møguleikanum. Hon setti ikki færri enn sjey met í bólki 1. Í bólki 3 hjá dreingjum setti Høgni M. Rasmussen nýtt met í 200 metra blandaðari svimjing, og í bólki 3 hjá gentum eydnaðist eisini stafettini [...] bakkastokki um vikuskiftið. Sonevndu met-kappingarnar eru seinasta høvið hjá svimjarum at seta met í sínum bólki, áðrenn tey verða flutt ein bólk upp. Tað var væn tandi, at onkrir svimjarar tí fóru at [...] Havnar Svimjifelag at skera burtur av trimum bólkametum. Metini Bólkur 1 Turið Christiansen, Reki, Leirvík 100 metrar frí 1:18.16 50 metrar frí 0:36.07 100 metrar rygg 1:30.98 50 metrar rygg 0:42.29 100 metrar
studentarnir vóru í 1942: Eyðun Sjúrður Winther (Sand) og Daniel Jacob Bærentsen (Kvívík). Tann fyrsta studinan var í 1964: Tina Jórun Holmstrøm Johansen (Havn). Tey, ið hava okkurt at viðmerkja í hesum sambandi [...] sambandi, kunnu venda sær til Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647. Studentar í 1942 Daniel Magnussen (Kvívík), Thomas Nygaard, lærari, Peter Petersen (Klaksvík), Eli Nolsøe (Vágur), Poul Fritz Jacobsen [...] Juul, Chr Haraldsen, lærari, Niels Ladegaard-Pedersen, lærari og Jonna Kristine Hansen. Studentarnir í 1964 Eyðun Andreassen, Mikkjal Arne Poulsen (Porkeri), Kristian Ludvig Rasmussen (Søldarfjørður), Andreas
longu einaferð í sjeytiárunum. Tá vóru nevniliga fleiri ferðsluvanlukkur, ið kravdu mannalív, enn tað eru í dag. 150 blómutyssi Av tí, at man ikki veit um øll støðini, har fólk hava latið lív í ferðsluni, [...] Sunnudagurin 4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta verður eins og undanfarin ár mint á við at leggja blómur á tey støðini, har ferðslan hevur kravt mannalív. Sambært einum av fyriskiparunum [...] tey seinastu 30 árini. Talan er um yvir 150 blómutyssi, sum skulu leggjast út. ? Um ein koyrir frá Leirvík til Havnar sunnudagin, so kemur ein framvið yvir 20 blómutyssum. Hetta fær fólk at rakna við, sigur
Hesa ferð er stevnan í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali. Umframt samkomuna Siloa í Fuglafirði eru tað samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Mizpa á Eiði, ið standa undir innbjóðingini [...] innbjóðingini. Lagt verður fyri í Siloa skíriskvøld og langa fríggjakvøld. So verður flutt á Kambsdal. Í Fuglafirði eru evnini við íblástri frá Apostlasøguni 2,42-43. Fyrra dagin undir heitinum Sannføringar [...] Við Teen street summartiltakið hjá OM luttaka nógvir føroyingar í á hvørjum sumri. Dan og Susie Porter frá Teen Street fara at taka lut í serliga tiltakinum um ungdómsarbeiði. Páskaaftan og páskadag verður
at taka í hond á drotningini og prinsinum, heilsaðu Mia og Helle eisini uppá løgmann og borgarstjóran í Havn, sum gingu aftaná drotningini og eisini tóku í hond á sjúklingunum. ? Tá vit komu í morgun fingu [...] ? Nei, lítið vistu vit, tá vit fóru úr Leirvík í morgun, at vit skuldu taka í hond á drotningini, søgdu tey bæði, eftir fínu vitjanina inni á stovuni. Men tey hildu tað tó vera eina serstaka og minnisríka [...] drotningin fór at koma í dag. Tey søgdu við okkum, at vit skuldu bara sita her, so skuldu tey vísa drotningini inn higar at heilsa uppá okkum. Og her hava vit so sitið og bíðað í allan morgun, greiddu tey
