Nýggja atlassið, ein trongi ella vitan til lærdóm?

Minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar útgávu av nýggjum atlassi, at bókaverkið livir upp til vanligt skilvísi

Um dagarnar er umrøða av nýggja atlassinum í bløðunum. Ikki løgið, nú tað liggur á ljóði, at ætlanina er at halda fram eftir sama leisti sum gjørt varð fyri smáum 20 árum síðani, at geva út atlas, sum kann gerast ein trongi fyri vitan heldur enn kelda til víðskygni, lærdómi og kunnleika.

Í fjør bjóðaði ritstjórnin hugaðum og almenninginum annars at gera viðmerkingar til nýggja heimsatlassið við teirri staðfesting, at ætlanina var at geva út verk, sum m.a. málsliga og landafrøðiliga fór at vera í samljóði við veruleikan vit øll liva í og eru partur av.

Hetta sýntist skilagott, men sum fráleið kendist rákin aftur av málfatanini, sum var vøllurin undir fyrru útgávuni - at ávísur hugburður aftur fór at mynda nýggju útgávuna.

Trupulleikar og ikki møguleikar
Tikið verður uppí saman, at tað eru eini 5-6 nøvn, sum orsaka ivan um gamla atlassið. Tað er ikki rætt og er at undirmeta kritikkin av verandi atlassi. Eisini er komið undan kavi, at ritstjórnin (politiskt?) hevur valt at gera raðfylgju, har grannarnir fyri vestan eiga fremstu plássini, meðan hini norðurlondini, íroknað Danmark, verða javntstillað og verða sýnd í minni enn hálvari stødd enn Ísland og 2/3-stødd av StóraBretlandi og øðrum europeiskum londum?!
Eisini tykist greitt, at ætlanin bert lutvíst er at nýta latínska alfabetið hóast Løgtingið fyri góðum ári síðani samtykti, at framyvir skuldu burturgoymdu bókstavirnir c,q,w,x og z aftur fáa síni sjálvsøgdu pláss í alfabetinum.
Síðani almenna føroyska stavraðið gjørdist kjølfestið undir stavsetingini, hevur tað í vaksandi mun verið ein trongi fyri skilvísari málrøkt, ein forðan fyri gerandisvitan og ein fótongul í altjóðagerðini.Úrslitið er, at vit í mongum viðurskiftum eru endað í stavseting, sum fyri flestu gevur trupulleikar heldur enn møguleikar. Har føroyska stavraðið ikki er lykilin til vitan, men heldur til centripala nalvaskoðan.

Reinskan og vreingjan
Í verandi atlassi er soldað í bókstavunum í ólukkumát. Í reinskanini vóru staðarnøvn broytt og onnur hava mistu sín upprunatýdning.
Og dømini eru ótald. Sicilia gjørdist til Sikiloy, Scillyoyggjarnar til Sillingaroyggjar, Chile - Kili, New Zealand til Nýsæland, Zaire til Sair, Zimbabwe til Simbabvi, Chad til Kjad, Mozambique til Mosambik, Cape Town til Høvdastaður, Cap Verde til Grønhøvdaoyggjar, Schweiz til Sveis, Costa Rica til Kosta Rika o.s.fr. Hópin av heitum, sum antin eru villeiðandi ella í ósamsvari við veruleikan.

Samstundis bleiv Danmark til Danmørk, Hebridurnar til Suðuroyggjar, Bornholm til Burgundarhólmur, Sjælland til Sæland, Thailand til Teiland, Mauritius til Móritius, Bergen til Bjørgvin, Nordkap til Norðurhøvdi, o.s.fr.

Orðið hálvoyggj varð eisini strikað. Tað er heilt vist skeivt, tá orðið umboðar ávíst geografiskt heiti. Tað kann ikki eita Koreanesið, Kolanesið ella Árabianesið. Tað er hóast alt sjónligur støddarmunur millum Tinganes, Eystnes og Lindesnes (Líðandisnes í atlassinum) og so t.d. Kolahálvoynna, sum Ísland til støddar, Koreahálvoynna, sum er útvið ¼ mio km2 og so Arabisku hálvoynni, sum er 2,5 mio km2 .

Harafturat er a skift út við á, o við ó, y við ý og u við v. Hví skal tað eita Ásia, Arábia, Róm, Kýpros, Jerúsalem, Makedónia, Avstralia, Bogotá, Perú, Móritania o.s.fr.?
Kann tað hava nakað við íslendsku stavsetingina at gera? Spurningurin er sjálvsagdur, tí Vestmannaoyggjarnar eita Vestmannaeyar í atlassinum!
Í miðlunum er farið enn longur. Har verður vanliga sagt, at okkurt er áfatt í Spaniu, Albaniu, Australiu o.s.fr. Tað eitur Spania, Albania, Australia. Hvør er tann logiska frágreiðingin?

Eftir sama leisti?
So tá tað verður hildið uppá, at tað bert eru eini fimm, seks heiti, sum lýta verandi atlass, so er tað ein sannleiki við viðfevndum modifikationum, og gevur frænir av, at ætlanin er at halda fram eftir sama leisti í nýggja atlassinum.

Øll hesi konstrueraði nýyrði, frá gerandishugtøkum til staðarnøvn, har upprunin tykist at vera at sleppa av við partar av latínska alfabetinum og smíða nýgg orð og hugtøk, tarna smidligari innlæring, eru ein fótongul í leitingini á internetinum og forðan fyri optimalari fatan av tíðindum, sum áhaldandi floyma úr alheiminum umvegis elektronisku miðlarnar.

Tað má tí vera minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar útgávu av nýggjum atlassi, at bókaverkið livir upp til vanligt skilvísi, har úrslitið er eitt verk, sum ikki gerst ein trongi fyri vitan, men harafturímóti verður ein kelda til víðskygni, lærdóm og kunnleika.