Familjan og sannføringar í miðdeplinum

Brøðrasamkomurnar í Eysturoy skipa á hvørjum ári fyri samfelagsstevnu á páskum. Soleiðis er eisini í ár.

Hesa ferð er stevnan í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali. Umframt samkomuna Siloa í Fuglafirði eru tað samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Mizpa á Eiði, ið standa undir innbjóðingini.
Lagt verður fyri í Siloa skíriskvøld og langa fríggjakvøld. So verður flutt á Kambsdal. Í Fuglafirði eru evnini við íblástri frá Apostlasøguni 2,42-43. Fyrra dagin undir heitinum Sannføringar og royndir  um læru og um samfelag, og seinna dagin undir heitinum Sannføringar og royndir  um breyðbróting og um bøn.
Páskaaftan verður serligt tiltak seint seinnapartin um ungdómsarbeiði. Við Teen street summartiltakið hjá OM luttaka nógvir føroyingar í á hvørjum sumri. Dan og Susie Porter frá Teen Street fara at taka lut í serliga tiltakinum um ungdómsarbeiði.
Páskaaftan og páskadag verður ungdómsmøti, har tað eisini verður drama og tónleikur á skránni. Dramabólkurin Tool av Toftum fer at framføra. Annað kvøldið fer Arni Zachariassen við bólki at standa fyri tónleikinum, og hitt kvøldið verður tað Pætur Larsen við bólki.
Páskadag verður breyðbróting og sunnudagsskúli á Kambsdali klokkan 11. Seinnapartin verður evnið Familjan, arbeiðið og samkoman. Eftir at øllum hevur staðið í boði at fáa ein nátturðabita í høllini verður sangløta.
2. páskadag verður evangeliskur fundur kl. 18, tá stevnan eisini endar.