seyð, hønur, dunnur. Dania hjálpir vanliga til í familjufyritøkuni, klædnahandlinum, Rokoko, í Norðagøtu. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík sunnudagin 14. desember. [...] 26. september 1924, sonur Lenu og Hans í Bartalsstovu. Dania og Kaj møttust í Havn, meðan Kaj gekk á stýrimansskúla. Tey giftust 16. desember 1953 og búsettust í Syðrugøtu og fingu fýra børn, tey eru: [...] vaks upp hjá Jastrid og Thormann Sørensen í Hvalba. Thormann var pápabeiggi hennara. Hon kom til Havnar sum 15 ára gomul, har hon m.a. arbeiddi sum støðgenta í Taxa og hevði húspláss. Kaj er úr Syðrugøtu
Gunnar Vatnhamar úr Leirvík er íslendskur steypavinnari við Víkingi Reykjavík. Gunnar spældi allan dystin, tá Víkingur í finaluni á tjóðarleikvølli íslendinga, Laugardalsvøllinum vann 3-1 á KA, ið hevði [...] økti til 2-0 aftaná eina geniala frísparkskombinasjón. Ívar Örn Árnason fekk spenning aftur í uppgerðini, tá hann í 82. minutti minkaði um munin til 1-2, men bert tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur [...] Sigurpálssyni. Víkingur Reykjavík eru søguligir. Teir eru fyrsta liðið í Íslandi, ið vinnur steypakappingina fýra ferðir á rað. Í landskappingini manglar Víkingur Reykjavík bert tvey stig komandi fimm
hava Føroyabankakvøldini í Barbaru og Áarstovu eisini, og her ræður um at bera seg skjótt at, um tú vilt tryggja tær ein bita av hesum fantastiska tilfeingi av Bankanum. Bæði í Barbaru og á Áarstovu hava [...] matskráir í sambandi við kvøldini, sum nú nærkast, og her niðanfyri fæst ein ábending um, hvussu matskráirnar hesaferð síggja út. Hetta er 12. árið, at Føroyabankakvøld verða á matstovunum Heima í Havn. Øll [...] Í vár verða kvøldini 27. og 28. mars, og hesaferð verða tey á báðum matstovunum. Hetta eru tiltøk, sum eru sera væl umtókt, og har plássið til bílegging er avmarkað. Umleið hálvan mars fer havrannsóknarskipið
uppvaksin á Skála og búsitandi í Leirvík, at hava jólahugleiðingar. 40 ára gomul var hon útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur fyri tað mesta arbeitt í heimarøktini. Í tveimum umførum hevur hon eisini [...] føroysku fjallatindunum – og so hevur hon eisini í heyst gingið 242 km longu Camino-rutuna í Portugal. Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála, sum nú í heyst hevði 45 ár á baki, framførir eitt jólalag [...] eisini arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur í Grønlandi. Umframt arbeiði, hús og heim, børn og ommubørn, hevur Anna nógv spennandi áhugamál: t.d. at vera í báti, at ganga á fjøllum – hon hevur verið á øllum
kanningin eisini, at samgongan hevði farið í knús, hevði val verið í dag, so rákið í báðum kanningunum er tað sama. Samgongan hevur 20 tinglimir sum er, men hevði val verið í dag, hevði hon bara fingið 14 tinglimir [...] so illa við Sambandsflokkinum, sum kanningin, Gallup gjørdi fyri ting.fo í farnu viku, gjørdi. Tann kanningin var ein vanlukka fyri Sambandsflokkin, sum hevði mist 9 prosent av atkvøðunum og hevði bara [...] fekk á løgtingsvalinum í 2011. Tað merkir, at hann hevði seks tinglimir, hevði val verið nú. Eftir nýggju kanningini hevði Fólkaflokkurin verið tann stóri taparin. Á Løgtingsvalinum í 2011, fekk hann átta