, sum allir spretta úr talgildu verðini, har undirhald er loysunarorðið. Skjótt, dagført og samvirkið.
Einki er at taka seg aftur í, at føroyskar stovur eru annaðleiðis innrættaðar í dag enn fyri bara tjúgu árum síðani. Broytingin, sum hevur ávirkað hvørja føroyska stovu, er sjónvarpið. Hesin kassi, sum hevur sovorðnar fastatøkur á fólki, at hann mest er at líkna við eitt altar.
Hendan nýggja talgilda undirhaldsútgerðin, multiteynarin, tekur støði í júst hesum. Sjónvarpinum, sum í roynd og veru byggir á somu tøkni sum telduskíggin. So nú eru sjónvarpið í stovuni og teldan á loftinum runnin saman í eina nýggja eind. Handilsliga heitið er fyribils multiteynari. Ein samanrenning millum Siemens og Fujitsu.
Við hesum blanka og snøgga tóli kann ein skriva, rætt sum var tað ein telda. Tað er tað eisini. Í hesum føri við einum Celeron 633 mHz gerili og skjótum mótaldi til allan umheimin. Tráðleysa knappaborðið kann eg taka á knøini og úr sofahorninum skriva meg út í tykisheim. Sláa gluggarnar frá, søkja mær vitan og tíðindi. Og eisini senda teldubrøv og tjatta.
Sjónvarpsskermurin er skíggin, bæði til teldu og video. Knappaborðinum kann eg sleppa og ístaðin leggja ein DVD film í spælaran, eina teldufløgu við alfrøðiligum upplýsingum, ella eg kann seta MP3 fílurnar ígongd. Tímar við tónleiki, júst sum lagið og hugurin er til tað. Tikin niður úr luftini uttan tað umhugsni, sum Edmund Jacobsen so skilagott legði fyri dagin í síðsta Vikuskifti. Ein trupulleiki, sum bæði er løgfrøðiligur, handilsligur og listarligur, sum alt málið um Napster lærir okkum.
Tá ljóð, myndir og boð gerast talgild, er einki sum eitir avrit. Orðið missir týdning. Tí alt er tvítak. Tí eingin munur er á uppruna og avriti. Soleiðis er í fagra nýggja talgilda tykisheimi. Sum nú er um at flyta innar í føroysku stovurnar, hóast tveir triðingar av heimsins børnum aldri hava sæð eina telefon.
Fyrsta føroyska teldubókin kom herfyri. Um nýggja tøknin fer at tøma heimligu bókahillarnar er ivasamt. Men okkurt bendir á so kann verða. Danir hava í mong ár givið út eina umfatandi alfrøði »Encyklopædien«, sum verður liðug í heyst, tá síðsta bindið kemur. Í Noregi hava tey eisini givið út eina tílíka alfrøði, »Store Norske Leksikon« at navni og sum eisini er talgild og løgd á netið. Ein dáragerð fyri forlagið, men ein frægd fyri brúkaran.
Talgilda útgávan er um at koyra tey bæði stóru norsku forløgini Aschehoug og Gyldendal á húsagang. Forløgin boða frá, at tey hava mist 200 milliónir krónur. Allur missurin stavar frá talgildu alfrøðini, sum løgd er á netið. Orsøkin er, at bert fá vilja gjalda tær fimm hundrað krónurnar um árið, sum dagførda norska alfrøðin kostar brúkaranum. Fólk er von við, at tað sum finst av upplýsingum í alnótini er ókeypis. Ella zappa tey bara víðari. Tí verður tað ikki í bræði, at stóra danska alfrøðin kemur á netið, sigur Jørn Lund ritstjóri.
Men ímeðan kunnu vit spæla okkum við fjøltáttaða multiteynaranum. Bara vit eru íbundin og hava nakað at leggja í fløguskuffuna. So verða vit neyvan skuffaði, krevja vit dagført undirhald og seinastu tíðindi. Rætt sum vóru vit til altars. Við talgildari mynda- og ljóðgóðsku.
So er bert at vóna, at tær tríggjar heimligu telefyritøkurnar kunnu bera boð í bý. Og gera tað innan vit sovna og kaffi kólnar. Tí einki nyttar, um ikki tænastuveitarar liva í somu verð sum tey, ið bjóða amboðini. Og stendur tænastan ikki mát, so zappa vit bara víðari. Og hvør veit, kanska koma vit tá eftir teim væl fjaldu tíðindum, at tveir triðingar av heimsins børnum aldri hava brúkt telefon. Og tíansheldur internet. Talgildi klovningurin »The Digital Divide« er tiltakandi, sigur amerikanski rithøvundurin og fyrilestrahaldarin Don Tapscott.










