Ber tað til?

Læraraskúlin er í brennideplinum. Ein sigur kaos ? annar sigur, at hetta er leiðin framá.


 



Í kjarnuni í málinum lúrir jagstranin eftir einum syndabukki, tá ið ein uppgáva gerst trupul at loysa.


Ein nevnd verður sett at kanna málið, og kanska kemur hon fram til, at onkur í skipanini hevur flýggjað undan ábyrgd. Kanska ikki. Tað veldst helst um eyguni, sum síggja. Er fokus sett á initiativskyldu og skylduna til at hjálpa tí, sum er fangaður í eini truplari uppgávu; - ella er fokus sett á, hvat ein gjørdi skeivt í eini annars ómøguligari støðu?


Gevur landsstýrismaðurin rúmd fyri ábyrgdarflýggjan, so má hann rokna við, at hansara næstu medarbeiðarar flýggja undan ábyrgd ? ella við eini ?slang?-orðing: "geva apuna víðari!". Tann, sum hevur truplast við at geva apuna víðari, uttan samstundis at ganga sínum faki ov nær, er tann ella tey, sum átaka sær ta fakligu leiðsluna.


Í hesum føri eru ábendingar í tí, sum er komið alment fram, at rektarin á læraraskúlanum og onkur í Mentamálastýrinum hava átikið sær hendan trupla leiklutin. Tí lystir meg at sjá niðurstøðuna hjá kanningarnevndini ? og kanska ikki minni, úrskurðin, sum politiska skipanin kemur til. Hesin úrskurður kemur at seta spor í sandin, hvussu okkara almenni sektorur verður stýrdur.


Tað fløvar at lesa í Sosialinum mikudagin 27. juni 2001, har fýra lærarar geva sínum skúla gott skoðsmál. Tað ber boð um etiskan hugburður og dirvi, tá ið fólk í smáu Føroyum velja at verja borg um tann, sum alment verður gjørdur til syndabukk, t.e. alment verður gjørdur til ?problemið?.


Harvið verður ikki sagt, at tað ikki eisini krevur dirvi, tá ið næmingur kritiserar sín egna rektara. Vónandi verður hetta dirvi ikki darvað av vantandi fjølbroytni í hugburði og innliti. ?Rúmlig? fólk, sum eisini megna at seta mørk, kunnu vera við til at fáa ein mennandi dialog at virka. Ein dialog, sum rektarin eftir øllum at døma við greinum sínum í Sosialinum týsdagin 26. juni 2001 roynir at birta undir.


Soleiðis sum eg lesi greinina hjá teimum fýra lærarunum, so setir hon glæmuna á demokratiska førningin, sum eisini okkara ættarlið skal bera framá vegin. Hetta fløvar ikki minni, tí tað ber boð um, at onkur sáar til gott verk ? og at tað grør onkustaðni.


Oftari og oftari hoyri eg fólk í ovastu leiðslum okkara vísa á tað ómøguliga í tí demokratiska prosjektinum: "Ein fær ikki fólk við", "Vit kunnu tað sama brúka harða leiðslu, tað verður rok álíkavæl", "Hitt gongur ongan veg", "onkur má taka avgerðir, skera ígjøgnum..."


Rætt er, at tað skal bæði vilji, tol og gott hegni til at vera við á tí liði, sum ikki vil trýsta fólk, men vil taka ábyrgd í eini felags leiðsluprosess ? í einum demokrati.


Rætt er, at fyri tann, sum einaferð er illa royndur av tí demokratiska arbeiðsháttinum, helst hevur ilt við at herja á aftur við somu eyðmýkt og sama dirvi.


Rætt er, at tað er so nógv lættari at síggja ítøkilig úrslit, har málini eru ítøkilig og lætt skiljandi. Har dygdin kann mátast í møttum tímum og próvkarakterum.


Men merkir hetta, at málini eru viðkomandi?


Merkir hetta, at tað ikki ber til at arbeiða demokratiskt?


Merkir hetta, at eg skal flýggja undan teirri ábyrgd, sum liggur á mær, tí eg eri føddur inn í tann demokratiska ? og ríka - partin av heiminum?


Viðhvørt ? ikki altíð. Nei. Nei!


Tað demokratiska prosjektið er eitt prosjekt, sum er vert at virka fyri. Prosjektið er hálvt triðja ártúsund gamalt, men enn er langt á mál. Eisini á okkara klettum.


Kjarnin í tí demokratiska prosjektinum er hjá tí einstaka at átaka sær ábyrgd fyri felagsskapinum eftir sum førleikin er og í tí nærumhvørvi, sum ein virkar undir.


Kjarnin í tí demokratiska prosjektinum er hjá tí einstaka at virka alment til frama fyri gott verk. At velja parlamentarisku umboð okkara er ein partur ? men ábyrgd hins einstaka er ikki røkt við tí aleina.


Læraraskúlin er ein av fleiri berandi súlum í tí demokratiska bygninginum. Ein útbúgvin lærari hevur størri ávirkan enn flest onnur á tað komandi ættarliðið og møguleikarnar hjá hesum ættarliði at bera tann demokratiska førningin framá vegin.


Tað skal tí vera mín vón, at øll tey, sum varða av læraraskúlanum ? høgur sum lágur ? vilja sláa manngarð um tað demokratiska prosjektið og um læraraútbúgvingina sum so ? og annars at loysa teir fíggjarligu og teknisku spurningarnar, sum liggja fyri hondina í sama máli.


Tann, sum tekur sín part av "apuni", átekur sær ábyrgd og er við í felagsskapinum ? er soldátur í demokratiska herinum.


Jú, royndirnar vísa, at tað ber til!