hava eitt felags stev frá byrjan av og nakað langt inn í sjálva viðgerðina. Tá Ísland, sum ofta í hesum máli verður brúkt sum fyrimynd, á sinni fyrireikaði ?sambandslógina? í 1918, tóku 37 av 39 altingsmonnum [...] at partarnir eru sinnaðir at flyta seg ímóti hvørjum øðrum, men hetta hevur ikki verið gjørligt í hesum máli. Í mun til upprunauppskotið, so hevur samgongumeirilutin gjørt eitt ískoyti, sum sigur, at l [...] av. Hví hetta ikki bar til, havi eg torført við at skilja? Tað hevði verið ein søgulig byrjan av hesum stórmáli, um tað var ein samd nevnd og eitt samt løgting. At løgtingið fær loyvi til eina politiska
Kreppuhjálp til alivinnuna ? Eg dugi ikki at síggja, hvussu vit kunnu fara at lata alivinnuni almennan stuðul. Jenis av Rana, formaður miðfloksins, sum eisini er í samgongu, væntar ikki, at alivinnan fer [...] tiltøkum, uttan at hava tosað við hinar flokkarnar fyrst. ? Og tað, sum fólkaflokkurin fær burturúr hesum, er, at fíggingarstovnarnir seta seg upp afturá og dúva uppá almennan stuðul. ? Men tað eiga teir
So tað er at vóna, at eisini hesir menninir fáa sín neyðuga part og at vit her suðuri kunnu fáa part í onkrum í hesum landinum. Eisini Eyðfinn Mørk, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð, ynskti reiðara
uttan samstundis at ganga sínum faki ov nær, er tann ella tey, sum átaka sær ta fakligu leiðsluna. Í hesum føri eru ábendingar í tí, sum er komið alment fram, at rektarin á læraraskúlanum og onkur í Menta [...] darvað av vantandi fjølbroytni í hugburði og innliti. ?Rúmlig? fólk, sum eisini megna at seta mørk, kunnu vera við til at fáa ein mennandi dialog at virka. Ein dialog, sum rektarin eftir øllum at døma við [...] leiðslum okkara vísa á tað ómøguliga í tí demokratiska prosjektinum: "Ein fær ikki fólk við", "Vit kunnu tað sama brúka harða leiðslu, tað verður rok álíkavæl", "Hitt gongur ongan veg", "onkur má taka avgerðir
Somikið stór framstig eru hend á útbúgvingarøkinum í hesum valskeiðinum, at vit kunnu siga, at vit hava sett met innan nærum øll øki. Men met eru til fyri at verða sligin, og tað vilja vit fegin bjóða [...] Føroyar sum útbúgvingarland. Men vit skulu hava enn fleiri ung at velja Føroyar sum heimland, og hesum máli røkka vit einans, um vit halda fram við at skipa fjølbroytt útbúgvingartilboð kring alt landið [...] Og tí skulu eisini støk við børnum hava bestu møguleikar at nema sær útbúgving, so tey upp á sikt kunnu forsyrgja sær og sínum. Vit hava sæð óteljandi ungar familjur, oftast mammur við børnum, sum hava
millumlið, kunnu fiskidagar umsetast púra frítt frá tí minsta útróðrarbátinum uppá 15 tons, allan vegin uppeftir til ein trolara. Hendrik Old segði, at tað vóru longu reiðarar, sum høvdu funnið útav hesum her [...] ? Tað kann ikki ?diskuterast?. Fiskidagar kunnu púra frítt seljast og keypast ímillum allar skipabólkar. Tá ið Løgtingið fríggjadagin ásetti fiskidagatalið fyri komandi ár, vísti Hendrik Old, løgtingsmaður [...] flotanum, tí at útróðrarflotin var í eini serstøðu. ? Men hetta er ikki so. Tí veruleikin er, at dagar kunnu handlast frítt ímillum allar skipabólkar, sigur Hendrik Old. Hann sigur, at so nyttar onki hjá summum
Men tað tryggjar, at Dimma koyrir, at fólk eru til arbeiðis á Dimmu, at fólk fáa løn, so tey sjálv kunnu keypa sær pylsur. Tað vil siga, tá kommunan ikki serverar pylsurnar “ókeypis”. Tær ókeypis pylsurnar [...] grenja um, at hon nú kortini skal gjaldast. Og so fær mann tað at ljóða sum, at okkurt fordekt er í hesum. Valið nærkast og ikki er at ivast í, at fleiri “ókeypis” tiltøk fara at verða skipað. Og jú for Sørin
fyri eini betri og bíligari loysn av rakstrinum. Fyri tað fyrsta er at siga, at vit ivast stórliga í hesum pástandinum, men ikki er ætlanin at viðgera hetta her, tað koma vit ivaleyst aftur til seinni. At [...] sum verða løgd fram frá teimum onki hava við veruleikan at gera, eru so grovar ákærur, at tær bert kunnu setast fram frá tí varda røðarapallinum á tingi, fyri ikki at fáa avleiðingar fyri tann sum setir [...] sakini, og ei heldur fáa vart seg á sama stað. Vit vilja tí enn einaferð gera greitt, at vit als ikki kunnu góðtaka hesa fráboðan tygara, men harafturímóti krevja vit framvegis, at løgingið vísir virðing og
treytum Føroyar skuldu hava eitt alment føroyskt oljufelag. Jóhannus Egholm Hansen ásannar út frá hesum, at uppgávan sostatt ikki var at finna útav, um Føroyar yvirhøvur skulu hava eitt alment føroyskt [...] føroyskar luttakarar í bólki teirra. -Tíverri føli eg meg ikki sannførdan um, at føroysku politikararnir kunnu lata vera við at royna at ávirka veitingarnar av leitingarloyvum - fortíðin gevur undir øllum umstøðum [...] num. -Sostatt vilja oljufeløgini eisini taka fulla hædd fyri teimum fíggjarligu avleiðingunum av hesum, tá ið tey bjóða uppá teir ymsu teigarnar, hetta uttan mun til um Føroyar seinni gera brúk av optiónini
máli um, at ST skal hava ein týðandi lut í hesum arbeiðinum. Boð eftir kongi Eitt er at fáa eina skipan, annað er at finna ein leiðara, sum allir afghanar kunnu semjast um. Leiðararnir í Norðursamgonguni [...] Ser-liga tadjikar, usbekar og hazarar fingu mangan av at vita frá Taliban, sum m. a. beindi fyri 6000 úr hesum ættarbólkunum í býnum Mazar-i-Sharif í 1998. Tað er tí greitt, at hevnarhugurin er stórur millum teir