Tað var ein stórfingin løta í Vági, tá ið nýggi rækjutrolarin legði á kei á miðdegi fríggjadagin.
Fólkið var sum riparatindar á keiini og har vóru bæði felagssangur og røður.
Ikki minst setti riðilin av skúlabørnum, sum var komin á keiina at syngja, sín dám á hátíðarhaldi, hendan ruskuta dagin í Vági.
Umboð fyri býráðið góvu móttøkuni ein almennan dám og øll fløgg í bygdini vóru vundin á stong.
Og tá ið mannamúgvan varð boðin umborð at síggja skipið, var blíðskapurin óførur, tí har bjóðaði manningin alskyns gott, bæði til børn og vaksin.
Jógvan Krosslá, býráðsformaðurn segði, at hetta var ein stolt løta fyri Vág og at tað kendist gott aftur at fáa skip á fjørðin.
? Vit eru øll stolt av, at vit eiga menn í Suðuroyar syðru helvt, sum hava rygg til at fara undir eitt slíkt megnar tiltak.
? Tað, at tit keypa eitt slíkt vinnutól, gevur okkum øðrum betri vónir um framtíðina, segði býráðsformaðurin.
Ikki minst var hann fegin um, at talan var um menn, sum vóru komnir heim úr útlondum at gera íløgur í heimbygdini.
Hann segði, at tað tykist trupult at arbeiða við kvotum og øðrum fiskiloyvum.
? So tað er at vóna, at eisini hesir menninir fáa sín neyðuga part og at vit her suðuri kunnu fáa part í onkrum í hesum landinum.
Eisini Eyðfinn Mørk, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð, ynskti reiðara, skipara og manning hjartaliga tillukku og góða eydnu.
? Enn einaferð mugu vit ásanna, at vit hava menn í bygdini, sum hava áræði at fara undir eitt veldugt tiltak, sum hetta, segði hann.
Mangan trupult
Reiðarin, Eli Frederiksen, minti á, at tað nú eru góð fimm ár síðani, at tann fyrri South Island á fyrsta sinni kom skúmandi inn eftir Vágsfjørði.
? Umstøðurnar tá vóru mangan truplar, bæði á ein og annan hátt. Men í 1997 varð felagið styrkt fíggjarliga og síðani hevur tað gingið betri.
Í fjør fekk felagið so fyrispurning um at selja South Island og tá ið tað endaliga tilboðið var nøktandi, tóku teir av, heldur enn at umvæla tað.
? Men tá ið tað varð gjørt av at selja skipið, var tað alla tíðina við tí í hyggju at útvega eitt nýtt og betri skip og tað hevur nú eydnast, segði Eli Frederiksen.
Hann vísti eisini á, at skulu føroyingar fiska, og tað skulu vit, so mugu vit í minsta lagi megna at fylgja við teimum, sum vit kappast við, og helst skuldu vit verið framman fyri teir.
? Tað hava føroyingar v erið áður.
? Men tíverri er tað ikki soleiðis longur, tí tá vit nú skulu endurnýggja okkum, noyðast vit at keypa gamalt frá teimum, sum vit kappast við, tí hjá okkum er vinnan ikki før fyri at endurnýggja seg við nýggjum skipum, segði Eli Frederiksen, sum annars takkaði hjartaliga býráðnum, skúlabørnum og vágbingum annars, fyri móttøkuna.









